Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 87
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 87

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ferð á Føroyar: Erlendur stóð við sítt – tí fi ngu vit 200 fjórðingar Erlendur Patursson var formaður í Tjóðveldisfl okkinum frá 1948 til 1986. Hann livdi og doyði fyri rættindunum hjá Føroyum og fi skimanninum. Í 1954 fór hann sum formaður í Føroya Fiskimannafelag í geglið fyri sínar limir í sambandi við harðverkfall tá. Í 1962 gjørdist Erlendur landsstýrismaður við fi skivinnu- og fíggjarmálum, og í 1964 varð føroyska fi skimarkið fl utt út á 12 fjórðingar. Hann sigldi tá fram við øllum markinum við føroyskum vaktarskipi. Erlendur varð mangan skírdur treiskur, tí hann stóð við sítt og kravdi rætt føroyinga. Hann stóð í sjeytiárunum fast við, at føroyska fi skimarkið skuldi út á 200 fjórðingar. Og hann fekk sín vilja. Tann 1. januar í 1977 varð fi ski markið fl utt út á 200 fjórðingar. Tjóð veldisfl okkurin, Javnaðarfl okkurin og Fólkafl okkurin sótu í samgongu tá. Síðan hava Føroyar verið nógv størri enn Danmark. Tjóðveldi byggir enn sín politikk á visjónirnar hjá Erlendi um einar sjálvberandi og burðardyggar Føroyar. Skynsama stovnsrøkt setti hann høgt. Og nú skapa vit eina lønsama og burðardygga fi skivinnu í føroyskum sjógvi. Visti tú, at Erlendur tók stig til Norður- landahúsið í Føroyum? Mong hildu húsið vera óðamannaverk, men síðan hava bæði Bill Clinton og Al Gore hildið fyrilestrar har. Visti tú, at Erlendur altíð stóð fast við, at undirgrundin var føroysk? Í 17 ár stríddust føroyingar við danskarar um hendan spurning. At enda gjørdist undirgrundin okkara.