fríggjadagur 21. oktober 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 122 · 21. oktober 2011
2
VIKUSKIFTI
Eg havi enn ikki tikið alt uppá aftur, sum eg tapti undir
valstríðnum. Eg hugdi á kontoina í dag, og har er absolutt
einki eftir. Eg havi enn ikki innheintað mista svøvnin.
Men mín áheitan til valevnini í Føroyum er, at tey skulu
satsa alt. Geva alt tey hava fyri at verða vald.
Annika Smith, valevni til fólkatingsvalið í Danmark, við Sosialin
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nakað av tí vakrasta og flottasta, sum
íslendingar hava at bjóða í jólatíðini, eru
konsertirnar, sum tey kalla Frostrósir.
Í níggju ár hava tey hava stórslignar
jólakonsertir í Íslandi, og 10. hvør ís
lendingur er á hvørjum ári á konsert
við Frostrósum upp undir jól.
Skiftandi, kendir íslendskir sangarar
eru við í Frostrósum, og nú Frostrósir
hava 10 ára jubileum, koma tey til
Føroya at hava jólakonsert í Norður
landahúsinum.
Tveir føroyskir sangarar verða við
í ferðalagnum, sum kemur til Føroya.
Tað eru sangarar, sum eru sera kendir
í Íslandi, og sum vit eisini kenna væl
her heima. Eivør Pálsdóttir og Jógvan
Hansen fara at syngja saman við
íslendsku sangarunum Hera Bjórk,
Jóhann Friðgeir, Fríðrik Ómar og
Margrét Eir.
Meginparturin av konsertini verður
við sangum, sum verða sungnir á før
oyskum ella íslendskum máli.
Umframt solistarnar verður eisini
serligi tónleikabólkurin hjá Fróstrósum
og kór við til konsertina.
Vildu sleppa til Føroya
Fróstrósir hava verið nógv á ferð. Tey
hava sjálvandi havt nógvar og stórar
konsertir í Reykjavík, men tey hava
eisini verið kring Ísland og sungið sein
astu fýra árini. Eivør Pálsdóttir hevur
verið við á fleiri konsertum hjá Frost
rósum seinastu árini.
– Vit hava leingi droymt um at
sleppa til Føroya at hava konsertir,
og nú letur tað seg gera. Vit kenna
tað sum ein heiður at sleppa at hava
hesa konsert í Føroyum, sigur Samuel
Kristjánsson, framleiðslustjóri og
stovnari av Frostrósum.
Konsertin við Frostrósum verður í
Norðurlandahúsinum leygardagin 26.
novembur.
Veljarin
kann ikki
velja
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Steintór Rasmussen / Bárður Lydersen
klumman
Uni Holm
Johannesen
Tveir føroyskir sangarar verða við, tá ið stórsligin
íslendsk jólakonsert verður framførd í Føroyum
Frostrósur til Føroya
Hugvekjandi grein, sum Sjúrður Ravnsfjall
skrivar á heimasíðuni hjá Sprotanum í
vikuni. Hann skrivar søguna, sum »er ein
absurd, tragikomisk og (sur)realistisk søga
um mínar tríggjar seinastu krossar, ið latnir
eru til føroysk val og um, hvussu tríggir
krossar lættliga blíva fleiri.«
Sjúrður Ravnsfjall valdi tjóðveldismannin
Karsten Hansen á løgtingsvalinum í 2004.
Tá valskeiðið var av, var Karsten Hansen
í Miðflokkinum. Sjúrður Ravnsfjall valdi
tjóðveldismannin Sjúrð Skaale á løgtings
valinum í 2008. Tá val varð útskrivað,
var Sjúrður Skaale í Javnaðarflokkinum.
Sjúrður Ravnsfjall valdi tjóðveldismannin
Boga Andreasen á býráðsvalinum í 2008.
Bogi Andreasen bjóðar seg nú fram fyri
Fólkaflokkin á løgtingsvalinum.
Sjúrður Ravnsfjall vísir á, at hann hevur
valt politikkin hjá Tjóðveldi, men hevur
»fingið tjóðveldispolitikk, sambandssinnaðan
javnaðarpolitikk, átrúnaðarligan miðflokka
politikk og sjálvstýrissinnaðan høgra
politikk.«
Sjúrður Skaale, sum nú er fólkatings
maður, vísti í farna valskeiði eisini á hendan
ódámliga trupulleikan, sum rætt og slætt
heldur veljaranum fyri gjøldur. Hann skriv
aði í lesarabrævi, at tá valið er av, veit eingin,
hvør politikkur verður rikin. Hann segði
bart út, at tann flokkur, sum vil sleppa við
í samgongusamráðingar, má fyrst av øllum
ganga undir eina treyt. Øll vallyfti mugu
strikast, tí eingin flokkur kann halda upp
á sítt í einum samstarvi. »Hetta skapar ta
púra sjúku støðu, at skal ein flokkur sleppa
í samgongu, er fyrsta treyt, at hann sleppur
sínum egnu vallyftum! Sjálv fortreytin fyri at
fáa vald, er, at tú ikki stendur við tíni orð...«,
skrivaði hann.
Tað er hamrandi provokerandi, at eingin
veit, hvør politikkur verður rikin eftir valið.
Blokkpolitikk ella okkurt annað – gevið
okkum politikk, sum vit kunnu fyrihalda
okkum til!
Um átta dagar skulu føroyingar á løg
tingsval. Góði veljari, bestu eydnu við tíni
ávirkan!
So segði
hon...
Fróstrósurnar, sum koma til Føroya at hava stórsligna jólakonsert
mynd: tilvildarlig