fríggjadagur 28. oktober 2011síða 63
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 28. oktober 2011
7
VIKUSKIFTI
Hvar kemur tú upprunaliga frá?
Stuttgart í Týsklandi.
Hvussu var at vaksa upp við øðrum húðaliti?
Eg var væl móttikin av øllum, og eg hugdi líka nógv eftir
øðrum etniskum minnilutum sum hinir føroyingarnir.
Hvussu tíðliga byrjaði tú við tónleikinum?
Sum eg minnist byrjaði eg heilt tíðliga. Tá eg var eini
trý-fýra ár tók eg ein tenisketsjara og nýtti hann til
gitar, meðan eg sang »Send me a Postcard, darling«.
Hvørja serliga hending minnist
tú best frá ungu árunum?
Eitt sum stendur fast í minninum var tá vit
í 1981 vunnu eina tónleikakapping í SMS.
Tað var SMS-kappingin, sum SMS skipaði fyri
í 1980 og 1981, og eg vann so kappingina
saman við bólkinum hjá mær, »Playboys«.
Hvørjir eru tínir lívrættir?
Ræst kjøt – einki at rafla um.
Nær byrjaði stóri áhugin fyri B36?
Hann hevur altíð verið har. Eg spældi sjálvur við piltum
og smádreingjum, men gavst áðrenn unglingadeildina.
Hvussu heldur tú teg í form?
Har eri eg tíverri svar skyldugur.
Hevur tú nøkur frítíðarítriv
umframt tónleikin?
Eg fylgi við B36 og mær dámar væl
telduspøl og konufólk.
Fylgir tu væl við í samfelagskjakinum?
Nú er nógv at gera hjá okkum fyri tíðina, men eg
royni at fylgja við, millum annað við at fylgja við
tíðindunum á portalinum, útvarpunum og bløðunum.
Gongur tú høgt
upp í politikk?
Nei, tað geri eg ikki.
Tú ert vorðin sølumaður,
hvussu dámar tær tað?
Tað er í veruleikanum eitt dreymastarv. Mær hevur
altíð dámað væl at tosa við fólk, og nú havi eg veruliga
møguleikan. Ikki bara at selja lýsingar, men eisini at
ráðgewva fólki um, hvussu tey skulu lýsa. Eisini fái
eg brúkt mín tónleikaliga kreativitet í ljóðlýsingunum.
Eg haldi, at eg eri ein føddur sølumaður.
Verður tú innan somu vinnu um 10 ár?
Eg verið heilt vist innan søluvinnuna.
Sølustarvið er bara eg.
Mær tykir so synd í teimum,
sum í morgin fara at gera sína
ávirkan galdandi fyri síðani hart
uttantanna og við røttum at
kunna knarra í minni enn fýra ár
afturat í ótíð.
Tí tey hava gjørt sína sam
felagsskyldu og havt ávirkan.
Men lætt er tað ikki, alt annað.
Tí har er so øgiliga nógv gott í at
velja og eingi valdømismørk, og
bara ein krossur í part at bera.
Segði ikki onkur sjey flokkar
og 168 innstillað til 33 størv?
Sum vant stýra nøkur ganda
orð, sum fjølmiðlarnar sleppa út,
valstríðnum.
Fráflyting er eitt gandaorð.
Flótti er kanska rætta orðið, men
tað er so neiligt og fær veljaran
at hugsa um okkurt keðiligt
menningarland, sum Føroyar ikki
halda seg vera.
Fólk rýma úr Føroyum og
koma ikki aftur. Og tað er, sum
skilst, ein stórur trupulleiki, at tey
ikki koma aftur.
Tað átti at verið nógv meira
umráðandi at kanna, hví vit eru
so nógv eftir í Føroyum hóast alt.
Eingin takkar okkum fyri tað.
Minst av øllum politikararnir.
Men sjálvandi er tað ikki teirra
skyld ella ábyrgd, at fólk vilja
vera her.
Og ein einvegis ferðaseðil
kostar framvegis minni enn aftur
og fram.
Eitt annað magiskt orð, eg
havi lítlan hug at nevna, er
kostnaðarstøði.
Alt er so forbannað dýrt í Før
oyum, samanborið við, ja, rætt
gitt, Danmark sjálvandi.
Við at samanbera prísirnar
í dýrasta handlinum í Havn og
í tí bíligasta í Keypmannahavn
er niðurstøðan púra greið. Í
Føroyum er nógv dýrari. Hví
fanin rýma vit so ikki? Til Keyp
mannahavnar at keypa í teimum
bíligu handlunum har í staðin
fyri í teimum dýru her, hóast
vit hava handlar her, sum eru
næstan líka bíligir sum teir í
Danmark.
Nú skal eg ikki grava undan
sannleikanum, sum endurtikin
nóg ofta gerst ein lygn.
Come On! Tit fara til val við tí
herrópi, at Føroyar eru heimsins
dýrasta land. Nú og aftur um
minni enn fýra ár.
Og nógv pláss eru eftir í
flóttafólkaleguni Daneland.
Og so eitt afturat. Útjaðarin
bløðir og einasti bráðdepil (nú
er gamla orðið skaðastova ikki
nóg fínt og akademiskt longur,
tí akut á donskum merkir bráð á
føroyskum)einasti bráðdepil er í
Havn.
Eg havi lurtað eftir onkrum
valsendingum. Veit ikki hví, men
eg hoyri eisini morgulestur og
heilaga evangeliið viðhvørt og fái
tað sama burturúr, einki.
Men mær dámar væl taktikkin
hjá velevnunum.
Tey ansa væl eftir kortunum.
Hvørki essini ella jokararnir
verða koyrd út. Trumfur er
eingin.
Samanumtikið er alt av fan
anum til her, og allar bókstava
samansetingar, sum verið hava,
hava skyldina.
Hvat gera vit so við tað? Her
kemur taktikkurin uppí. Sjálvandi
fer eingin at avdúka, hvussu best
er at gera tað, sum tey siga er
best at gera.
Postkassin fullur aftur í kvøld.
Valtilboð fyri tveir dagar í senn.
Halda sær í mesta lagi til 29.
oktober 2015. Eingin listateria
staðfest enn.
Seinast vóru 10,7 prosent ikki
á vali. Vit vóru 3723 veljarar,
so vit kundu verið fjórði størsti
flokkur og havt ávirkan.
Men eg haldi tó framvegis, at
vit eiga at grava niður løgting og
landsstýri og fáa tríggjar klókar
útlendskar kvinnur at stýra
Føroyum.
Ein maður, sum er líka klókur
sum eg, skjýtur upp at kasta lut
millum tey uppstillaðu.
Eg taki húgvuna, sum eg fekk
í jólagávu frá fakforeiningini, av
fyri okkum, sum ikki rýma, men
vilja vera her í, sambært valevn
unum, landinum, har sum alt er
av fananum til.
Og tað er sum við veðrinum.
Eingin ger nakað við tað, uttan at
yvirtaka tað.
Enn er eingin tikin fyri at
fleyga sær til eina valplakat.
Far val.
Umafturafturum
høgni djurhuus
james olsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Mær dámar
B36, telduspøl
og konufólk
James Olsen kemur upprunaliga úr Stuttgart
í Týsklandi og var bert ársgamal, tá hann kom
til Føroya. Hann fekk sítt dreymastarv, tá hann
gjørdist sølumaður, og so elskar hann ræst kjøt
Valaftan