mikudagur 19. oktober 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 19. oktober 2011 · Nr. 121
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starv sum landmátari á Umhvørvis-
stovuni er leyst at søkja.
Tørvur er á royndum landmátara til
matrikulumsitingina á Umhvørvisstovuni.
Tað eru fyrst og fremst arbeiði við matrikul-
erari málsviðgerð og uppmáting, ið bíðar
eftir tær, men vit rokna við, at tín nýhugsan
á fakøkinum kann gera mun, og at tú verður
við í menningini av næsta ættarliðinum av
amboðum til talgilduga umsiting og skrá-
seting á matrikuløkinum.
Umframt matrikulin hevur deildin um
hendi útskiftingar og lendiskipanir, og dagliga
er tætt samband við tinglýsingina og kort-
deildina á Umhvørvisstovuni. Samskifti og
samstarv við viðskiftafólk, kommunur og
aðrar stovnar er týðandi partur av arbeiðinum.
Hetta er spennandi starv við avbjóðing-
um á tøkniliga, løgfrøðiliga og fyrisitingarliga
økinum, og arbeiðsstaðið er ikki bert inni
handan telduskíggjan, men eisini á bygd,
í bý og á fjøllum á uppmátingarferð og á
ástaðarfundum.
Tú fert at arbeiða á deildini Lendi. Á
deildini starvast í løtuni 11 fólk.
Førleikar
Best er, um tú ert útbúgvin landmátari við
eigindómsskipan sum sergrein og hevur hollar
royndir á fakøkinum, men onnur áhugaði, ið
hava royndir á økinum og/ella viðkomandi
útbúgving frá lærdum háskúla, eru vælkomin
at søkja.
Vit sóknast eftir einum fólki við áræði og
framfýsni at náa settum málum, sum sær
nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi
avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir
væl at samstarva og samskifta við onnur,
bæði í skrift og talu.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í tøttum
samstarvi við starvsfelagar, góðar møguleikar
fyri persónligari menning og sjálvstøðugum
arbeiði.
Setan
Løn og setanarviðurskifti vera eftir sáttmála
millum avvarðandi yrkisfelag og fíggjarmála-
ráðið.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l.,
skal verða Umhvørvisstovuni í hendi í sein-
asta lagi 20. oktober 2011.
Ert tú forvitin at vita meir, ring til okkum
ella send ein teldupost til Petur Nielsen, deild-
arleiðara (peturn@us.fo), ella Jóhonnu Olsen,
stjóra (johannao@us.fo).
Landmátari til
deildina LENDI
á Umhvørvisstovuni
Postboks 2048, 160 Argir, tel 342400 – us@us.fo
www.torshavn.fo
Løgtingsval
Sum kunngjørt av løgmanni verður
løgtingsval leygardagin 29. oktober 2011.
Valt verður soleiðis:
1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi
velja í ítróttarhøllini á Hálsi
2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum
4. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
5. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
6. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað
7 Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti
8. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini
í Nólsoy
Atkvøðugreiðslan verður frá kl. 10.00-20.00 ella so leingi, veljarar møta
uttan steðg.
Tey, sum vegna sjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið,
kunnu boða frá á Snarskivuni, telefon 302010, til dagin fyri valið.
Samstundis verður boðað frá, at valkort til løgtingsvalið eru send teimum, ið
standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er
komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum.
Valstýrini í Tórshavnar kommunu
tórshavnar
kommuna