fríggjadagur 28. oktober 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 28. oktober 2011
2
VIKUSKIFTI
Verðin steðgar í Tønder. Vit koma ikki
longur enn Tønder. Tað er niðri og her,
men flúgvarar flúgva víðari úr Kastrup.
Mann sleppur víðari, ha?
Gunnar Justinussen, vinnulívsmaður, í Fólksins Rødd
Royking
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Á einum hotelli í Cape Town í Suður
afrik er roykirúmið doypt til »Coughin
room« – beinleiðis umsett kisturúmið.
Tey, sum fáa sær ein guv á Protea Fire
& Ice gistingarhúsinum, sita á polstr
aðum líkkistum.
Roykurin leitar sær upp til lofttapetið,
sum er ein prestur og fylgi, ið standa og
hyggja niður á roykjararnar frá gravar
bakkanum.
Um hugurin er at fáa sær eina
sigarett aftrat, ber til at keypa hana í
gravsteininum, ið stendur inni í grav
kamarinum.
Er hetta ikki eitt fínt hugskot til
hotellini í Føroyum? Í staðin fyri at
koyra roykjararnar út, so heldur inn
rætta eitt gravkamar til tey.
Hotellfyritøkan Protea, ið stendur
aftanfyri hugskotið er kend fyri øðr
vísi innrætting á sínum hotellum. Tían
verri er fyritøkan bara at finna í Afrika
enn.
Tey siga
tað sama
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Modellmynd / Miriam Boudoir myndir
klumman
Eyðun
Klakstein
myndir: Karin Starkman Ahlstedt
Tað kann verða at vit á Vikuskiftinum hava
funnið besta mátan at fáa fólk at leggja av at
roykja – eitt gravkamar sum roykirúm!
Gravkamar
til roykjarar
Føroyar skulu verða eitt gott og trygt land
at búgva í. Vit skulu skapa góðar umstøður
fyri trivnaði her á landi, og vit skulu hava
umsorgan og virðing fyri tí einstaka menn
iskjanum. Barnafamiljurnar mugu fáa betri
kor og størri rásarúm.
Í løtuni manglar ein hálv milliard í rakstr
inum av tí almenna, og tí er umráðandi, at
vit aftur fáa tamarhald á okkara búskapi.
Hallið í almenna búskapinum skal verða
burtur í 2016, og tað krevur, at vit føra ein
ábyrgdarfullan búskaparpolitikk. Tað al
menna húsarhaldið skal rationaliserast so
skynsamt, sum til ber, so at vit fáa meira fyri
minni. Neyðugt verður at gera struktuerellar
broytingar í samfelagnum. Rationaliseringar,
samanleggingar og reformar skulu effektivi
sera tað almenna, og neyðugar raðfestingar
skulu gerast, so at almennu útreiðslurnar
kunnu tálmast.
Vinnulívið er grundarlagið undir samfel
agnum og skal verða sterkt og kappingar
ført. Vinnulívið skal hava góðar karmar
og møguleikar at mennast. Eisini má ein
menningartilgongd verða, sum skapar
fortreytir fyri nýggjum vinnuvegum, sum
kunnu skapa fleiri arbeiðspláss og størri
inntøkur til vinnuna og tað almenna. Fiski
vinnan verður eisini frameftir álitið hjá
føroyska samfelagnum, og tí má vinnan hava
tryggar og varandi karmar at virka undir.
Vit skulu gera tað, vit kunnu, fyri at
fáa barnafamiljur at trívast og støðast í
Føroyum, og føroyska samfelagið má eisini
verða ført fyri at fáa tey, sum eru farin av
landinum lesa, heimaftur at búgva og virka.
Følkavøkstur er ein av fortreytunum fyri
framburði her á landi. Vit mugu standa
saman og skapa breiðar semjur tvørtur um
floksmørk Føroya landi at frama.
Gott val!
(Tilvildarligir tættir úr valstríðnum settir
saman til tilvildarliga valrøðu,
sum sigur alt og einki).
So segði
hann...
Roykjararnir sita
á líkkistum og fáa
sær ein guv
Fylgið hyggur niður á roykjararnar
Um man vil keypa sær eina pakka
av sigarettum afturat, ber til
at gera tað í gravsteininum