Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 51

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

51 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bakkafrost er ein fyritøka, sum er vaksin nógv seinnu árini og hevur tørv á einum starvsfólkaleiðara at orða, skipa og leiða ta yvirskipaðu starvsfólkastrategiina hjá samtak­ inum. Vit eru í dag umleið 550 starvsfólk í Bakkafrost samtakinum kring Føroyar við ymiskum førleikum og royndum. Saman við leiðarunum í samtakinum fert tú at standa á odda fyri at tryggja, at starvsfólkaviðurskift­ ini í fyritøkuni stuðla undir, at Bakkafrost kann náa málunum í strategiini hjá Bakka­ frost samtakinum. Starvslýsing Sum starvsfólkaleiðari hevur tú m.a. hesar uppgávur: · At leiða eina starvsfólkadeild við 4 starvs­ fólkum · At luttaka í og standa fyri at orða eina HR strategi og menna HR deildina · At standa fyri at skipa mannagongdir á starvsfólkaøkinum, herundir ábyrgd av HR­ og lønarskipan · At vegleiða leiðarar og starvsfólk í starvs­ fólkaviðurskiftum · At menna leiðsluførleikarnar hjá leiðarun­ um í samtakinum · At menna starvsfólkamentanina í samtak­ inum · At rapportera viðurskiftir til leiðslu og nevnd viðv. starvsfólkaviðurskiftum · Sáttmálar við starvsfólk · At skipa fyri og eftirmeta starvsfólkatiltøk Tín vangamynd Í starvi tínum er umráðandi, at tú ert fleksibul, hevur jaligan hugburð til uppgávurnar og hevur persónligt ”drive”. Tú ert ógvuliga skipað/ur, tekur við ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tín útbúgving er ikki avgerandi, men so mugu royndirnar viga upp ímóti hesum. Tað er umráðandi, at tú hevur royndir innan starvs­ fólkaøkið á eini størri fyritøku, og best er, um tað er frá størri fyritøku í útlandinum. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð sam­ starvsevnir. Tú hevur góð evni at samskifta, ert opin og vilt veita eina góða tænastu. Vit bjóða Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú fært møguleikan til at menna eina starvsfólka­ deild í eini skjótt vaksandi fyritøku, og tú fært sjálvstøðuga ábyrgd. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Meira at vita? Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Jacobsen, stjóra (tel 23 50 01, reja@bakkafrost.com) ella Teit Samuelsen, CFO (tel 23 51 11, tesa@bakkafrost.com). Umsókn Umsóknir skulu sendast til reja@bakkafrost. com og tesa@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er 1. november 2011. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com STARVSFóLkALeiðARi TiL BakkafroST Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti og alifóðri til liðugt gjørdar laksavørur og sølu. Bakkafrost framleiðir mjøl, lýsi og alifóður í Fuglafirði. Felagið hevur alivirksemi á 6 smoltstøðum og 19 aliøkjum á 18 ymsum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í klaksvík, kollafirði, á Strondum og í Vági umframt framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Hjá felagnum arbeiða sløk 550 starvsfólk. Bakkafrost framleiðir á leið 3% av heimsins laksaframleiðslu. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk, lágkostnaðaframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. STARVSFóLk Hevur tú royndir frá størri fyritøku í Føroyum ella uttanlands? sansir.fo