mikudagur 26. oktober 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Gjáramogrunin var móttøka
í sambandi við, at Dugni
flytir inn í nýggj hølir uppi
á Hjalla.
- Hetta merkir nógvar
nýggjar
avbjóðingar,
og
hølini eru ógvuliga snotulig
fyri okkara næmingar og
starvsfólk,
sigur
Hedvig
Jóhansdóttir, leiðari á Dugna.
Stovnurin hevur fólk í
arbeiðsvenjing, har tey skapa
eitt arbeiðspláss fyri fólk við
arbeiðstarni.
- Hetta er galdandi fyri
fólk
við
fyritíðarpensjón
og fyri fólk, sum megna at
arbeiða eitt sindur – nakrar
tímar um dagin, sigur Hedvig
Jóhansdóttir.
Dugni hevur eitt verkstað,
har brúktir lutir verða settir
í stand.
- Vit skulu jú eisini
forvinna
pening,
so
vit
hava bæði privatkundar og
vinnulívskundar, sum venda
sær til okkara. Tað ber til at
keypa ting og tænastur, tað
veri seg lutir av verkstaðnum
ella frá teldudeildini. Har
kunnu vit útvega kundunum
visittkort ella sangheftir,
ella binda bøkur inn, sigur
Hedvig Jóhansdóttir.
Dugni hevur sjey starvsfólk
og umleið 30 arbeiðsfólk og
næmingar.
- Tað nýggja við hesum
hølunum er, at vit nú kunnu
bjóða kundunum inn at eta
døgurða. Vit hava latið upp
ein vinnukøk, so tað gevur
heilt nýggjar møguleikar,
sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Umframt dagsins rætt til
døgurða fer køkurin eisini at
borðreiða við smyrjibreyði
og køkum.
Fólkini, sum starvast hjá
Dugna, eru í arbeiðsførum
aldri.
- Vit hava fólk frá seytjan
árum og upp til 65 ár, og
fólk koma eisini uttan fyri
Havnina. Vit fáa fleiri fólk úr
Eysturoynni, sum koma við
bussinum hvønn morgun,
sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Fólkini eru hjá Dugna
í eina tíð, og fáa realisera
teirra førleikar.
- So finna fólkini útav,
hvat tey hava hug til, antin
tað so er at fara í skúla ella
at fara í læru, sigur Hedvig
Jóhansdóttir.
- Fólk eru í starvsvenjing í
einar tríggjar mánaðar í senn,
og síðani verður gjørt eitt
ráðleggingarsriv har mælt
verður til, hvat er tað rætta
fyri viðkomandi næming,
sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Í summum førum eru fólk í
starvsvenjing í upp til tvey ár.
- Men tá mugu tey so
eisini sleppa út at forvinna
sínar egnu pengar. Fólkini,
sum eru hjá okkum, fáa
forsorg, so tað er ein góður
motivatiónsfaktor at koma
út á arbeiðsmarknaðin og
forvinna sínar egnu pengar,
sigur Hedvig Jóhansdóttir.
leo@sosialurin.fo
Kveikjandi og inspirerandi
Dugni er flutt í nýggj hølir uppi á Hjalla, og tað gevur heilt nýggjar møguleikar. Hølini eru ljós og deilig
og tað er bæði kveikjandi og inspirerandi at vera inni her, sigur Hedvig Jóhansdóttir, leiðari í Dugna
Hedvig Jóhansdóttir fegnast um nýggju, ljósu hølini
Mynd: Álvur Haraldsen
Borgarstjórin helt røðu, eins og stjórin í Vinnuhúsinum,
Marita Rasmussen, eisini segði nøkur orð
Nógv fólk høvdu leitað sær niðan á
Hjalla til móttøkuna hjá Dugna
Mynd: Álvur Haraldsen