Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 72

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 22 gull móttøka Gull løta í Mullers pakkhúsi At B36 í ár vann FM-kappingina í mans­fótbólti er ikki bara ein heiður fyri árstalsfelagið, sum í ár rundaði tey 75. Talan er sanniliga eisini um ein heið­ur fyri Tórshavnar Kommunu, og sum vant skipaði býráðið fyri móttøku, nú talan enn einaferð var um FM-gull til eitt høvuðsstaðarfelag. Móttøkan varð hildin í framúr hølunum í Mullers pakkhúsi, og um­ framt døgurða og góðar røður, varð løtan eisini merkt at kanska heldur óhátíðar­ligum stemningi. Og ikki minst var talan eisini um framúr tónleik frá Kim Hansen, James Olsen og Terja Rasmussen. Allir tríggir svornir B36- viðhaldsmenn, og sjálvandi framførdu teir fleiri av teimum løgum, sum teir millum ár og dag hava smíðað til felagið. Nakrir av nýkosnu meistarunum við FM-steypinum. Standandi eru Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Jákup Højgaard, Lukasz Cieslewicz, Høgni Eysturoy og Hørður Askham. Húkandi við steypinum er Klæmint Matras Myndir: Álvur Haraldsen Jákup á Borg saman við konuni, Susi Mahmud Suleyman og unnustan, Renata Klæmint Matras vildi ikki reiðiliga sleppa steypinum. Her sæst hann saman við konuni, Biritu Lukasz Cieslewicz saman við unnustini, Edytha