Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tveir koyrilærarar vóru í Før­oya rætti mánadagin, ákærdir fyri at hava svik­að við upplýsingum til Ak­stov­ una. Tá ið ein næmingur skal upp til koyriroynd, skal koyri­lærarin lata Akstovuni yvirlit yvir, nær næmingurin hevur verið til teori, og nær hann hevur koyrt. Annar koyrilærarin kom ein dag á Akstovuna við yvirlitinum yvir tímarnar hjá einum manni, sum skuldi til roynd, men Akstovan hevði illgruna um, at næmingurin ikki var heima, tá ið hann var skrivaður at hava verið til koyriundirvísing. Koyrilærarin noktaði fyri at hava svikað, men viðgekk at hava skrivað nakað skeivt. Koyrilærarin vardi seg við, at næmingurin hevði spurt um at taka teoriskeið millum tveir túrar, men tá ið hann spurdi, visti hann ikki, nær hann fór at verða heima. Tað var í lagi. Koyrilærarin hevði eitt skeið fyri fleiri næmingum í november. Hin fekk stak­ undir­vísing. Gloymdi Koyrilærarin segði, at hann hevði gloymt at skriva upp, nær hesin næmingurin hevði havt tímar og skrivaði so somu dagar sum hjá hinum. Á Akstovuni fekk koyri­ lærarin at vita, at hetta ikki kundi vera rætt. Tey vistu, at næmingurin ikki var heima tá, og tí fingu tey prógv fyri við at spyrja seg fyri hjá reiða­rínum. Maðurin var við rækjubáti í Kanada júst teir dagarnar, koyrilærarin skriv­ aði seg at hava havt tímar við honum. Koyrilærarin var við yvir­ litinum á Akstovuni 24. jan­ uar í fjør, og dagin eftir kom hann við einum nýggjum yvir­liti, sum segði, at maðurin hevði fingið tímar millum 7. desember 2009 og 5. januar 2010. – Eg bað um umbering. Eg segði, at hetta var nøkulunda tað, vit høvdu koyrt, og so gav eg skrivstovukvinnuni á Akstovuni tað, segði koyri­ lærarin í rættinum. Hann hevði koyrt dag um dag í desember og var so stres­saður. Dómarin spurdi, um álma­ nakkin hjá koyri­læraranum var til enn, men tað var hann ikki. Bað um at fáa ávaring Koyrilærarin hevði biðið um at sleppa at tosa við stjóran á Akstovuni, men hann hevði ikki hug at tosa. Aftaná hevði hann skrivað til stjóran og spurt, um hann ikki í staðin fyri at verða meldaður kundi sleppa við eini ávaring, men hann fekk einki svar. Í rættinum segði koyri­ lær­arin, at hann bara hevði ætlað at hjálpt manninum at fáa koyrikort. – Alt kom av, at næm­ing­ urin hevði gingið og reypað í heimbygdini um, at tað bar til at taka koyrikort uttan at taka tímar. Tí trúði Akstovan, sum avvísti meg sum ein svik­ara. Ein skrivstovukvinna á Ak­stovuni greiddi frá, at Ak­stovan hevði kallað bæði næming og lærara inn at greiða frá. Lærarin kundi ikki møta. Næmingurin segði fyrst, at hann hevði verið heima alla tíðina. Síðan segði hann seg hava verið heima ein part av tíðini, og til endans viðgekk hann, at hann hevði verið burtur alla tíðina, tá ið hann stóð at hava koyrt. Hon helt hetta vera so langt úti, at hon vendi sær til stjóra sín. Næstan sama søga Ákærurnar móti hinum koyri­læraranum líkjast. Hann greiddi frá, at næm­ ingur áður hevði vent sær til hansara, tí hann hevði verið til koyriroynd og stóð ikki royndina. Koyrilærarin bað hann koma til sín, hann so gjørdi og stóð royndina. Summarið 2009 kom hann aftur. Koyrilærarin segði, at hann fekk einki at vita um, at maðurin hevði mist koyri­ kortið og fingið koyriforbað. Í teimum førum skal næm­ ing­urin hava sjey tímar í teori og átta koyritímar. Men koyrilærarin segði seg ikki vita betur enn, at næmingurin skuldi beint til roynd, gav næminginum tveir undirvísingartímar, næm­ingurin fór upp til roynd og stóð royndina. Næmingurin hevði sagt, at hann vildi hava koyrikortið avgreitt, áðrenn hann skuldi til Noregs í skúla. – Hann var fegin um at hava staðið royndina, og mamman bjóðaði mær heim til ein kaffimunn. Eg mælti til, at hann eisini fór upp til koyriroynd, so hann kundi hava koyrikortið við sær til Noregs, segði koyrilærarin í rættinum. Eitt mistak Koyrilærarin tók telefonina og ringdi beint til Ak­stov­ una. Har fekk hann at vita, at eitt mistak varð gjørt. Næmingurin hevði koyri­ for­boð og átti tí ikki at verið slopp­in upp til teoretisku royndina. Men tað gekk ikki at sleppa upp til teoretisku roynd­ina. Avtalað varð so, at næm­ ing­urin skuldi fara upp til koyriroyndina, tá ið hann kom heim á jólum. Koyriroyndin skuldi vera 20. desember. Koyrilærarin fór á Ak­ stov­una við undirvís­ingar­ ætl­anini, sum vísti, at næm­ ingurin hevði koyrt í átta tímar. S k r i v s to v u m a ð u r i n hevði ill­gruna um, at alt ikki rugg­aði rætt. Hann fór at kanna, um næmingurin var í Før­oyum, tá ið hann varð skriv­aður fyri at hava havt koyri­tímar. Á Facebook fann skriv­stovumaðurin útav, at næm­ingurin ikki var komin til Føroya, tá ið hann var skriv­aður fyri at hava koyrt. Skrivstovumaðurin segði í rættinum, at hann hevði biðið koyrilæraran um loyvi at taka kopi av undir­vís­ingar­ ætlanini, men koyrilærarin segði nei. Koyrilærarin segði hetta ikki vera satt. Hann hevði ikki noktað at útflýggja ætl­ anina. Dómarin spurdi, hvar ætlanin var, men hon var burt­urblivin, segði koyri­lær­ arin. Neistar ímillum Rættarfundurin vísti tíðiliga, at viðurskiftini millum hesar báðar koyrilærararnar og Ak­ stovuna eru alt annað enn góð. Annar koyrilærarin, sum áður hevur fingið dóm fyri líknandi ákærur, segði, at teir verða jagstraðir av stjóranum á Akstovuni. Hann og ein triði koyri­ lærari høvdu meldað stjór­ an til Ríkisadvokatin, tí fútin hevði sagt, at einki var at koma eftir. Hetta var í samband við undir­vís­ingar­ ætlanina, sum teir ikki hildu vera nóg góða. Málið var eisini farið til Fólkatingsins Umboðsmann. Jákup Jacobsen, stjóri á Ak­stovuni segði, at tað ikki var av óvilja, hann ikki vildi geva koyrilæraranum ávaring í staðin fyri at melda. Akstovan hevði onga heimild til at geva ávaring heldur enn at melda. Tá ið hann varð spurdur, um hann varð meldaður av koyrilæraranum, játtaði hann. -.(.).. hevur meldað meg her og har. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal hava nakað við hesi málini at gera. Hesi málini eru ikki nøkur hevnd fyri, at teir hava meldað meg. Tað kundi ikki fallið mær inn, segði Jákup Jacobsen. Teir báðir næmingarnir skulu eisini hoyrast í rætt­ inum, og tí varð málið útsett. Annar maðurin var ikki í Føroyum mánadagin, og hin varð ikki innkallaður. Ákæruvaldið krevur teir báðar koyrilærararnar dømd­ ar fongsulsrevsing. Koyrilærarar ákærdir fyri svik Ákæruvaldið vil hava tveir koyrilærarar inn at sita fyri svik. Teir nokta seg sekar og siga seg verða jagstraðar av Akstovuni TØKK