mikudagur 26. oktober 2011síða 66
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 43 l 26. oktober 2011
16
Løgtingsval
Vikutema
Kaj Leo Holm Johannesen hevur út
skrivað val at vera til løgtingið leygar
dagin 29. oktober. Tá ið valið verður
av, og tað verður fíntalt, verður tað
greitt, hvussu býtið millum flokkarnar
verður, og síðani verður farið undir
samráðingar við tí endamáli at finna
út av, um Kaj Leo skal halda fram sum
løgmaður, ella um ein annar skal seta
seg í stólin ytst á Tinganesi.
Um løgmaður metir, at valúrslitið
boðar frá, at hann framvegis hevur und
irtøku í løgtinginum, so er møguleiki hjá
honum at halda fram. Tað kann hann
gera, um hann ikki hevur ein meiriluta av
løgtinginum ímóti sær.
Tað er møguleiki
hjá løgmanni at geva
valdið frá sær, og úrs
litið kann eisini laga
seg soleiðis, at hann
verður
noyddur
at
leggja frá sær, og tískil
verður neyðugt at velja
nýggjan løgmann.
Tað er Løgtingið,
sum velur løgmann.
Hetta
verður
gjørt
sambært Stýrisskip
anarlógini, grein 28,
har tað verður sagt
soleiðis:
§ 28. Tá ið løgmaður
skal verða tilnevndur,
boðar
løgtingsfor
maðurin formonnu
num fyri flokkunum,
ið umboðaðir eru á
løgtingi, hvørjum sær til samráðs.
Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at
fráfarandi løgmaður hevur biðið um
at verða loystur úr embæti, leggur
løgtingsformaður uppskot um løg
mansevni fyri løgtingið. Um løgtings
val verður, ella løgmaður doyr, gongur
freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti ting
fundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið
løgmaður doyði.
Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4.
yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð,
greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøð
ur meiri enn helmingur av øllum ting
monnum ímóti uppskotinum, er tað
fallið. Annars er tað samtykt.
Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá
løgtingsformanninum um løgmans
evni, boðar formaðurin aftur til sam
ráðs sambært stk. 1 og setur innan
4 yrkadagar eftir at uppskot hansara
var havnað framaftur uppskot um
løgmansevni, sum løgtingið sama
dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum
í stk. 3.
Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir
hevur felt uppskot løgtingsformansins
um løgmann, skrivar starvandi løg
maður út nýval til løgtingið.
Løgmaður og
Løgtingið avgera
lagnuna hjá løgmanni
Løgmansheitið er aldargamalt og hevur verið nýtt í Føroyum allar tíðir. Inntil
1816 stóð løgmaður á odda fyri dómstóli landsins, sum var løgtingið.
Hans Jacob Debes, sáli, sigur soleiðis um løgmansstarvið frá tíðini, tá
Sverri var kongur í Noregi í 1100 talinum, ( Føroya Søgu bind I, s. 195):
Longu undan Landslógini tilnenvdi kongsins umboðsmaður, sýslumaður,
nevndarmenninar. Nú verður løgmaður, sum fyrr bert var lógkønur, ráðgevari
hjá løgrættuni, men ikki limur í henni, formaður á løgtinginum og er við í
avgerðum sum umboðsmaður kongsins. Fyrr valdu bøndujrnir hann, men
í kongstíð Sverris var hann vorðin kongligur umboðsmaður. Útskurður hjá
løgmanni verður nú meira og meira roknaður sum dómur. Eftir Landslógini
dømir hann einsamallur í málum um pening og góðs, og løgrættan kann
tá ikki broyta dóm hansara, men bert skjóta hann inn fyri kong. Frá
1200-talinum verða løgmenninir løntir við jørð, gjøldum og einum serligum
løgmanstolli, sum bøndurnir lótu.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir Føroya løgmenn. Tó verður víst á, at óvissur eru
í tíðini upp til 1531.
Føroya løgmenn:
Gilli løgmaður
Nevndur í føroyingasøgu
Sjúrður løgmaður
Símun løgmaður
1350
Haraldur Kálvsson
1412
Jørundur Skógdrívsson
1479
Tormóður Sigurðsson
1531
Andras Guttormson, Kálgarði, Sumba
1531-1544
Guttormur Andrasson, sonur A.G.
1544-1571
Jógvan Heinason, bóndi, Lamba
1572-1583
Ísakur Gottormsson, bóndi, Vági
1583-1588
Pætur Jákupsson, Kirkjubø
1588-1601
Tummas Símunarson, Kaldbak
1601-1608
Sakaris Tórmóðarson, Eiði
1608-1629
Jógvan Justinussen, Hattarvík
1629-1654
Baltsar Jacobsen, útlendingur
1655-1662
Jógvan Pálsson, Oyri
1662-1677
Jákup Jóanson, bóndi, Dalsgarði
1677-1679
Jóhan Hendrik Weyhe, útlendingur
1679-1706
Sámal Pætursson, Lamba
1706-1755
Hanus Jákupsson Debes, Oyri
1755-1769
Thorkild Fieldsted, útlendingur
1769-1772
Jacob Hveding, útlendingur
1772-1786
Johan Michael Lund, útlendingur
1786-1805
Jørgen Frants Hammershaimb, Tórshavn 1806-1816
Kelda: tinganes.fo
Heitið er 1000
ára gamalt
Tingfundur í 1897