fríggjadagur 28. oktober 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tá ið ein 36 ára gamal maður
15. juni í ár varð funnin sekur
í at hava neyðtikið eina unga
kvinnu, reyk hann upp úr
stólinum og kærdi dómin á
staðnum. Dómurin var fong
sul í hálvt annað ár.
At hann kærdi, hevði við
sær, at hann skuldi sita varð
haldsfongslaður, til lands
rætturin tók málið upp.
Tískil hevur hann sitið í
Mjørkadali, líka síðan hann
varð handtikin 26.mai, í fimm
mánaðir. Eitt skifti noyddist
hann at sita í Vestre Fængsel
í Danmark. Tað var meðan
Paul Watson var í Føroyum,
og varðhaldið noyddist at
hava nakrar klivar tøkar, um
onkrir samanbrestir fóru at
vera.
Eftir
dómin
í
Føroya
rætti fekk maðurin sær
nýggjan danskan sakførara,
og kanska var tað hetta sum
gjørdi, at Eystari landsrættur
frídømdi mannin. Ákærin
var eisini ein annar.
Málið snúði seg um, at
maðurin eitt kvøld var farin
í býin í Havn, og saman við
øðrum hevði hann drukkið
nógv.
Tá ið vertshúsið læt aftur,
fór hann saman við fimm
øðrum fólkum heim til tveir
menn at ballast víðari.
Klemmaðust
Tann unga kvinnan, sum
meldaði hann fyri neyðtøku,
greiddi frá, at hon als ikki
hevði havt áhuga í mannin
um, men nøkur vitni søgdu
nakað annað. Eitt nú høvdu
hon og maðurin sitið og
klemmast í hýruvogninum.
Tað segði hýruvognsførarin.
Eitt annað vitni segði, at
tá ið tey komu inn í húsini
at ballast, hevði gentan sitið
og kávað uppi á manninum,
og hetta vitni hevði biðið
tey fara onkra aðrastaðni.
Fleiri rúm vóru í húsunum.
Hon tímdi ikki at síggja upp
á tey.
Eitt vitni segði, at gentan
longu á vertshúsinum hevði
víst áhuga fyri manninum.
Hon hevði sagt við hetta
vitni, ein vinmann, at hon
var øvundsjúk, tí hann tosaði
við aðrar kvinnur.
Annars vóru vitnisfrá
greiðingarnar mótstríðandi,
tí næstan øll vitnini høvdu
verið so full, at tey mintust
lítið og einki. Og summi
mintust skeivt.
Eitt skrýggj
Ein genta, sum var blanka
edrú, hevði verið á loftinum,
tá ið hon hoyrdi eitt skríggj
av vesinum, har tann nú frí
dømdi maðurin og hin gent
an vóru farin innar.
Onnur fóru inn at vita,
hvat var áfatt. Gentan segði
einki, og hann segði, at einki
var áfatt.
Nær hetta skríggið kom,
var ógreitt, tí vitnisfrágreið
ingarnar vóru so ymiskar.
Gentan varð í rættinum
tráspurd, hví hon ikki rýmdi
út av baðirúminum, tá ið
hurðin ikki var læst, og vin
fólk hennara sótu stutt frá.
Hon svaraði ikki rættiliga.
Hon hevði verið bangin, segði
hon.
Hon segði eisini, at hon
fyrst hevði ringt eftir bili,
men tá ið hon kom út, var
bilurin farin, og hon prajaði
tí ein annan.
Hetta samsvaraði ikki við
tað, sum onnur søgdu. Hon
var farin við tí bilinum, sum
hon hevði ringt eftir, Hon
hevði biðið um at fáa júst
tann bilin, tí maðurin, sum
koyrdi, var ein fyrrverandi
sjeikur hennara.
Vitni hava eisini sagt, at
gentan og frídømdu maðurin
høvdu sitið uttanfyri, meðan
hon bíðaði eftir bilinum.
Haraftrat bar als ikki til at
praja ein bil uttan fyri húsini,
tí tað var blindgøta.
Beit mannin
Sum
frídømdi
maðurin
greiddi frá, var gentan mitt
í øllum farin at býta frá sær.
Tað gjørdi hon bókstavi
liga, tí hon beit hann bæði í
andlitið og í bringuna.
Gentan fór við hýrivogn
inum til politistøðina. Har
sat hon og prátaði og segði,
hvat var hent, men hon vildi
kortini ikki melda.
Seinni um dagin fór hon
aftur á politistøðina og meld
aði.
Hon segði í rættinum, at
hon hevði ikki álit á politi
num. Hon var misbrúkt sum
barn, men maðurin gekk
fríur. Hon hevði eisini áður
meldað neyðtøku, men varð
ikki tikin fyri fult.
Kundi verið farin
Eystari landsrættur valdi
at trúgva manninum og frí
dømdi hann fyri neyðtøku.
Rætturin legði millum
annað til grund fyri frídøm
ingini, at gentan hevði havt
fleiri møguleikar at rýma av
vesinum, um hon vildi sleppa
út.
Frídømdur
fyri neyðtøku
Eftir at hava sitið í Mjørkadali í fimm vikur við einum neyðtøkudómi hangandi yvir sær, kundi ein 36 ára gamal
maður hósdagin fara út úr rættinum sum fríur maður. Tað var ikki neyðtøka, segði Eystari landsrættur
Maðurin fór í býin og drakk seg fullan. Býartúrin fekk álvarsligar avleiðingar