Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eingin torir at langa nevan í borðið Vilmund Jacobsen Stjórin á Atlantic Supply Base, Eli Lassen, harmast um, at Føroyar ikki eiga politikarar, sum tora at langa nevan í borðið og siga, at Føroyar skulu hava eina tilbúgving, sum munar, um olju­ óhapp skuldi hent. – Um dagarnar hava vit lisið og sæð, hvat hend­ir í Ný Sælandi, har skip við nógvari olju um­borð er strandað, og olja lekur út. Søgan veit eisini at siga um fleiri aðrar slíkar dálk­ ingarvanlukkur. Hvønn dag hava vit Smyril sigl­ andi her millum oyggj­ arnar, og bara umborð á Smyrli eru eini 500 tons av tungolju í fleiri tangum. Eli Lassen heldur tað vera alt ov vánaligt, at Føroyar, sum bjóða seg fram í oljuvinnuni, ikki hava eina munagóða til­búgving, sum kann byrgja upp fyri, at stór dálkingarvanlukka hendir, um illa vil til. Stjórin í Atlantic Supply Base sigur, at hann í nøkur ár hevur tosað við politikarar og onnur um hesi viður­ skifti, men alt ov lítið er hent. Hann vísir á, at vit hava skipanir við rusk­ brenning og aðrar skip­ anir, har øll luttaka, og hann heldur, at tað tí ikki mátti verið ómøguligt at funnið saman um eina góða tilbúgving í Før­ oyum. – Í løtuni havi eg sam- band við eitt felag, sum kanska kann fáa gongd á hesi viðurskifti. Hetta er eitt føroyskt felag, sum er við her á Faroexpo, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base. – Vit hava skipanir við rusk­ brenn­ing og aðrar skipanir, har øll luttaka, og tí mátti tað ikki verið ómøguligt at funnið saman um eina góða tilbúgving í Føroyum, heldur Eli Lassen – Nú løgtingsval stundar til, haldi eg, at flokkar og valevni eiga hugsa um eina munagóða tilbúgving í Føroyum, sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base Mynd: Vilmund Jacobsen Ov vánaligt, at Før­oyar, sum bjóða seg fram í olju­vinn­ uni, ikki hava eina munagóða til­búgving Føroyar hava onga tilbúgving – Vit hava ein tilbúgvingarstovn, sum í dag kallast Tilbúgvingar- og brunaumsjón Landsins, men eg havi varhugan av, at leiðarin, Hendrik W. Joensen, hevur ov lítið av peningi at arbeiða við, sigur Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Runavík Vilmund Jacobsen Á Faroexpo týsdagin hitti Vikublaðið Eli Lassen, stjóra á Atlantic Supply Base (ASB), sum er oljuútgerðarhavnin í Runavík. Nú løgtingsval stundar til, er tað av hansara stóra áhuga, hvat sitandi politkarar og nýggj valevni, sum bjóða seg fram, hugsa sær við til­ búgving í framtíðini. Neyvan nakar situr nærri hesum spurningi enn júst Eli Lassen, sum við støðini í Runavík veitir tænastur til oljufeløg, ið arbeiða á før­ oyska langdgrunninum. Tøgn um tilbúgving Eli Lassen sigur, at hann hev­ur verið á onkrum ein­ støk­um politiskum fundi um kvøldarnar, men hann hoyrir ikki eitt orð nevnt um til­búgving. Ei heldur eru hesi viðurskifti honum kunnugt nakar týðandi partur av val­ skrá­unum hjá teimum flokk­ um og persónum, sum bjóða seg fram til at stýra Føroyum inn í framtíðina. – Vit hava ein tilbúgv­ing­ ar­stovn, sum í dag kall­ast Tilbúgvingar-og bruna­um­ sjón Landsins, men eg havi varhugan av, at leiðarin, Hen­drik W. Joensen, hevur ov lítið av peningi at arbeiða við. Mær vitandi er tað Lands­verk, sum í løtuni er ovasti myndugleiki á til­ búgvingarøkinum. Eg vildi hildið, at tilbúgv­ingar­stovn­ urin og leiðari tess skuldu sitið ovast uppi og við borðendan, tá avgerðir skulu takast. Eli vísir á, at eitt er, hvat dagliga kann henda í havnum og kring oyggjarnar við tí vanligu skipaferðslu, sum her er. – Men eitt annað, sum vit ikki eiga gloyma og enn minni at undirmeta, eru øll tey ferðamannaskip, sum koma hendan vegin um sumr­arnar, og beint í løtuni liggur eitt risa gasstangaskip í Nólsoyarfirði. Eingin sigur, at her skal nakað henda, ei heldur við teimum stóru ferða­mannaskipunum, sum koma higar. Men hvat gera vit, tá tað, vit ikki væntaðu, kortini hendir? spyr stjórin á Atlantic Supply Base. Lítið av útgerð Eli Lassen vísir á, at tað bert eru fá ár síðan skipsbrotið við trolaranum Olshanu á Flesjunum, og enn liggur olj­ an umborð á skipinum, sum liggur við botnin. – Einaferð kemur tann dagur, tá hesir tangar fara á hol, og hvat gera vit tá? Hann sigur, at bjarg­ingar­ feløg, kommunur og onk­ur stovnur eiga nakað av út­ gerð, men her er eingin sam­ skiping, ið munar. – Sperrurnar, sum eru í Før­oyum tilsamans, røkka kanska ein kilometur, meðan tein­urin millum Raktanga á Strond­um og næsta land vestan -ella sunnanfyri er fleiri kilometrar. Hann endurtekur spurn­ ingin, hvat myndugleikarnir á økinum ætla sær at gera, tá dálkingarvanlukkan hóttir firðir, sund og fjøru. – Nú løgtingsval stundar til, haldi eg, at fólk eiga hugsa um hesi viðurskifti, ið tykjast flóta sum best ber til. Hann leggur aftrat, at tá olja fer á sjógv, tykjast øll vilja sleppa undan at gjalda fyri upptøkuna. – Rokningarnar fyri tað, sum slík upptøka kostar og fyri leigu av útbúnaði til upptøku, ferðast líka sum bara aftur og fram millum fleiri partar, sigur Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base. Stór skip vitja í Føroyum, tá oljuboringar fara fram, og um summrarnar vitja eisini nógv ferðamannaskip Mynd: ASB