Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-21, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. oktober 2011 · Nr. 122 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Navn: Bústaður: Telefon: Kunngerð um løgtingsvalið 29. oktober 2011 Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 28. oktober 2011. Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin. Heimaval Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 102, í seinasta lagi hósdagin 27. oktober 2011 kl. 12.00. Valkort Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 102, sum skjótast. Vestmanna, 19. oktober 2011 Vestmanna Kommuna