fríggjadagur 28. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Ì samband við viðgerðina av
sjúkrahúsverkinum
hevur
kjakið oftas snúð seg um
íløgur til bygningar og tól,
viðgerðarhættir,
uppgávu
býtið millum sjúkrahúsini,
viðgerðir
uttanlands
og
leiðslubygnaðin.
Sjáldan, fyri at siga, næst
an ongantíð hevur kjakið
snúð seg um ta heilsu-og
sjúkrarøkt,
sjúklingurin
hevur fyri neyðuni og starvs
fólkið, ið skal veita hesa
tænastu!
Her skal ein politisk hug
burðsbroyting til, soleiðis,
at kikarin verður munandi
meira vendur móti heilsu-
og sjúkrarøktini og við tí
hvørjar
umstøðurnar
hjá
starvsfólkunum
innan
sjúkrahúsverkið
í
verun
leikanum eru – og ikki minst,
hvønn týdning júst hetta
hevur fyri sjúklingin og
trivnaðin sum heild innan
sjúkrahúsgáttina!
At starvsfólkið kýtir seg
at gera sítt besta veit ein og
hvør, sum hevur sett sín fót
á tær ymsku deildirnar.
Sjálvandi er tað sera møtu
mikið, tá ov fáar hendur eru
í røktina at røkja tyngjandi
uppgávur á deildum, sum
mangan eru yvirfyltar!
Skelkandi
at
lesa,
tá
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar, boðar frá, at
tað á Landssjúkrahúsinum í
mong ár hevur verið ein
áhaldandi
trupuleiki
við
yvirfyltum deildum og ov
fáum starvsfólkum at røkja
heilsu- og sjúkrarøktar upp
gávurnar!
Umframt at verða sera
tyngjandi fyri starvsfólkið er
tað eysæð ikki serliga heilsu
fremjandi fyri sjúklingin, at
so skal vera.
MEN hví er tað so, kann
ein spyrja ? Kann hetta ikki
júst vera ein ábending um,
at heilsu-og sjúkrarøktin
ikki hevur fingið tað pláss á
tí politisku dagsskránni, sum
hon hevur uppiborðið?
Tí er tað eg sigi, at skal
vend koma í her, er neyðugt,
at ljóskastarin júst verður
settur á hendan týðandi part
in innan sjúkrahúsverkið!
At tryggja, at heilsu-
og sjúkraøktin kemur á
politisku dagsskránna er sera
umráðandi – ja, ein fortreyt
fyri at vend kemur í !
Hetta er mær eitt hjarta
mál at fáa framt !
Tordur J. Niclasen
listi H
LØGtingsvalið 2011
Heilsu- og sjúkrarøktin á
politisku dagsskránna!
Felagskapurin lgbt skrivar
á heimasíðu síni, at 57
navngivin valevni hava givið
lyfti um at verða við til at
broyta
hjúnarbandslógina
eftir valið. Tá eg síggi nøvn
ini á teimum, sum hava
givið hesa váttan, síggi eg, at
fleiri, sum eg veit hava somu
áskoðan sum hesi, ikki hava
svarað – allarhelst av taktisk
um orsøkum. So støðan í
okkara landi er uppaftur
verri enn bara 57.
Hesin lógloysis andin, ið
blæsir inn yvir okkum, verður
av mongum politikarum hál
ovaður við hugtøkum sum
frælsi, rúmligheit, litríkari
samfelag o.s.fr.
Hvussu ber tað til, at vit
føroyingar, við Tjóðveldi á
odda, altíð skulu apa okkum
eftir ”donskum kulturi”, held
ur enn at sláa manngarð um
egna mentan, sum hevur giv
ið okkum so ótrúlig virði?
Fyri stórthundrað árum
síðani var eingin, við eitt
sindur av skili, sum helt at
føroyska málinum varð lív
lagað. Onkur royndi at samla
nøvn og orð at goyma sum
fornminni – føroyska málið
var deyðsdømt! Men so hendi
undrið, sum gjørdi øllum
spádómum til skammar.
Sum perlur á snóri komu
fosturlandsvinir,
-yrkjarar
og søguskrivarir fram og vit
fingu Songbók Føroya fólks,
tjóðsangin og aðrar dýrgripir.
Hvar kom íblásturin frá?
Er tað nøkur sjálvfylga, at
eitt lítið land, sum Føroyar,
hevur egið mál, egna mentan,
egnan tjóðsang og egið flagg?
(hóast tað skuldi ein heilur
heimsbardagi til fyri at fáa
tað viðurkent)
Tvær umsetingar av bíbli
uni á føroyskum máli. Trý
føroysk útvarp o.s.fr.
Hvar er alt komið frá?
Hvør hevur verið drívmegin?
Hvussu mundu Føroyar
sæð út, um málið fór og vit
tosaðu ”bornholmskt” t.d.?
Høvdu vit verið ein tjóð?
Nei, góð mentan er sum
saltið, ið heldur rotinum
burtur!
Og hjúnarbandslógin, í
verandi líki, er ein av horna
steinunum undir okkara ríku
mentan.
Aftur til byrjanina
Fólk mega hava sítt kynslív
í frið fyri samfelagnum, so
leingi tey ikki gera seg inn á
onnur.
Ein og hvør skal hava frítt
at taka avgerðir í egnum lívi
undir egnari ábyrgd.
Men tá ið eitt miðvíst
arbeiði verður gjørt, at niður
bróta samfelagsnormar, ment
an og bygnað okkara – at fáa
lógarverk okkara at stempla
tað ónormala, sum normalt,
við lógum, ið greitt bróta við
lívfrøðina, og sum eru ein
háðan ímóti Skaparanum.
Tá tali eg at!
Og vónandi eru fleiri við
mær.
Hetta verður eitt lagnuval
fyri Føroyar – og tín atkvøða
hevur stóran týdning.
Tann, ið ikki sær skrift
ina á vegginum nú, er star
blindur!
Venda vit ikki gongdini
og seta Gudloysinum stólin
fyri dyrnar, so er slagið
um Føroyar tapt. Og ein
varði fyri og annar eftir
(harímillum
tjóðsangurin)
verður niðurlagaður.
Sum prestarnir siga, tá
teir lýsa fyri brúðarpørum:
”hevur tú nakað at mótmæla,
so sig tað nú ella tig í alla
framtíð!”
Eg mótmæli harðliga – vilt
tú hjálpa mær ?
Fyri Gud og fosturlandið
Egin Markná
Listi H
LØGtingsvalið 2011
Skelkandi lesnaður !
Av eini ella aðrari óskiljandi
orsøk
verður
flogvinnan
altíð gloymd, tá ið vit hugsa
um nýggj arbeiðspláss í
Føroyum. Í henni liggja
nógvir møguleikar. Yvirtaka
vit loftrúmið og flogvinnu
myndugleikan,
eru
fleiri
nýggj arbeiðspláss at heinta,
ið føroyska samfelagið kann
fáa gagn av.
Loftrúmið yvir Føroyar
er framvegis danskt málsøki.
Seinasta
avtalan
millum
Danmark og Ísland um loft
rúmið stavar frá 1974. Hon
býtir loftrúmið eftir tí leisti,
at Danmark hevur 2/5, meðan
Ísland
hevur
3/5.
Eisini
tilskilar avtalan frá 1974, at
danir hava valdsrættin av
loftrúminum, meðan íslend
ingar umsita tað.
Føroyar eiga sum skjótast
at yvirtaka loftrúmið og
flogvinnumyndugleikan. Ein
yvirtøka vil væntandi geva
ein umsetning millum 140-220
mió. krónur árliga. Hvussu
stórur umsetningurin verður,
er treytað av, um vit velja at
vera bíligasta ella dýrasta øki
í eindarkostnaði.
Altjóða
sáttmálin
fyri
loftrúmið er ein sokallað
'non-profit
agreement'.
Hetta merkir í stuttum, at
ein møguligur umsetningur
ikki kann brúkast til onnur
øki, enn tey, sum eru knýtt
at skyldunum, ið fylgja við
yvirtøku av loftrúminum.
Tryggjar loftrúmið Føroyum
stóran umsetning, er tað
eitt krav, at umsetningurin
verða nýttur til at útbúgva
og styrkja um teir karmar
og veitingar, ið fylgja við
yvirtøkuni av luftrúminum.
Hetta er tænastur sum Air-
traffic control, radar service,
veðurtænastu, tilbúgving og
navigational aids.
Ísland er ein fyrimynd
á hesum øki. Umsetningin,
av at yvirtaka íslendska
loftrúmið, hava íslendingar
brúkt til byggja ein sterka
veðurtænastu upp. Sama leist
eiga vit at brúka. Yvirtaka vit
føroyska loftrúmið, fer tað
at lata dyrnar upp fyri eini
fyrsta floks veðurtænastu í
Føroyum. Eisini verður um
setningurin gróðrarbotnur
undir eini betri útgjørdari
føroyskari tilbúgving, kon
trol og radar tænastu hjá
føroyskari flogvinnu.
Hjá mær er eingin ivi um,
at umsetningurin frá einari
yvirtøku í fyrstu atløgu fer
at geva okkum møguleika at
byggja upp nýggj starvsøki
knýtt at flogvinnuni, og
hetta fer at hava fleiri nýggj
arbeiðspláss við sær. Í aðru
atløgu fer umsetningurin at
styrkja um verandi tænastur,
og hetta merkir enn fleiri
nýggj arbeiðspláss.
Latið okkum ikki sita
afturá. Latið okkum fremja
yvirtøkuna av loftrúminum
og flogvinnumyndugleika
num,
og
harvið
tryggja
okkum ein fastan umsetning,
ið mennir og styrkir okkara
flogvinnutænasturnar. Úrs
litið er nógv nýggj arbeiðs
pláss. Og nýggja arbeiðspláss
er júst tað, vit eiga at fokusera
á í hesum døgum.
Eg geri, sum eg sigi
og sigi, sum eg geri
Janus Rein
valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Gyltir møguleikar í føroyskari flogvinnu