Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á Vágaportalinum er ein lýsing frá Páll á Reynatúgvu, har hann spyr: »Hví rinda húsini 3 ferðir?« At hann kemur sær. Eg havi júst rindað honum fyri jørð, eitt virði sum er fleiri ferðir tað, sum hann heldur verða óverdugt í sínari reklamu. Men munurin í reklamuni hjá Pálli, ímillum húseigaran og meg sum havi havt viður­ skifti við Páll, er at tey sum rinda fyri húsini hava eini hús tey eru í. Men eg havi bert eina kvittan fyri, at eg havi goldið Pálli á Reynatúgvu nærum tríggjar milliónir fyri einki. Einans tí at eg hevði álit á honum. Trúði tí hann segði við sínari mildu framferð, tá hann hevði brúk fyri mær. Men álitið rakk ikki longur, enn at tjóðveldismaðurin Páll á Reynatúgvu fylti sær lummarnar av peningum fyri eitt luftprojekt av einum golfvølli. Mínar royndir eru, at eg stóli ikki upp á handan mannin. Hann var eisini valdur tvær ferðir i løgtingið fyri eina ítróttarhøll í Sandoy, sum ikki kom fyrr enn Gerhard Lognberg fekk frið at arbeiða við henni, tí Páll fall til seinasta løgtingsval. Tað sigst, at einasta sum Páll á Reynatúgvu hevur fingið til Sandoyar sýslu øll árini hann hevur sitið í tinginum, er ein pullart til Stóru Dímun. Men hesin hvarv av fíggjarlógini, áðrenn hann varð uppsettur. Samanumtikið stóli eg ikki upp á Páll á Reynatúgvu. Golfvallarprojektið fór í ommu sína, tað var nokk ongantíð har. Men Páll á Reyna­túgvu gjørdist nærum tríggjar milliónir ríkari og kann nú føra valstríð fyri teir pengarnar, sum eg havi goldið. Eg siti eftir við ongum. Hvørki projekti ella jørð. Føli meg lumpaðan út í æsir. Eg skuldi havt at lisið sáttmálan, áðrenn eg skrivaði undir. Men alt skuldi ganga so skjótt fyri seg, at eingin umhugsunartíð var, projektið skuldi eitast at verða har, alt var 100%. Men tað kann prógvast, at eg havi onga jørð og einki projekt. Tí skal mín áheitan verða, at verið varin hvønn tit velja. Tað kann verða, at tit rinda meira enn tríggjar ferðir ov nógv fyri atkvøðuna. Anfinn Rubek Nielsen Páll á Reynatúgvu – hví rinda meira enn tríggjar ferðir fyri einki? Kjak Ja hetta er so seinasti kjansur at velja Heina O. Heinesen, tí eg stilli ikki uppaftur. Men nú havi eg stilað upp, og so vil eg gjarna blíva valdur. Eg havi ein boðskap, ein góðan bodskap, haldi eg sjálvur, sum stendur í bein­ ari linju vid fiski- og verka­ mannakósina hjá Ellinti, sum teir nú hava drigið fram í valstríðnum. Prýða seg við læntum fjaðrum. Tað hevur havt sín prís at vera ósamdur við leiðsl­ una, at hava staðið við míni sjónarmið. Eg eri blivin útihýstur frá øllum álitis­ sessusm og øllum fjølmiðlum til hetta valið. Men eg veit ikki, hví eg skal straffast fyri tann skeiva fiskivinnipolitikkin hjá Tjódveldi, tí eg eri ikki samdur við teimum! Øll vita, hvar Heini O. Heinesen stendur, og altíð hevur staðið, eingin ivast í tí, eg broyti ikki støðu frá degi til dags. Men Tjódveldi spælir eitt farligt spæl, teir vilja gjarna hava meg á listanum fyri at kradda mínar atkvødur, men teir vilja ikki hava meg, Men teir skulu fáa ein skarpan gang hetta valið! Eg heiti inniliga á fólk um at velja meg persónliga, eina seinastu ferð. Sjálvt um eg eri sera vón­ svikin av Tjódveldi, at teirra óerliga spælið móti elsta manninum í flokkinum, so eri eg til reidar at fara til arbeiðis og gera eitt gott arbeiði á tingi. Eg eri so góður við flokkin, sjálvt um tey ikki eru góð við meg. Eg havi brúkt alt mítt lív upp á flokkin og hesa hugsjónina, og so fari eg bestemt ikki at lata meg kassera uppá grund av eini forbrendari tilfeingisbúð. Heini O. Heinesen LØGtingsvalið 2011 Tí nú rekur hart á kíkin Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Ein sum torir at taka avgerðir John Johannessen Sosialurin 341800 www.j.fo