fríggjadagur 21. oktober 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
- Okkara fólk skal ikki revs
ast fyri avtalur, sum lands
stýrið hevur gjørt.
Tað
staðfesti
Jørgen
Niclasen, formaður í Fólka
flokkinum, tá framløgan av
valskrá floksins var í gjára
morgunin.
Og her sipaði hann til, at
flokkurin ikki fer at ganga
við til, at teir, sum sigla undir
fremmandum hentleikaflag
gi, ikki skulu krevjast nakra
fólkatrygd.
- Hesir menninir gjalda jú
framman undan skatt, og at
áleggja teimum størri skatt
førir ósvitaliga vist til, at teir
flyta av landinum, sigur Jør
gen Niclasen.
Valskráin hjá flokkinum
er annars bygd á trý høvuðs
punkt: Skattur og avgjøld,
vinnan og almenna húsar
haldið.
At Fólkaflokkurin fegin
vil broyta skattalógina er
einki nýtt. Og tað nýggja, er
heldur ikki heilt nýtt.
- Okkara uppskot til eina
betri
skattaskipan,
sum
eisini fer at eggja fólki til
at arbeiða, er ein flatskatta
skipan, við 60.000 krónum
botnfrádrátti og einum 40%
skattatrýsti í mesta lagi, sig
ur Jørgen Niclasen.
Verða hesi tølini nýtt
merkir tað ein minni skatt til
landskassan á 235 milliónir
krónur.
- Okkara uppskot gongur
út upp á, at landskassin fær
20% í skatti, meðan komm
unurnar fáa tað skatta
prosent, tær nú áseta. So í
veruleikanum merkir eitt
maksimum skattaprosent á
40% eitt skattaprosent mill
um eini 36 og 43, sigur Jørgen
Niclasen.
Skil á makrelinum
Eitt annað av hjartamálinum
hjá flokkinum er fiskivinnan.
Og har er Fólkaflokkinum
eisini klárur við sínum upp
skoti, sum miðar ímóti sama
máli, ið aðrir flokkar hava
sett sær.
- Tilfeingið skal virðisøkj
ast, og tað skal gerast heima
hjá okkum sjálvum. Besta
dømi um ringa handfaring
í so máta, er makrelmálið.
Fremsta og einasta enda
málið var at fáa nakrar fáar
krónur í landskassan við
tí úrsliti, at talan gjørdist
um olympiskt fiskarí, har
tað bara ráddi um at fiska
so skjótt og so nógv sum
gjørligt, sigur Jørgen Nicla
sen.
Fólkaflokkurin fer tí at
arbeiða fyri, at so nógv sum
gjørligt kemur upp á land –
um føroyskan keikant – og
verður virðisøkt her á landi.
- Í ár fór mestsum øll
virðisøkingin fram á út
lendskum
móðurskipum,
sum struku avstað við vinn
inginum. Lægrilønt arbeiddu
makrelin, og skipini avreiddu
fyri fýra krónur kilo. Nú fáa
útlendsk skip upp í 15 krónur
kilo, so tað sigur seg sjálvt, at
tað eru iki smávegis pegnar,
vit hava mist, av tí at alt skul
di fiskast olympiskt her og
nú, sigur Jørgen Niclasen.
Avgjaldssteðg
Vegurin fram, heldur Fólka
flokkurin,
er
eitt
styrkt
vinnulív, tí bert við einum
vinnulívið, ið gevur neyðugt
avlop, skapast vøkstur.
- Og tí fara vit at krevja
ein skatta- og avgjladssteðg
á vinnulívið. Vit hava nýtt
fleiri vinnulívsfólk í okkara
valherferðum, men onga
staðni hava vit hoyrt eitt orð
um ov høgt lønarlag. Tí tað er
skatturin og avgjøldini sum
gera, at vinnufyritøkur flóta
tungt í sjónum, sigur Jørgen
Niclasen.
Eitt annað, sum flokkurin
vil arbeiða fram ímóti, er
útbjóðing
av
almennum
tænastum til privat at reka.
- Tað hevði gjørt tæn
astuna bíligari at rikið, tí ein
privat tænasta kann lættari
tillaga seg, sigur Jørgen
Niclasen.
Umframt
hetta
ætlar
flokkurin at ganga beint
ímóti ynskjunum hjá flestu
øðrum flokkum – íroknað
Sambandsflokkin – og ein
skilja almenn feløg.
- Hetta gevur stórar fyri
munir, og tilførir samstundis
tí almenna kærkomið íkast,
sigur Jørgen Niclasen.
Innan tað almenna ætlar
flokkurin at gjøgnumganga
lógir, so tær passa til føroysk
viðurskifti.
Pensjónsreform
Eins og aðrir flokkar á Tingi
ynskir Fólkaflokkurin ein
pensjónsreform, tí hann er
neyðugur.
- Hann má koma uttan
mun til hvat annars hendir.
Men her vilja vit broyta skatt
ingina frá at hon skal falla,
tá pensjónin verður goldin
út, til at falla, tá hon verður
goldin inn. Tí sum nú er
merkir pensjónsreformurin,
at í staðin fyri at vit koma
at gjalda fyri tvey ættarlið,
skulu vit gjalda fyri trý, sigur
Jørgen Niclasen.
Í dag verða goldnar inn í
pensjón umleið 500 milliónir
krónur, og tá øll eru komin
upp á ætlaðu 15%, verður tal
an um eina milliard.
Í heila tikið sæt út til, at
nógvir av flokkunum eru
samdir um eina rúgvu, og
einki meiri enn, at hallið á
fíggjarlógini skal verða burt
ur í seinasta lagi í 2016. Og
tað vil Fólkaflokkurin eisini.
Men hann vil bara náa máli
num á ein annan hátt.
- Við at loysa vinnuna úr
hafti heldur enn at leggja
hana í haft skapa vit búskap
arligan vøkstur, sigur Jørgen
Niclasen.
Á listanum hjá Fólka
flokkinum eru 32 valevni, 22
menn og 10 kvinnur. Og hjá
Fólkaflokkinum er tað eitt
stig á rættari leið móti javn
støðu.
- Listin hesaferð prógvar,
at kvinnur so sanniliga hava
rúm í Fólkaflokkinum, sigur
Jørgen Niclasen, floksfor
maður.
DIS’arar skulu ikki rørast
VALSKÁ Sum seinasti stóri flokkurin legði Fólkaflokkurin í gjár sína valskrá fram.
Og ikki óæntað átti skatturin og fiskivinnan sín náttúrliga part í skránni
DIS’arar skulu ikki revsast fyri
avtalur hjá landsstýrinum
VITAN VILJI VÆLFERÐ
Fólkaflokkurin vil hava skattabroytingar eins og hinir flokkarnir. Men DIS’ararnir skulu ikki gjalda skattalættar til hinar borgararnar
Mynd: Álvur Haraldsen