Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 2 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umsíðir tykist gongd verða komin í val­stríð­ið, nú bert ein ar­beiðs­vika er eft­ir til val­ið. Fram­løg­u­send­ing­ ar­nar í Kring­varp­i­num seta al­tíð sín dám á, og leist­ur­in hes­a­ferð við sjón­varps­val­fund­um, »Søgn og mót­ søgn«, er eitt sera gott í­kast í kjak­ ið. Ser­liga tí, at her sleppa val­evni – tvey og tvey, at kjak­ast eina løtu, utt­an at vert­ur­in í heil­um brýt­ur av og bland­ar seg so­leið­is, at val­evn­i­ni missa tráð­in. Boði Godt­fred hev­ur klár­að seg væl í hesum leik­luti. Hetta er aðru ferð, at vit fara til val við Før­oy­um sum ein­um val­ dømi. Fólk hava longu tik­ið nýggja val­døm­ið til sín, og nógvu spá­dóm­ ar­nir um, at hetta fór at tak­a vald frá út­jað­ar­a­num vórðu gjørd­ir til skam­m­ar við sein­asta val. Sjálv­andi mugu vit hava nøk­ur val eft­ir tí nýggju skip­an­ini, áðr­enn hon kann eft­ir­met­ast, men ynskja flokk­ar­ nir at leggja dent á eitt javnt býti av ting­sess­um kring land­ið, so er at laga upp­still­ing­ina so­leiðis, at hetta ber til. Men val­stríðið er nógv broytt síð­ani gomlu sið­bundnu vel­j­ar­a­ fund­ir­nir høvdu størst­an týd­ning. Hes­ir fund­ir eru at kalla burt­ur. Tann sið­bundni part­ur­in, sum eft­ ir er, eru blað­grein­ar­nar og fram­ løgu­send­ing­ar­nar í út­varp­i­num. Alt hitt er broytt. Men tað, sum er broytt mest er, at vit nú hava 169 fólk sum kapp­ast um ein ting­sess, held­ur enn sjey flokk­ar, sum stríð­ ast um vald­ið. Hó­ast hetta ikki er eitt úrs­lit av, at land­ið er vorð­ið eitt val­dømi – tað kunnu vit siga, tí hetta byrj­aði um alda­skift­ið – so hev­ur tað kortini elvt til, at enn meira trýst er á einstakar perónar, og at val­stríð­ið í nógv størri mun snýr seg um per­sónar. Vit síggja tað eis­ini við at fleiri »kend« fólk bjóða seg fram, fólk sum hugsa sum so, at av tí at tey hava verið nógv frammi í fjøl­miðl­u­num, so verða tey eisini vald á ting. Brell­bitin hjá teimum er sjálv­ andi hann – í øllum førum í teimum stóru flokk­unum – at har skalt tú bara halda teg innan fyri topp 10. Klár­ar tú tað, so ert tú sera nær ein­um løg­tings­essi, í øllum førum, um flokkurin verður við í skipan av lands­stýri. Heldur ikki hesaferð er nakar flokk­ur kom­in við ein­um boði upp­á, hvør sam­gonga skal skipast eft­ir val­ið. Hetta er eitt stórt misálit á veljaran, sum ikki hevur peil­ing av, um Javn­að­ar­flokk­ur­in ætl­ar at um­leggja skattin saman við Fólka­ flokk­i­num, ella um Sam­bands­flokk­ ur­in ætl­ar at tiðna blokkin saman við Tjóð­veld­inum. Hevði velj­ar­in vit­að tað, so var nógv vunn­ið – og so hevði velj­arin eitt val. Onga peiling av samgongu Veljarin eigur at kenna sam­gongu­møgu­leik­ar­nar Nú fáa vit heilt sikkurt skatta­lætta. Flokkar frá vinstru til høgrum lova konkretan skattalætta, so líka mikið hvør samgongan verður, so fáa vit skattalætta. Í øllum førum um vit skulu trúgva teimmum flokkum, sum bjóða seg fram. Og tað er ikki hvørs um helst, sum lovar skattalætta: Flokkarnir hjá fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­anum og formanninum í fíggj­ar­ nevnd­ini ganga á odda. Tað var longu greitt framm­an­und­an­, at val­ið varð skriv­að út, at bú­skap­ar­pol­i­ tikk­ur­in fór at seta sín dám á val­stríð­ið hes­a­ferð. So­leið­is varð. Javnaðarflokkurin var fyrst­ur at melda út við sín­ um skat­t­aupp­skoti – ella skatta­um­legg­ing, sum flokk­ ur­in kall­ar tað. Enda­mál­ið er at lækka skatta­trýst­ið á inn­ tøku og at lætta um hjá teim­ um veikaru. Næstur var Fólka­flokk­ur­ in við upp­skot­i­num um flat­ skatt. Hetta er sama upp­skot, sum Bjarni Djur­holm legði fyri ting­ið beint eftir ólav­ søku, sum tá kallaðist flat- tax. End­a­málið er tað sama, sig­ur Fólk­a­flokkurin. Javnaðarflokkurin sigur, at teirra upp­skot er væl og virð­i­liga gjøgn­um­hugs­að – og at Taks hev­ur gjøgn­um­rokn­ að og vátt­að, at tølini eru røtt. Fólka­flokk­urin hevur ikki gjørt slík­ar út­rokn­ing­ar, men hann sig­ur, at øll skulu gjalda minni í skatti, og har­ við kem­ur meira inn í skatti, tí tá øll gjalda minni, so fara tey at ar­beiða meira og har­ við rinda meira í skatti. Eitt bjart pol­itiskt mál, men neyv­an er gjør­ligt at gjøgn­ um­rokn­a tað. Framsókn legði í morgun fram sín pol­i­tikk, sum eis­ ini fat­ar um skattalækking. Framsókn sigur, at vit skulu hava »kapp­ing­ar­før­an skatt«. Longu kom­andi ár skal skatt­ a­lætti setast í verk, fyri at gera Før­oyar kapp­ing­ar­før­ar við grannalondini. Í 2014 skal skattaprosentið setast til 43 prosent hjá øll­ um við ein­um botn­frá­dátti upp á 70.000. Hetta minn­ir ikki sørt um uppskotið hjá Fólkaflokkinum. Framsókn sigur, at við teirra uppskot skulu eini hjún, sum vinna tilsamans uml­eið 50.000 krónur um mán­að­in, fáa ein lætta upp á 2.100 krónur. Vit hava soleiðis tríggjar flok­k­ar, sum hava hvørt sítt konk­ret uppskot um, hvussu vit lætta inntøkuskattin, so spenn­andi verður at síggja, hvussu leikur fer! Feløgini í Samtak hava gjørt eitt serstak skjal, har lagt verð­ur upp til hvussu tey ynskja at samfelagið verður skip­að, og verður har sagt, at kom­andi fýra árini eru rætt­iliga týdningarmikil og vera avgerandi fyri, hvørjar Før­oy­ar politiska landslagið ynsk­ir at byggja. Samtak vísir á fleiri veg­a­mót fyri framman og nevnir, at ein nýggjur fisk­i­vinnu­pol­i­tikk­ur skal orðast, at nýggj komm­un­ uskip­an skal setast í gildi, at nýggj fyr­i­skip­an fyri fólk­a­skúl­an skal ger­ast og at ein broyting á pen­sjóns­ øk­i­num stend­ur ov­ar­laga ­á list­a­num yvir øki, sum vænt­andi vera broytt. Men onnur ar­beiðs­ markn­að­ar­lig og sos­i­al­pol­ itisk mál eru eisini, sum treingja til dagføringar, siga feløgini í Samtaki, sum ynskja at seta nøkur av hes­um mál­um  um­framt onn­ur  á pol­it­isku dags­ skránna. Í skrivi til komandi løg­ ting og samgongu siga fel­ øg­ini í Samtaki seg vóna, at val­evni og flokkar vilja ar­beiða fyri hesum val­ ynskj­um, sum kunnu gera Føroyar til eitt betri, rúmlig­ ari og rættvísari samfelag at búgva í. Georg F. Hansen, for­mað­ ur í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Høj­gaard, formaður í Før­oya Fiskimannafelag, Hans Joensen, formaður í Havn­ar Arbeiðsmannafelag, Jas­t­rid W. Niclassen, for­ kvinna í Klaksvíkar Ar­ beiðs­kvinn­u­fel­ag, og Art­h­ ur Guðjónsson, for­mað­ur í Klaksvíkar A­r­beiðs­mann­ a­felag, hava skrivað undir á­heit­an­ina. Samtak: Soleiðis skal samfelagið skipast Gevið mentanini innivist Fríðálvur jensen kjak á síðu 16 Er mið­ spjað­ing sol­i­darisk? Heðin Mortensen kjak á síðu 31 Frá høgru til vinstru lova tey okkum skattalætta