mikudagur 26. oktober 2011síða 45
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NORA søkir
samskipara til
Hallo Norden
Norrønt Atlantssamstarv
NÝTT STARV
Hallo Norden er kunningartænasta undir
Norð ur lendska Ráðharraráðnum. Hallo Norden
hevur fólk í starvi í Svøríki, Danmark, Noregi,
Íslandi, Finnlandi og Álandi. Nú letur Hallo
Norden upp skrivstovu í Føroyum. NORA skal
umsita tænastuna, tí søkja vit eftir samskipara.
Starvið, sum er hálvtíðarstarv, verður fyribils
sett í eitt tvey ára skeið. NORA miðar ímóti at
seta starvið 1. januar 2012.
Hallo Norden skal virka fyri at menna flytføri
(mobilitetin) í Norðurlondum. Tað verður gjørt
við at hjálpa privatfólkum og fyritøkum við
kunning í sambandi við flyting, starv ella
lestur í einum øðrum Norðurlandi.
UPPGÁVUR
Sum samskipari kemur tú í høvuðsheitum at
arbeiða við:
• At skriva og dagføra kunning um Føroyar á
Norden for dig-síðunum á www.norden.org
• At svara munnligum og skrivligum fyri-
spurn ingum frá privatfólkum og fyritøkum
• At vera við í arbeiðinum við frágreiðingum
um millum annað hvussu lógarverkið forðar
flytføri í Norðurlondum
• At gera Hallo Norden sjónligt í Føroyum
• At samskifta við starvsfelagar í Hallo
Nord en í hinum Norðurlondunum
Hini starvsfólkini á NORA vera – eftir tørvi –
eisini partur av Hallo Norden uppgávunum
eins og tú eisini fært møguleikan at arbeiða
við øðrum uppgávum á NORA, sum t.d. fyri-
skipan av ráðstevnum, meting og eftirlit við
verkætlan um o.a.
FØRLEIKAR
Vit vænta:
• At tú hevur eina hægri útbúgving innan eitt
økið, sum er viðkomandi í mun til arbeiðs-
uppgávurnar, t.d. innan samfelagsfrøði,
løgfrøði, sosialmál ella samskifti
• At tú hevur góðan kunnleika um føroyska
samfelagið og evni at seta teg inn í viðkom-
andi lógir og kunngerðir
• At tú ert tænastusinnað/ur og hevur evni
at miðla. Tú skalt duga føroyskt, danskt og
enskt bæði í skrift og talu
• At tú ert før/ur fyri at fáa gott samband
við viðkomandi embætisfólk og tey, sum
taka avgerðir um tær lógir og fyriskipanir,
ið privatpersónar og fyritøkur hava tørv á í
sambandi við flyting millum Føroyar og eitt
annað Norðurland
• At tú ert bæði ágrýtin og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
Lønar og setanarviðurskifti eru við støði í
viðkomandi sáttmála.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Lars
Thostrup, stjóra á 214468 ella teldupost
lars@nora.fo
Umsóknin skal sendast teldutøk til nora@nora.fo og vera NORA í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. november 2011.
Umsóknin skal skrivast á donskum og stílast til Norrønt Atlantssamstarv, att. Lars Thostrup.
Norrønt Atlantssamstarv, NORA · undir Bryggjubakka 17 · Postboks 259 · FO-110 Tórshavn · E-mail: nora@nora.fo