mánadagur 24. oktober 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Í Lamba gekk Sunneva við
einum hugskoti um at savna
inn pening til dreingjaheimið
Char Fasson Orphanage, sum
liggur í økinum Bhola.
Hon vitjaði sjálv heimið
í 2009. Har sá hon hetta
dreingjaheimið, sum hýsti
100 dreingjum, og var bygt í
1972.
Henni stóð púra greitt, at
neyðugt var við kostnaðar
miklum ábótum.
– Eg vil siga, at barna
heimið var í so ringum
standi, at tað ikki var ráðiligt
hjá dreingjunum at sova í
tí. Ja, støðan var so ringt,
at teir máttu sova úti í
høsnarhúsinum og fjósinum,
– tveir í hvørjari song, og
50 í hvørjum húsi, greiðir
Sunneva frá.
Spurningurin var bara,
hvussu ein kundi fáa henda
peningin inn.
– Eg ynskti at gera tað á
ein øðrvísi hátt, men vildi
fegin gera tað á ein hátt, sum
ikki var royndur áður.
Hon tosaði tá við mostur
sína, sum sjálv hevði ætlað
at geva út eina bindibók,
har vinningurin fór til eitt
vælgerandi endamál.
– Hetta var bara so ótrú
ligt: Eg hevði eitt endamál, og
hon hugskotið at fremja tað
í verki. Tað vísti seg, at fólk
í hópatali vóru fús at hjálpa
til, greiðir Sunneva brosandi
frá.
>Okkara bindibók« varð
prentað í 2000 eintøkum og
fáar mánaðir seinni var hon
útseld.
– Ja, tað kom púrasta
óvart á meg, at vit seldu allar
2000 bøkurnar beinanvegin.
Tað besta við øllum er, at vit
høvdu góðar 150.000 krónur í
vinningi av bókini.
– Og allar hesar krónurnar
eru longu komnar hesum
100 dreingjunum til hjálpar,
fegnast Sunneva um.
snorri@sosialurin.fo
Borðhald
við undirhaldi
og tosi
Føroysk bindibók skapar
framtíð fyri 100 dreingjum
Klaksvík: Eitt heldur
øðrvísi
jólaborðhald
verður á Hotel Klaks
víkar leygarkvøldið 26.
november.
Tað er Barna- og
familjunevndin
hjá
Heimamissiónini
sum
bjóðar til tiltakið, ið
hevur alt tað sum hoyr
ir til eitt rætt jólaborð
hald.
Á kvøldinum verður
góður matur, gaman og
álvari, millum annað við
tónleikabólkinum TOS.
Eisini fer familjutera
peuturin Steen Palm
qvist at tosa um evnið:
"Hatta havi eg ongatíð
sagt"!
Tiltakið vendir sær
serliga til hjún, men at
onnur helst eisini eru
vælkomin.
Sagt
verður,
at
hotellið eisini hevur ein
serprís til tey, ið ynskja
at gista her aftaná.
snorri@sosialurin.fo
Tað kom púrasta óvart á
meg, at vit seldu allar 2000
bøkurnar beinanvegin
At nólsoyingar ikki eru fyri
nothing í dagsins sjónleiki,
sóu vit, tá tit framførdu leikin
Havgird í Føroyum, Íslandi
og Noregi. Eftirspurningur
var eisini eftir leikinum, bæði
í Europa og í Kanada.
(Jógvan Arge á norðurlendskum
sjónleikarfestivali í Nólsoy)
Havn: Saman við Mentamálaráðnum
og øðrum bjóðar Kvøldskúlin nú fleiri
10. floks lærugreinar á dagsskeiði
frá november til februar 2012.
Hvalvík: 25 ár eru liðin, síðani
missiónshúsið varð vígt. Hetta varð
hátíðarhildið herfyri. Forkvinna
í húsinum er Kirstin Jacobsen.
Lamba/Bangladesh – Mítt størsta ynski var at selja hesa
bindibókina og senda peningin til hetta barnaheimið í Bangladesh.
Og eg vildi eisini tryggja mær, at teir 100 dreingirnir fingu
gagn og gleði av teimum, sigur Sunneva Mohr úr Lamba.
kring landið
Hvør sína song
Hóast peningurin nú var tøkur, vísti tað
seg kortini at verða ov kostnaðarmikið at
umvælað gamla barnaheimið. Tí varð farið
undir at byggja eitt nýtt barnaheim.
Samstarvið við leiðsluna gekk framúr væl,
og eitt ár eftir fluttu teir 100 dreingirnir inn í
nýggja barnaheimið, stuðlað úr Føroyum.
Umstøðurnar á nýggja barnaheiminum
kunnu tó ikki samanberast við bygging í
Føroyum, men dreingirnir hava nú fingið
eitt trygt heim.
– Teir sova nú 12 í hvørjum rúmi og hava
fingið hvør sína song, vísir ein fegin Sunneva
Mohr á.
Tá barnaheimið var liðugt, dreingirnir fluttir
inn og gjørt var upp, vóru tað framvegis
50.000 krónur eftir. Avgjørt var, at hetta
skuldi fara til gera nýggjan køk og matsal á
barnaheiminum.
Hetta arbeiði er komið væl áleiðis og verður
tað væntandi liðugt um ársskiftið. Hetta fer
eisini at bøta munandi um umstøðurnar,
bæði hjá starvsfólki og dreingjunum.
Meiri fæst at vita um dreingjaheimið á www.
charfassonchildrensfund.org
HUGNI
Hotel Klaksvík verður karmur um eitt serligt
jólaborðhald fyri hjún í næsta mánaði
Klaksvík: Skaldsøgan “Det dobbelte
land” hjá Birgithe Kosovic (f. 1972) er
evnið, tá lesiringurin á bókasavninum
hittist aftur 22. november.
Havn: Dagarnar 2. til 6. november verður
samfelagsstevnan hildin í Ebenezer.
Evnið í ár er "At kenna Gud".