mikudagur 26. oktober 2011síða 74
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 43 l 26. oktober 2011
24
Vilmund Jacobsen
Tað var í 1980, at Føroya Landsstýri
keypti
Magnus
Heinason
til
havrannsóknir. Skipið varð umbygt,
áðrenn tað í 1981 byrjaði sítt virksemi
at savna inn data um havlívfrøðiliga
partin av føroyska landgrunninum.
Sum vit hava sæð í Vikublaðnum, hava
nakrir av manningini, sum framvegis
sigla við hesum skipi, verið við øll árini.
Ein av monnunum er skálvíkingurin,
Dánjal J. Lydersen, ið annars hevur
siglt, síðan hann var blaðungur.
Lívsleiðin
hjá
honum
á
skips
dekki byrjaði umborð á Brandi
Sigmundarssyni á hávetri í 1967.
Flestu
árini
hevur
hann
siglt
við trolara, og í 1980 fór hann
umborð á Magnus Heinason. Síðan
seinast í nítiárunum hevur hann
fastur og fyrsti skipari umborð á
havrannsóknarskipinum.
Tá
Føroya
Landsstýri
keypti
skipið í 1980, varð ikki farið undir
havrannsóknir beinanvegin. Skipið
var á ísfiski nakrar túrar í 1980. Síðan
varð tað umbygt og fór nakað út á árið
1981 undir tað virksemi, sum tað øll
árini hevur havt kring um á havinum.
Magnus Heinason hevur verið eitt gott
skip, men sum stjórin á Havstovuni,
Eilif Gaard, segði við hátíðarhald á
stovninum herfyri, so hevur alt sína
tíð, eisini Magnus Heinason.
Í dag er tað eitt tað størsta ynski hjá
Havstovuni, at nýtt havrannsóknarskip
verður tókt um eini trý ár, og alt
bendir á, at so verður, nú skipasmiðjan
Mest hevur fingið til uppgávu at
detailprojektera eitt nýtt skip til
Føroya Landsstýri og Havstovuna.
Havrannsóknir í 30 ár
Bilurin hesa vikuna er ein Peugeot
404 stationcar hjá Niels Olsen í
Vestmanna, sum koyrdi á bilstøðini
Bil. Niels koyrdi rutukoyring millum
Havnina og Vestmanna við hesum
bilinum.
Myndin er tikin í 1968 uttan fyri
bilstøðina Bil í Vestmanna. Gentan er
Sunrid Joensen, ið arbeiddi sum tele
fongenta á bilstøðini.
Peugeot 404 stationcar var ein
stórur og rúmligur 7-persónabilur,
ið varð nógv brúktur sum hýruvognur
til rutukoyring í Føroyum. Peugeot
404 vórðu framleiddir í Fraklandi frá
1960 til 1975.
Peugeot 404 hjá Niels Olsen
Hann hevur roynst
væl, men alt hevur
sína tíð
Bilurin hesa vikuna er fastur
táttur í Vikublaðnum: Lesarar
eru vælkomnir at senda okkum
gamlar myndir (helst myndir
sum eru eldri enn umleið 1970)
saman við stuttum teksti og
upplýsingum til adressuna:
maggi@sosialurin.fo.
Koyr greinarnar
niðan um garðin ??
Her á Vikublaðnum biða vit tey koyra greinarnar í
teldupost. Men Vestmanna kommuna, sum er í kapping
við Vikublaðið, um greinar, har biða tey fólk
koyra greinarnar niðan um garðnin.
Myndaeigari:
Bergtóra Blástein
Úr savninum
hjá Páll Hellu
Magnus Heinason, sum Føroya Landsstýri keypti í
1980, hevur nú gjørt havrannsóknir í 30 ár. Í dag
vónar Havstovan, sum rekur skipið, at nýtt skip kemur
fyri Magnus Heinason um eini trý ár ella so