Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 20 Tíðindi Vilmund Jacobsen Tá Havstovan herfyri heiðraði fýra av manningini, sum hava siglt við hav­ rannsóknarskipinum, Magnusi Heina­ syni, í meiri enn fjórðingsøld, tók ein teirra orðið eftir handan av blómum og brævbjálva við gávu. Teir, sum vórðu heiðraðir hendan dagin, vóru skiparin, Dánjal J. Lydersen, báðir kokkarnir, Sigmund Djurhuus og Esbern Poulsen, sum allir tríggir hava siglt við skipinum í 30 ár og meiri – og so dekkarin, Rósing Lydersen, sum hin 2. september í ár hevði siglt við Magnusi Heinasyni í 25 ár. Tað var eisini Rósing, sum valdi at siga nøkur orð, eftir at Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, hevði sagt, at Rós­ ing er arbeiðsamur – og er altíð klárur at taka fatt, sum stjórin tók til. Tjenti minni Rósing Lydersen segði, at tað var ikki hýran, sum fekk hann at taka kjansin við havrannsóknarskipinum. – Eg hevði siglt við Skálabergi, har eg tá hevði tjent meiri enn 400.000 krónur, og tí fór eg nógv niður í løn við starvinum umborð á Magnusi Heina­ syni, har hýran tá var munandi lægri. Dekkarin segði, at hesi 25 árini, hann hevur siglt hjá Havstovuni, hevur stovnurin havt tríggjar stjórar, Jákup Sverra Joensen, Hjalta í Jákupsstovu – og nú Eilif Gaard. – Um eg ikki taki feil, hevur Magnus Heinason í sama tíðarskeiði havt sjey reiðarar. Tað merkir, at hvør reiðari hevur verið í starvi í hálvt fjórða ár. So, kanska er tað ikki so gott lív at vera reiðari hjá skipinum, hóast manningin eftir øllum at døma stórtrívist. Søguligir menn Rósing Lydersen var bæði álvarsmur og skemtiligur í sínari takkarrøðu. Hann vísti á, at manningin umborð á Magnusi Heinasyni eisini hevur verið við til at lagt grundarlag undir eitt pro­fessaraheiti. – Nú Havstovan heiðrar okkum, eru eisini søguligir menn við til hesa hátíðarløtu. Dekkarin vísti eitt nú til Boga Han­ sen og ritgerðina, sum gjørdi hann til professara. – So, okkara arbeiði og okkara kann­ingar við Magnusi Heinasyni hava ikki verið til fánýtis, legði Rósing Lyder­sen aftrat. Eisini skaðar Í røðu síni vísti dekkarin eisini á, at teir ikki vóru slopnir undan skaðum hesi 25 árini, hann hevur siglt við hav­ rannsóknarskipinum. – Men tað er ikki tí, at biðið ikki verð­ur fyri føroyskum sjófólki. Tað er ikki dagur, har ikki verður biðið fyri okk­ um sum sigla, segði Rósing Lydersen, dekkari við Magnusi Heinasyni. Vit kunnu leggja aftrat, at Rósing er beiggi skiparan, Dánjal J. Lydersen. Rósing tjenti nógv meiri við Ennibergi – Tá eg fór við Magnusi Heinasyni í 1987, hevði eg tjent meiri enn 400.000 krónur við Skálabergi. Eg fór tí nógv niður í løn, tá eg fór at sigla fyri Havstovuna, segði Rósing Lydersen, ið hevur siglt sum dekkari við Magnusi Heinasyni eina fjórðingsøld Eitt úrslit av okkara arbeiði umborð á Magnusi Heinasyni er, at Bogi Hansen er vorðin professari, segði Rósing Lydersen brosandi, tá hann segði nøkur orð á Havstovuni herfyri Mynd: Rógvi K. Mouritsen Vilmund Jacobsen Í smiðjuni hjá Tangavirkinum í Vági hong­ur hetta flatjarn á vegginum, sum lesarin sær á hesi myndini. Flat­jarnið er ein sentimetur tjúkt og tríggjar sentimetrar breitt. Mortan Mortensen, stjóri á Tanga­ virkinum, sigur seg ikki ordiliga kenna søguna aftan fyri flatjarnið og Ursus. – Hetta var í fimmtiárunum og soleiðis langt fyri mína tíð. Ein maður kom inn á Tangavirkið og spurdi, um virkið hevði flatjarn at selja sær. Jú, tað høvdu tey. Tá hann spurdi um prís, fekk hann jarnið fyri einki. Dagin eftir kom maðurin aftur við jarninum, og tá sá tað út, sum myndin vísir. Mortan Mortensen sigur, at teir, sum vóru á virkinum hendan dagin og seldu manninum flatjarnið, vistu ikki, at maðurin var sterki íslendingurin, Ursus, sum var í Føroyum um hetta mundið og vísti sína styrki. – Sama kvøld, sum hann fekk flat­ jarnið á Tangavirkinum um dagin, hevði hann verið í Framtíðini í Vági og víst, hvat hann megnaði. Tá hevði hann tikið hetta jarn aftur um nakkan, boygt tað fram yvir og síðan snarað tað runt um armarnar. Vikublaðið spurdi eisini Mortan Mortensen, um nakar í smiðjuni hevði megnað at gjørt nakað slíkt við eitt jarn av hesum slag. – Her eru nógvir góðir og evnaríkir menn – eisini onkur sumbingur – men eg vænti ikki, at nakar hevði megnað meiri enn kanska at boygt jarnið eitt lítið sindur, segði stjórin á Tangavirkinum, Mortan Mortensen. Tá Vikublaðið vitjaði í Suðuroy herfyri, duttu vit á eina fitta søgu um sterka íslendingin, Ursus, sum í fimmtiárunum vitjaði í Vági Ursus boygdi flatjarn í Vági Rað er ikki dagur, har ikki verður biðið fyri okkum sum sigla Tað er ótrúligt, at nakað menniskja kann hava boygt hetta jarnið, soleiðis sum myndin vísir Mynd: Vilmund Jacobsen