Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 84

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 34 Inventar Tænastan er ein fyritøka við sera stórum vøruúrvali og er heildarveitari av innbúgvi og útgerð til handlar, goymslur, skrivstovur, skúlar, stovnar, barnagarðar og eldrabýlir. Ein fyritøka sum satsar mest upp á vinnukundar men eisini selur til privatfólk. Fyritøkan varð upprunaliga stovnað í 1990. Í 1994 keypti Jørgen Petersen fyritøkuna, sum fekk navnið Inventar Tænastan og helt til í R.C.Effersøesgøtu. Í november 1997 flutti Inventar Tænastan í egnan bygning við Heygsvegin. Hølini eru innrættað soleiðis, at í niðaru hæddini er handil og í ovaru hæddini eru stór framsýningarhølir við skrivstovuinnbúgvi og innbúgvi til eldrabýli, sum kann síggjast og roynast har. Inventar Tænastan eigur eisini ein goymslubygning í Akranesgøtu. Umframt inventar selur Inventar Tænastan eisini ymiskar gávulutir so sum NOMESS og innpakningspappír. Okkara styrki er stór goymsla og kappingarførar prísir. Vit marknaðar føra okkum við stórari vørugoymslu, so kundin næstan altíð fær tað hann biður um. Eisini hava vit heimasíðuna inventar. fo, sum altíð er dagførd, har vit sýna ein part av okkara vøruskrá og alt tað nýggjasta sum kemur á marknaðin, sigur Jørgen Petersen stjóri í Inventar Tænastuni. Í sambandi við innrætting av skúlum, handlum og skrivstovum selja vit heildarloysnir, har vit eisini uppseta innbúgvið. Jørgen sigur, at tað hevur stóran týdning at velja rætt skrivstovuinnbúgv, sum t.d. borð og stólar, ið kunnu stillast eftir tørvinum hjá tí einstaka starvsfólkinum. Hetta fyri at umgangast arbeiðsskaðar og harvið mista arbeiðstíð. Av víðagitnu veitarum okkara kunnu vit millum annað nevna: Duba-B8, Conset, RBM og Lekolar. Í samstarvi við Comfort Design hevur Inventar Tænastan eitt stórt úrval av innbúgvi til eldrarøktina. Comfort Design er eitt kent merki innan eldrarøktina í Føroyum, sum hevur veitt innbúgv til fleiri ellis- og røktarheim. Vit leggja stóran dent á at selja møblar sum økja um lívsvirði. Innbúgvið er ein samanrenning av vøkrum sniði og dygdargóðsku, at tað er gott at sita í og brúkaravinarlit. Fleiri av møblunum hava vunnið sniðgevaraprísir og fingið stóra viðurkenning í ergonomiskum tiðarritum, sigur Jørgen Petersen stjóri í Inventar Tænastuni. Vit eru ein fyritøka sum selur alt frá innrætting aV handlum, skúlum og skriVstoVum til innpakningspappír, sigur Jørgen petersen stJóri í inVentar tænastuni Við heygs­ Vegin, sum heVur stór framsýningarhølir, har Vørurnar kunnu síggJast og roynast Inventar í breiðastu merking Jørgen Petersen stjóri í Inventar Tænastuni Tekstur: Magnus Gunnarsson / Sosialurin 341800 Jólapappír Fundarborð