Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 At vera landsstýriskvinna seinastu fýra árini, hevur verið ein avbjóðandi upp­ gáva. Fíggjarstøða landsins hevur verið – og er - álvars­ som. Vit hava verið noydd til at tátta í. Kortini hevur tað eydn­ast í góðum samstarvi í lands­ stýrinum og í løgtingi­n­um at røkka týðandi mál­um á útbúgvingar- og menta­mála­ økinum. Serliga týðandi hevur tað góða samstarvið við skúla­ leiðslu og lærarar verið. Tí úrslitini eru bert rokkin, tí at tey, sum starvast í skúla­ verkinum, hava tikið stórar uppgávur upp á seg. Og tað eru vit sera takksom fyri. Stutt sagt ber til at siga, at uml. 700 fleiri ung fólk eru í útbúgvingarskipanini í dag samanborið við 2008. Fólkaskúlin er mentur á nógvum økjum. Og vit hava samstundis megnað at minka um hall­ið á fíggjarlógini í sama tíðar­ skeiði. Framhaldandi neyðugt at gera íløgu í læraran Eg eri greið um, at tað eru viðurskifti í sambandi við eftirútbúgiving og náms­ frøðiliga útbúgving av lær­ ar­um í fólkaskúla og mið­ námsskúla, sum kundu verið betri, tá hugsað verður um tær uppgávur, sum lærar­ar taka upp á seg at loysa. Tað er tí framhaldandi avgerðandi at rationalisera útbúgvingarverkið, so at vit fáa umstøður til at førleika­ menna lærarar og leiðslur. Og ikki minst tað er alneyð­ugt at fremja bygn­að­ ar­ligar broytingar á komm­ unu- á skúlaøkinum og á fiski­­­vinnuøkinum. Fróðskaparsetrið fótaði sær skjótt Tað fysta sum hendi, tá eg tók við sum landsstýriskvinna var, at Fróðskaparsetrið fekk ein dyggan frammaná. Vit noyddust at siga fólki úr starvi og at steðga upptøku av lesandi. Men síðani er vend komin í. 200 fleiri lesandi á setri­ num í dag – gongdin skal halda fram Bæði í 2011 og í 2011 eru les­ andi tikin inn á setrinum. Og síðani 2007 eru uml. 200 fleiri lesandi á setrinum. Vit fyrireika nýggjar útbúgvingar innan matvørufrøði/sea-food management, sum vónandi kann byrja í 2012, somuleiðis fjølmiðlafrøði. Betri møguleikar at lesa í Føroyum Møguleikarnir hjá umgum at nema sær eina útbúgving í Føroyum eru betri í dag enn fyri trimum árum síðani. Álit um fjarlestur er gjørt, sum kann verða settt í verk í næsta valskeiði. Tað fer at skapa uppaftur fleiri val­­møgu­ leikar at sam­skipa lestur í Føroyum og uttanlands. Javnaðarflokkurin ynskir at seta ein listaskúla á stovn í næsta valskeiði. 400 fleiri miðnáms­ næmingar - vit nærkast málinum Eisini á miðnámi hava vit megnað at økja munandi um lestrarplássini. Eini 400 fleiri ungdómar nema sær í dag eina miðmánsútbúgving bæði verkliga og ástøðiliga, samanborið við 2008, og soleiðis er eisini við maritimu útbúgvingunum. Matvøruútbúgvingar í Klaksvík og og maritimur depil Vit hava sett matvøruút­ búgv­ingar á stovn í Klaksvík, og tá ið miðnámsdepilin í Marknagili verður veruleiki, kunnu vit eisini seta útbúgv­ ingar saman, sum røkka nógv breiðari enn í dag – serliga við denti á kreativar og skap­ andi yrkisútbúgvingar. Eisini hava vit lagt lunnar undir ein maritiman útbúgv­ ingardepil í Klaksvík, at fevna um skipara- maskinist, brand­skeið, trygdar- og onn­ ur maritim skeið. Ætlan at menna skúladepilin í Hovi Arbeiðsbólkur hevur fyri­ reikað nýggjar útbúgv­ingar á skúladeplinum í Hovi til pedagogatstøðing, at byggja næmingaheim og at stovn­ seta ein skeiðsdepil fyri allar Føroyar. Ein sera áhugaverd ætlan, sum kann verða sett í verk, um vit fáa politiska undirtøku fyri tí. Arbeiðsmarknaðar­ depil Ásannandi at verkafólk okk­ ara eru og verða rakt av teim­ um stóru rembing­um, sum eru í samfelagn­um, vilja vit í Javnaðar­flokki­num stovna ein arbeiðs­marknaðar­depil. Millum annað skal hesin depil syrgja fyri, at tey sum ynskja tað, fáa eina holla førleikameting og upp- og um­skúling, so at leiðin inn aftur á arbeiðsmarknaðin verður lættari. Arbeiðsmarknaðardepilin skal fíggjast við parti av til­ feingisgjaldinum, um semja verður um eftir løgtings­ valið. Lestrarstuðul í 12 mánaðir einki kring­varpsgjald og heilsu­trygdargjald Játtanin til lestrarstuðul er hækkað úr 80 milliónum krón­­um til 110 milliónir sein­ astu 3 árini, og kortini hevur verið neyðugt at minka lestr­ ar­stuð­ulin til heima­búgv­andi mið­­náms­­les­­­andi. Stuðulin til stak­ar uppi­­hald­arar er hin veg­in voks­in við 1.500 kr um mánaðin. Javnaðarflokkurin heldur ikki, at vit kunnu halda fram at taka frá teimum sum hava lítið, at geva teimum sum hava minni. Tí hava vit í skattaumleggingarupp- skoti okkara fingið pláss fyri at veita 12 mánaða lestrara­ stuðul til øll. Og so ikki at gloyma, at vit vilja leggja kringvarpsgjald og heilsutrygdargjald inn í skattin. Tað kemur serliga teimum lesandi til góðar. Upp móti 10.000 kr um meira um árið at ráða yvir. Og vit hava gjørt fólkaskúlan betri Sum sagt veit eg av, at fólka­ skúlin er einans mentur tí at lærarar og leiðslur hava tikið stór tøk, og at vit skulu inn í ein neyvan dialog við allar partar um, hvussu vit framhaldandi skulu megna at lyfta uppgávurnar í felag. Vit kunnu vísa á góð úrslit: Tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki er sett í verk. Talið av serundirvís­ing­ ar­­tímum er økt frá 11% til 13%. AKT-skipan er innførd. Tað er serstøk játtan til at loysa mál á skúla­n­um í sam­­bandi við atferðar- kon­­takt og trivn­aðar­ trupul­­­leikar hjá børnum. • • • Orka er sett av til SSP- samstarv, sum eisini hevur til endamáls at fyri­­byrgja, at smáir trupul­leikar verða til stór­ar trupul­leikar. Lesivegleiðing er raðfest á skúlunum -. • Vit hava sett í verk eftir­útbúgving av lærarum innan serundirvísing, orðblindni. lesivegleiðing, og í næst­­um verður farið undir skúla­vegleiðara­ út­búgv­ing og KT-varða eftirút­búgving. Mentan og list eigur at verða dagligur táttur í fólkaskúlanum, og tí er Listaleypurin komin fyri at vera. Tað merkir at okkara virknu menta- og listafólk koma inn um skúlans gátt at arbeiða við børnunum. Og vit hava sett orku av til, at íverksetan verður ein fastur táttur í fólka­skúla­num. So at kom­andi ættar­lig verða slóðar­ar og kunnu skapa nýggjar vinnu­ vegir í Føroyum. NSR tænastur eru settar á stovn kring landið. Vitanardepilin Nám er settur á stovn til frama fyri alt skúlaverkið. Søvn Landsins Søvn landsins, sum er undir­ støðukervi undir allari vitan­ ar­framleiðslu í Føroy­um er skipað í ein stovn, sum eigur at mennast í framtíðini. • • • • • • • • Mentanargrunnur landsins Mentanargrunnur Landsins hevur fingið ein lítla hækk­ ing á fíggjarlógini. Men vit skulu finna betri skipanir, sum tryggja mentanar- og lista­­fólki í framtíðini. Tjóðpallurin samtyktur og onnur mentanarverkløg Vit hava gjørt av at fam­ skunda ymsar týdningar­ miklar byggi­verkætlanir á mentana­økinum. Eisini til tess at skapa arbeiði til føroy­ skar hendur. Skúladepilin í Markagili er klárur at bjóða úr nú. Semja er um nýtt tjóð­ leikhús – eisini við Tórs­havn­ ar Kommunu, og 61 milli­ónir settar av á langtíðar íløgu­ ætlan. 34 milliónir eru settar av í langtíðar­íløgu­ætlan til Hvala­ støðina við Áir sum livandi upplivingardepil. Og ætlanin er eisini at bøta um umstøðurnar hjá Kring­varpinum og Fróð­skap­ ar­setrinum. Her havi eg nevnt nøkur av teimum málum, sum vit rukku í felag, og sum hava stóran týdning. Onnur mál kundu eisini verið nevnd, eitt nú ítróttarhøllin á Sandoy. Framhaldandi eru stór tøk at taka. Góð og holl útbúgving er besta fyri­ treytin fyri neyð­ug­um bú­ skap­ar­vøkstri. Og ein sterk mentan er sjálv orsøk­in til at vit búgva í Føroyum. Eg vil fegin takka øllum fyri eitt gott samstarv. Eg vóni at vit megna at halda kós eftir løgtingsvalið. Helena Dam á Neystabø valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Takk fyri gott samstarv - Vit rukku nógvum málum – nú ræður um at halda kós!