Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í dag fara vit at hyggja at, hvussu gongdin hjá lemma­ trolarum, línuskipum og garna­skipum hevur verið í fjør og annars árini aftur til 2006, sum greiningin fevnir um. Ein fyribilsmeting verð­ ur eisini gjørd fyri gongdina higartil í ár. Lemmatrolarar Nota sigur í sínari greining, at gongdin hjá lemmatrolarum sum heild ikki er nøktandi. Gjaldførið er versnað nakað í 2010, og minkandi veiðinøgd árini 2006-2010 hevur ført við sær, at hesin skipabólkur samanlagt hevur havt hall í fýra fylgjandi ár. Sambært tølum hjá Før­ oya Fiskimannafelag fyri árið í ár, hava lemmatrolarar fyrstu átta mánaðirnar í ár havt umleið somu veiðinøgd sum somu mánaðir í fjør. Tó er miðalprísurin hækkaður nakað. Bjarni Arnason, sum vegna Nota hevði framløguna, segði, at nøkur skip hava fiskað makrel í ár, og hesin fiski­skapur hevur givið eitt eyka íkast í 2011. – Hinvegin hava høgu olju­útreiðslurnar tyngt um raksturin, og soleiðis verður úrslitið samanlagt hjá lemma­trolarum helst á leið tað sama í ár sum í fjør, segði hann. vilmund@sosialurin.fo Heimaflotin hevur tað trupult Í blaðnum mánadagin høvdu vit nøkur orð um gongdina hjá uppisjóvarskipunum, verksmiðjutrolarum, rækju­skipum og partrolarum. Grundar­lagið undir hesi frásøgnini er rokn­skapar­ greiningin, sum grann­skoðarafelagið Nota hevur gjørt Nøkur skip hava fiskað makrel í ár, og hesin fiskiskapur hevur givið eitt eyka íkast í 2011. Kortini er úrslitið hjá lemmatrolarum sum heild ikki nøktandi Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Seinastu árini hjá garna­ skipum hava ikki roynst væl. Bæði gjaldføri og soliditetur eru versnað munandi. Bjarni Arnason vísti til tøl hjá Føroya Fiskimannafelag og segði, at miðalprísur og veiðinøgd eru hækkað nakað í 2011 í mun til undanfarna ár. – Væntandi er tí, at saml­ aða úrslitið hjá garnaskipum verður nakað tað sama í ár sum í 2010, segði Bjarni Arnason, tá hann legði fram úrslitini hjá hvørjum skipa­ bólki sær. vilmund@sosialurin.fo Versnandi gongd hjá garnaskipum Bæði gjaldføri og soliditetur hjá garnaskipum eru versnað Gongdin hjá garnaskipum er einki at reypa av, tí bæði gjaldføri og soliditetur eru versnað Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Tað hevur ikki gingið væl hjá línuskipum seinastu árini. – Vegna minking í veiði­ nøgd og miðalprísi seinnu árini hava hesi skip havt eina stóra afturgongd sein­astu árini. Tó royndist 2010 heldur frægari, men heldur ikki í fjør sluppu línu­skipini undan einum saman­løgdum halli. Bjarni Arnason vísti á, at talið av línuskipum er minkað úr 24 niður í 16 árini 2006 til 2010. – Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava línuskipini merkt eina afturgongd í veiði­ nøgd fyrstu átta mán­ að­ir­nar í ár saman­ borið við somu tíð í fjør. Miðalprísurin er tó hækk­ aður, soleiðis at veiðivirðið higar­til í ár er á leið tað sama sum undanfarin ár. Bjarni Arnason segði seg tí vænta, at úrslitið hjá línuskipum samanlagt verður óbroytt í 2011 í mun til 2010. Línuskipini eru gomul. Miðalaldurin er 41 ár. vilmund@sosialurin.fo Línu­skip havt nøkur vánalig ár Talið av línuskipum er minkað úr 24 niður í 16 árini 2006 til 2010 Línuskip hava havt nøkur fylgjandi vánalig ár Mynd: Vilmund Jacobsen