Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Fólkaflokkurin bjóðar seg fram við einum skatta­upp­ skoti, teir kalla “flat-tax”. Hetta er tó onki smart- amerikanskt, men kon­serva­ tivt-eystureurop­eiskt. Tað merkir snøgt sagt, at vit ikki longur skulu fylgja tí norður­ lendsku hugsjónini, at teir breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðar­nar. Men júst tað øvugta: at mált eftir teirra føri­muni verða tyngstu tøkini lagt á teir veikastu herðarnar. Norðurlendska-vestur­ europeiska skattahugsanin er, at jú størri inntøku tú hevur, jú hægri er tín skatta­ prosentur. Eystur­europeiska Fólkafloks­hug­sjón­in er, at øll skulu gjalda sama prosent í skatti, tann fátæki og tann ríki tað sama. Á myndini niðanfyri sæst, hvørji lond í Europa hava flata skattaskipan (myrka­ grønt) og sum umhugsa tað (ljósagrønt). Hetta er tað selskapi Fólkaflokkurin heldur, at vit hoyra heima í. Sí mynd http://en.wikipedia.org/wiki/ File:Flat_tax_in_Europe.svg Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt ítøkiligt skatta­upp­ skot fram, sum fremur eina meira samhaldsfasta skatta­ skipan, har ongin sleppur at skáka sær undan, men øll, partafeløg, vinnu­rek­andi og løn­takarar koma at bera sín rættvísa part til felags hús­ arhaldið. Hetta gevur møgu­ leika fyri, at øll húsar­hald við lág- og miðalinn­tøk­um fáa eina munadi skatta­lætta. Les meir um tað á www.j.fo Fólkafloksdillan um flatan skatt ræður í gomlu kommunista­ londunum Hans Pauli Strøm Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Elframleiðslan í Føroyum er um 285 GWh um árið, um 41% er grøn orka – vatn og vindur, restin um 59% er framleidd úr olju. Vit mugu broyta hetta býtið, so nógv størri partur kemur úr grønari orku. Neyðugt er tí at gera stórar íløgur í grøna orku. Tað er týdningarmikið, at vit raðfesta íløgurnar rætt. Skilabestu elorkuútbyggingarnar Eftir mínum tykki eiga vit í fyrstu syftu at leggja dent á vindorku, vatnorku og sjóvarfalsorku. Sambært SEV kunnu vind­myllur í Hoyvíkshaga framleiða 47 GWh, kostn­að­ urin er 192 mió. kr, byggitíðin er 1 ár. Hetta er avgjørt ein skilagóð íløga, byggitíðin er stutt, og kostnaðurin er ikki stórur í mun til elfram­ leiðsluna. Samstundis skulu vit royna at fáa so nógv av vind­orku sum gjørligt inn á elkervið. Á vatnorkuøkinum eru tvær ætlanir, sum verða nógv umrøddar. Onnur er vatnorkuverk við Víkarvatn, tað kann framleiða 37 GWh, kostnaðurin er sambært SEV 624 mió. kr, og byggitíðin er 8 ár. Hin er pumpuskipan í Heygadali og á Mýrunum í Vestmanna, hon kann sambært Røkt framleiða 33 GWh, kostnaðurin er 255 mió. kr, og byggitíðin 3 ár. Eg haldi ikki, at farast skal undir vatnorkuverkið við Víkarvatn, bæði tí kostnaðurin er sera stórur og byggitíðin long. Eg haldi eisini, at tað er óneyðugt at gera fleiri inntriv í náttúr­ una; tað er nógv skilabetri at endurnýta verandi vatn­ orku. Tað kann gerast, um farið verður undir pumpu­ skipanina, har eru byrgingar og orkuverk longu bygd; lat okkum gangnýta hesi verk betur. Harumframt er byggi­ tíðin styttri og kostn­að­urin væl lægri í mun til framleiðsl­ una. Stórir útbyggingar­ møguleikar eru eisini í Heygadali og á Mýrunum. Sjóvarfalsorkan verður ikki nógv brúkt enn, men royndarvirksemi vísir, at talan er um máttmikla orku. Eitt sjóvarfalsorkuverk í Vest­ manna­sundi kann fram­leiða um 30 GWh, kostnað­urin er um 250 mió. kr, byggi­tíðin er um 2 ár, men kanska kann ikki farast undir bygging­ ina, fyrr enn um eini 2 – 5 ár. Sjóvarfalsorkuverk kunnu byggjast ymsastaðni í Føroy­ um. Vit eiga alt fyri eitt at fara undir at kanna, hvussu sjóvarfalsorkan best kann gagnnýtast. Heimamarknaður ella útflutningsvinna Áðrenn stórar íløgur verða gjørdar, mugu vit taka støðu til, um vit skulu framleiða el til heimamarknaðin – tá er eltørvurin avmarkaður – ella um vit skulu fara undir eina orkuvinnu, har grøn orka verður ein útflutnings­vøra. Ongin ivi er um, at stórur eftir­spurningur er á grønari orku á europeiska megin­ landi­num, tí kann ein orku­ vinna bæði skapa inntøkur og arbeiðs­pláss. For­treytin er tó, at kaðal­sam­band fæst til Hetlands, Skot­lands ella Noregs. Eg vænti ikki, at nakar trupulleiki verður at fíggja henda kaðal, sum helst kostar um 2 mia. kr. Veljið Karl A. Olsen og Sjálvstýrisflokkin, um tit vilja hava ein skilagóðan og framfýsnan orkupolitikk. X við lista D Karl A. Olsen Sjálvstýrisflokkin LØGtingsvalið 2011 Elframleiðsla Stavnsbandið skal eitast at vera kvett fyri meira enn øld síðani, men einki er at ivast í, at verandi set­húsa­­kostn­ aður og set­húsa­­fígging í nógvum førum er stavns­ binding av hvørj­ari føroy­ skari familju. Skulda­byrð­an í sam­bandi við húsa­keyp ger føroysku familjuna ófrælsa og trælbundna. Hendan støðan skal broyt­ast, tí vit hava tørv á fræls­um og skap­ andi kreftum í landi­­num, fyri at flyta landið framá. Hava bankarnir mist menniskjaliga andlitið? Havi sjálvur verið ein av teimum mest ivasomu í mun til leiklutin hjá Húsa­láns­ grunninum. Serliga í tíðar­ skeiðnum, har tað tóktist, sum at Húsaláns­grunn­urin einans fíggjaði vælbjargaðar havnaborgarar. Havi til fyri fáum árum síðani hildið, at føroyskir bankar onkursvegna hava havt eina menniskaliga síðu, men við útrásunum hjá fyrst Eik, og nú hjá Banknordik, eru tekini rættiliga greið. Business is business, og føroyskir sethúsaeigarar vera brúktir sum barlast móti vágaverkum aðra­ staðni, samstundis sum deildirnar verða fluttar burtur frá brúkarunum. Betri kor til sethúsa og íbúðareigarar Tíðin er tí komin til menna Húsalánsgrunnin av nýggj­ um, til eitt veruligt sethú safíggingaralternativ til føroysku familjuna. Sjálvur arbeiddi eg fyri at fáa lógarheimildina avgreidda, áðrenn tingið fór til hús. Snøgt sagt tí at verandi fíggingarstøða er ótolandi. Tað er órímiligt at rinda tvinni hús til bankan, og trinni er púra burturvið. Um føroysku bankarnir ikki hava hugflog og samfelagssinni til at veita eina rímiliga sethúsafígging, so noyðist politiska skipanin at átaka sær uppgávuna, gjøgnum eitt nú Húsalánsgrunnin. Frælsistøka av føroysku familjuni Verandi sethúsafígging er frælsistøka av føroysku familjuni. Her má vend koma í, tí einki land kann mennast við trælabundnum fólki. Marknaðarkreftirnar eru góðar og gagnligar, men til eitt vist. Og ”vist” er rokkið við sethúsafíggingini. Nú er upp til fólkið at skipa nýggjar og rímiligar fíggingarhættir til føroysku familjuna. Føroyska familjan er bulurin undir føroyska sam­ felagnum, og ikki eitt klyvja­ ross hjá bankum, sum við stuttum millumbili spæla sær øll kort av hondum. Páll á Reynatúgvu LØGtingsvalið 2011 Bygg tær eini hús… og rinda fyri trý! Verandi sethúsafígging er frælsis­tøka av føroysku familj­uni, og rind­ar fyri ævin­týrs­­ferðir hjá bank­­­unum. Tí má vend koma í. Vit kunnu eitt nú við Húsa­­­láns­­g­runni­­­­num geva sethús­a­­ fígg­ing eitt menniskjaligt andlit aftur