fríggjadagur 28. oktober 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, sum vísur til Innlendsmálaráðið. Dátueftirlitið er skipað við
skrivstovu, sum tekur sær av dagligu uppgávunum á økinum og Dáturáði, sum tekur avgerð í prinsipiellum málum
og málum av stórum almennum týdningi. Á Dátueftirlitinum starvast 3 fólk og Dáturáðið er mannað við 3 limum.
Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í
høvuðsheitum um vanligar skrivarauppgávur,
herundir lættari málsviðgerð umframt røkjan av
heimasíðu og journal, bókhaldsarbeiði og telefon
avgreiðslu.
Faklig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving ella
aðra samsvarandi útbúgving.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Tann, ið settur verður, skal vera stinnur í
føroyskum máli og hava góðan telduførleika.
Royndir innan almenna fyristing eru ein
fyrimunur.
Vit vænta eisini at tann, ið settur verður, hevur
góð samstarvsevni, er tænastuhugaður og skal
kunna tola skiftandi arbeiðsuppgávur.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Arbeiðstíðin er frá kl. 9.00 til 15.00.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum við
mælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi
8. november 2011 og sendast til:
Dátueftirlitið
Postboks 300
FO110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Ingunn Eiriksdóttir, stjóra, tlf.
309102.
Starvið verður sett skjótast gjørligt sambært
avtalu.
ANNIJANNI 321100
Lasse Klein