Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mánadagur 24. oktober 2011 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til lukku við sigrinum Vit ynskja B36 hjartaliga til lukku við FM-heitinum og takka fyri eitt spennandi kappingarár Virgar Dalsgaard danskur konsumentur Í síðsta Sosiali hevur Uni Arge citerað ein sonevndan frøðing, harra Hera á Rógvu fyri at postulera, at Dan­ mark er dýrasta land í Europa. Hetta er ein sera ambivalentur »sannleiki«, tí tað er sjálvandi rætt, at um teir astronomisku húsa­ prísir­nir í Danmark verða rokn­aðir upp í prístalið, so er kostnaðar-niveauið í Dan­ mark øgiliga høgt, men taka vit t. d. vanligar kolonial­ vørur, klæðir og aðrar neyðsynjar­vørur, so liggur Danmark avgjørt ikki høgt í mun til t. d. Norra og Svøríki. Tann vanligi konsu­menturin í Havn er valla interesser­ aður í donskum húsa­prísum, men heldur í konsum­vørum og klæðum. Á tí økinum er nógvar ferðir meira enn 14% munur á donsk­um og føroyskum prísum. Hevur statistikarin verið í Norra? Tey, sum búgva ella hava ferð­ast í Norðurjútlandi síggja næstan hvønn ger­ andis-morgun eitt ovur­honds væl­vaksið lið av norð­monn­ um, sum koma til handils í donskum sølu­centr­um, ser­liga Netto, Aldi, Lidl og Fakta. Hesir handlar hava bæði í Hirts­hals, Ålborg og Frederiks­havn eitt príslag, sum er nógvar ferðir lægri enn tað norska. Annars eru norð­menn masochist­ar. Tey 14%ini hjá Hera eru bara eitt trivielt statistiskt bruttotal, sum einki sigur um møgu­ leikar­nar fyri bíligum smá­ handli, tí mun­urin millum lægsta og hægsta prís á somu vøru hevur so nógv størri variatións­breidd í Dan­mark, enn sum í Føroy­um. Ansið tykkum tí fyri statistikki og frøðing­um. Teir eru sjáldan heilt eftirfarandi. Viðmerking til tankarnar hjá Una Arge Kjak