Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Leygardagin vóru haru­ hagarnir í Kvívík seldir, og um sama mundið vóru valevnini hjá Sam­ bands­flokkinum á vitjan í Kvívík. At skjóta harur er so at siga burturav eitt ítriv hjá monnum, men Petra Iversen, sum er valevni hjá Sambandsflokkinum og býr í Kvívík, fekk hug at bjóða upp á ein haga. Tað gjørdi hon mest til stuttleikar. Men áðrenn hon visti av, fekk hon haruhagan Frammi­haga, tí hon átti hægsta boð, sum var nakað yvir 6.000 krónur. – Fyrst var pínlig tøgn, men so fóru øll at flenna. Tað var ordiliga stuttligt, sigur Petra Iversen. Hagan sekdu hon víðari. – Tað skuldi eg kanska ikki havt gjørt, tí aftaná søgdu nakrar kvinnur, at tað kundi verið stuttligt at havt haruhagan, sigur Petra Iversen. – Hatta var rættiliga áhuga­vert og stuttligt. Hví skulu kvinnur ikki kunna skjóta harur? Tað kundi verið spennandi. Tað snýr seg jú ikki bara um at skjóta, tí tað er eisini sera sosialt at fara saman í hagan, sigur Rósa Samuelsen, sum eisini var við. Tað endaði tó á hesum sinni við, at menn fóru við haganum. Menninir gløddu við, tá ið ein kvinna fór við haganum Petra gav monnunum ein hvøkk Tað var fullkomin tøgn, tá ið Petra Iversen í Kvívík átti hægsta boð og fekk haruhagan Frammihaga, og so fóru øll at flenna Randi Jacobsen Sunnumorgunin var Kári Johannesen sjálvur fjórði á veg úr Havn inn á Skála við bátinum Brendan. Ferðin hjá bátinum var níggju míl. Knappliga tók. – Eg helt, vit vóru á Flesj­ unum, men tá var tað Eystnes, sigur Kári Johannesen, sum er illa fyri eftir hendingina. Hann hevur siglt leiðina mangar ferðir, og báturin hevði best hugsandi út­ gerð. – Eg helt meg kunna líta á útgerðina, men tað kundi eg bara ikki, tí báturin sigldi 1500-1800 frá tí, sum gms-arin vísti, sigur Kári Johannesen. – Tað var ræðuligt, og eg var so ólukkuligur. Teir fýra menninir fingu ein ordans hvøkk. Báturin, sum annars er sterkur, fór rættiliga ikki, og menninir vóru eisini illa fyri og kaldir, tá ið teir komu í land eftir at hava sitið í køldum sjógvi í fleiri tímar. Ísakaldur – Eg haldi, at likamshitin var komin niður á 30 stig. Bjargingarbáturin Lív kom við eini pumpu, og tað eydnaðist at halda bátin­ um uppi, meðan hann varð sleipaður inn á Toftir. Har kom sløkkiliið við eini pumpu aftrat, og síðan fór bát­urin yvir á Strendur. Politiið tók ímóti monn- unum, men bara Kári Jo­ hanne­sen varð biðin um at koma við til Klaksvíkar at taka blóðroynd. Tað verður altíð gjørt í slikum førum. Klokkan var 6.50, tá ið teir komu á Toftir, og Kári Johannesen fór við politi­ bilinum til Klaksvíkar. Ein jakka fekk hann um herar­ nar. Fekk onga hjálp Tað undraði hann, at hurðin á sjúkrahúsinum varð stongd. Heri Ellingsgaard, sjúkra­ hússtjóri sigur, at hurðin altíð er stongd um náttina, men fólk, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, sleppa inn. Og skal ein blóðroynd takast, er ikki neyðugt at bíða leingi eftir fólki at taka royndina. Kári Johannesen fekk tik­ið blóðroyndina, men tað gekk ikki serliga væl, og Kári Johannesen fekk ógvuliga ilt. – Eg fekk onga hjálp, og tá ið blóðroyndin var tikin, koyrdi politiið meg heim og tveitti meg bara av í túninum á Skála, sigur hann. Hann er sera harmur um, at stásiligi bátur hansara, sum hann keypti í USA í 2002 og kanska ikki kann gerast aftur. – Men tað kundi endað verri. Eg eri fegin um, at vit allir eru á lívi, sigur Kári Jo­ hannesen. Ein ræðulig uppliving Báturin Brendan á Skála hevur bestu útgerð, men gms-arin sveik, tá ið báturin sunnumorgunin fór á land á Eystnesi Stásiligi Brendan er illa farin