Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgtingsvalið nærkast, og flokkar og valevni bjóða seg fram. Summi brúka ivaleyst nógvar pengar upp á markn­aðar­føring, meðan hetta letur seg minni hjá øðrum, har tað grynnir í pengapunginum. Herfyri sást enntá, at lýsingarpláss var selt á upp­ boði, men tað bleiv tíbetur steðgað. Tað ber til at temja marknaðarkreftirnar. Tað týdningarmikla er tó, at vit fáa fólk á ting, sum eru skilafólk, og sum hava hjarta og vilja til at virka fyri onnur. Løgtingið er hægsti myndug­­leiki føroyinga, og tí er týdn­ingarmikið, at vit velja fólk, sum vit hava hava álit á, og sum duga at halda høvdið kalt og hjarta heitt. Veljið skilafólk og veljið samhaldsfast! Theodor Eli Dam Olsen valevni Javnaðarfloksins LØGtingsvalið 2011 Løgtingið – høvdið kalt og hjartað heitt Í sínum skatta­lógar­­upp­ skoti, sum Javn­að­ar­ flokkurin al­manna­kunn­ gjørdi herfyri, verður sagt, at um­legg­ingin av skatti­num m.a. skal gjald­ ast av DIS-skipanini. Onkur hevur tí for­vit­in spurt, um Samband­s­flokk­ urin tekur undir við Javn­ að­arflokkinum í hesum máli. Her kann eg svara púra greitt, at Sambands­flokk­ urin ongar ætlanir hevur um at nerta hvørki FAS, NIS ella DIS-skipanina. Sambands­ flokkurin – einki eykagjald á DIS Kaj Leo Holm Johannesen Sambandsflokkurin LØGtingsvalið 2011 Sjálvstýrisflokkurin vil arbeiða fyri greiðum kørm­ um um vinnuliga virk­semið hjá føroyingum. Útróðr­ar­menninir upplivdu óvæntaðar broytingar í teirra vinnuvirksemi, tá ið Fiskimálaráðið boðaði frá broytingum í treytunum hjá teimum, sum fáast við vinnu­ ligan útróður. Broyt­ingin fevndi om fortreytirnar at fáa fiskiloyvi til bólk 5 A, har Fiskimálaráðið hevur ásett reglur fyri fiski­skapin. Hesar reglur eru grundaðar á inntøkuna hjá útróðrar­ monnunum í 2010. Óvæntaðar broytingar Fyri ein stóran part av hesum útróðarmonnum, merkja broytingarnar verri treytir at virka undir í 2011, uttan at teir frammanundan høvdu ánilsi av, hvat grundarlagið undir loyvum gjørdist fyri teirra virksemi. Hetta er ikki nóg skila­ góður máti at leggja fiski­ skapin undir Føroyum til rættis. Neyðugt er við reform­ um í fiskivinnuni, men tað ber ikki til at broyta treytirnar hjá útróðarmonnunum, utt­ an at teir frammanundan fáa møguleika at innrætta seg eftir broyttu reglunum. Verði eg vald, vil eg arbeiða fyri at skapa greiðar karmar fyri fiskivinnuna, eisini fyri útróðarmenn. Kristianna Winther Poulsen valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum LØGtingsvalið 2011 Greiðar vinnukarmar – eisini til útróðarmenn Í hesum valstríði hevur verið nógv tosað um sparingar og rationaliseringar innan tað almenna. Mín fatan er, at tá tosa verður um tað almenna, so verður bara hugt eftir tølunum á botnlinjuni, meðan menniskjuni, sum finnast í almannaverkinum vera gloymd. Tá hugsi eg bæði um tey menniskju, sum eru brúkara av almennum skipanum og tey menniskju, sum veita fakligar tænastur. Innan tað almenna finnast ergoterapeut­ar, lærarar, heilsu­ røktarar, pedagogar, sjúkra­ røktar­frø­ð­ingar, heima­hjálp­ ir, og eg kundi hildið áfram. Hetta eru menn­i­skju sum veita øðrum menniskjum umsorgan og menning. Vit skulu vera takksom fyri, at vit hava vælútbúgvin fólk, sum ynskja at átaka sær hesar uppgávur, sum eitt vælvirkandi vælferðar­ samfelag hevur tørv á. Hetta mugu vit hava í huga, tá vit fara í gongd við at tosa um sparingar innan tað almenna. Vit mugu raðfesta hvørjar almennar tænastur vit ynskja at varðveita í samfelagnum, og hvør dygdin skal vera. Vit eiga avgjørt at hyggja at almenna bygnaðinum hjá okkum, og vita um vit kunnu fáa brúkt orkuna betri. Sum fyrrverandi fakfelags­ formaður í størsta almenna fakfelag í Føroyum veit eg hvussu týdningarmikið tað at vit hava fakligu fólkini við heilt frá byrjan, tí tey kenna sítt fakøki best. Sum menniskju kunnu vit skapa eina framtíð í felag! Á Løgtingi fari eg at virka fyri at Føroyar vera eitt opið og ábyrgdarfult samfelag, sum rúmar og viðurkennir menniskju! Øll skulu hava tað gott! Vit kunnu skapa eina framtíð í felag! Jarvin Feilberg Hansen valevni Sjálvstýrisfloksins LØGtingsvalið 2011 Hvat hendur við einum fólki, ið útflytur ein stóran part av teimum ,,bjartastu heilunum, ættarlið eftir ættarlið? Ein og hvør seyðamaður veit, at um hann bert vil hava til dømis hvítan seyð og tekur tann litta av, so verða skjótt mest av hvítum seyði og at enda einans tann eini liturin. Hendan gongdin má vendast. Vit fara at mangla hesi í fólkasamansetingini til at hjálpa okkum, at taka vísar avgerðir fyri Føroyar. Vitan er styrki, tí er tað avgerðandi neyðugt at menna Fróðskaparsetrið og stuðla viðkomandi gransking. Hóskandi arbeiði og rímuligan búðstað er ein fyritreyt fyri, at tey velja Føroyar sum teirra framtíðar bústað. LØGtingsvalið 2011 Petrisa Christiansen Um Darwin hevur rætt - og tað hevur Valgreinar Løgtingsvalið 2011