Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á hesum stað tann 1. august í ár skriv­að­u vit, at av teimum skuff­aðu valevnunum eftir løg­tings­val­ið fóru kanska at vera nøk­ur tíðindafólk. Hetta var eftir at Øssur Winth­ereig, tíðindamaður, á fólk­a­fundi og í persónligum tíð­inda­skrivi boðaði frá, at hann fór at stilla upp fyri Tjóð­veldi. Aðr­i­r flokk­ar høvdu framm­an­und­an boð­ að frá, at hetta og hatta tíð­ ind­a­fólk­ið var á teirra lista. Men Øss­ur Winth­er­eig gjørdi hetta sjálvur. Fimm tíðindafólk still­aðu upp hes­a­ferð – um­framt tey, sum longu framm­an­und­an vóru í pol­i­t­isku skip­ani. Tey nýggju vóru Øss­ur Winth­ er­eig og Ing­olf S. Ol­sen fyri Tjóð­veldi, Júst­i­nus L. Eidesgaard fyri Sam­bands­ flokk­in, Trónd­ur Djur­huus fyri Fram­sókn og Rig­mor Dam fyri Javn­að­ar­flokk­in. Sum tann einasta rakk Rig­mor Dam inn um tinggátt. Hon var vald sum numm­ar fýra á Javn­að­ar­ list­a­num við 270 at­kvøð­um. Tróndur Djurhuus var eisini nummar fýra á sínum lista, men tað var ikki nóg mikið til ein tingsess. Hann fekk 169 atkvøð­ur. Ing­olf S. Ol­sen var numm­ar 12 á Tjóð­veld­is­ list­a­num við 146 atkvøðum. Jústinus L. Eid­esgaard var numm­ar 16 á Sam­bands­list­ a­num við 90 at­kvøð­um, og Øss­ur Winth­er­eig var numm­ ar 20 á Tjóð­veld­is­lis­t­anum við 75 at­kvøðum. So hóast Høgni, John, Bjørt og kanska Sjúrður brúktu sjónvarpið sum lop­ fjøl, so riggar tað ikki al­tíð. Løgtingsvalið leygardagin var á mang­ an hátt áhugavert. Eitt er, at løg­mað­ ur og flokkurin hansara var stóri sigursharrin. Annað at Fólka­flokk­ur­ in við Jørgeni Niclasen á odda hevði eitt framúr val, sum kort­ini ikki var brenni á bálið at fáa Jørg­en Niclasen frá sum formann. Tjóðveldi var stóri taparin. Full­ veld­isætlanin tykist endaliga jarð­ að, nú Tjóðveldi varð bumbað aft­ur um tíðina við Høgna Hoydal og full­ veldinum, sum byrjaði á valinum í 1998. Men eitt tað mest merkisverda úrs­litið var hjá Javnaðarflokkinum. Eitt er, at flokkurin fekk tað ringasta val­úrsl­itið í áttati ár  síðani ann­að valið hjá flokkinum í 1932, tá flokk­ urin fekk 10,5 prosent. Við und­an­taki av katastrofuvalinum í 1994, so hevur Javnaðarflokkurin ikki verið so illa fyri í 80 ár. Men tað er kanska ikki at lasta nýggju leiðslu floksins, sum hev­ur bjargað tí mesta av tí tapta inn­aft­ur, um hugt verður eftir veljar­a­kann­ing­ u­num síðani síðsta val. Men nakað annað er, at Aksel V. Jo­hnannesen fær sína sak fyri við nýggju manningini. Øll vita, at Ger­ hard Lognberg hevur ligið í støð­ ugum stríði við floksleiðsluna. Hen­ rik Old hevur beinleiðis arbeitt ímóti leiðsluni og flokkinum í val­stríðnum, og Kristin Michelsen á Tvør­oyri er ikki júst kendur fyri at vera serliga komprissøkjandi. Javnaðarflokkurin hevur mist pro­ fil­ar sum Hans Paula Strøm, Hel­enu Dam á Neystabø og John Jo­hannessen, og hann hevur fingið menn, sum longu hava boðað frá, at teir ikki ætla at arbeiða í takt við flokk­in. Og tað er als ikki álitisvekjandi, at tveir av tingmonunum bein­leið­is stungu formannin í ryggin í út­varp­ inum í gjár. Henrik Old tos­aði um kat­ a­strofuna við fisk­i­vinnu­pol­i­tikk­i­n­um, og segði, at hann ikki var slopp­in upp í part í valstríðnum, tí tað ikki passaði inn í systemið hjá leiðsl­uni. Gerhard Lognberg segði eisini við út­varp­ið, at hann ikki var slopp­in fram at, tí hann ikki aktaði leiðsl­una. Hann segði, at hann varð hild­in utt­an­fyri. Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann fer fyrst og fremst á ting fyri atbeiða fyri Suðuroynna, og setti sum ófrávíkiliga treyt fyri at fara í samgongu, at Hvalbiartunnilin skuldi verða tann fyrsti og at sjúkrahúsið ikki skal undir felags leiðislu. Alt hetta vísir ein flokk, sum ikki kann vera stjórnarberandi. Aksel J­o­ hann­e­sen ­skal hava meira enn ped­a­ gogisk evni fyri at halda skil á slík­um vargum, og valla fer at bera til við nøkrum konstruktivum sam­starvi – um tað so verður fyri til­feing­i­s­gjaldi ella ímóti. Fyrsta samdøgrið hjá nýggja Javn­ að­ar­flokkinum bendir tískil á split og ósemju, og við tí byggja tey valla land ella flokk. Stungu formannin í ryggin longu fyrsta dagin Tað var kortini ikki so smart hjá Boga Andreasen at skrifta flokk, sum hann sjálvur hevði roknað við. Bogi Andreasen varð vald­ur í Tórshavnar Býráð fyri Tjóð­veldi á seinasta bý­ ráðs­val­i við 488 persónligum at­kvøð­um. Herfyri saðlaði hann um – meld­aði seg úr Tjóð­ veld­i­num og úr sam­gong­ uni í Tórs­havn­ar Bý­ráð – og upp í Fólk­a­flokkin, sum hann held­ur betur varðar um hansara hugsjónir um, hvussu vit skulu skipa sam­ fel­ag­ið. Men Bogi Andreasen mátti sanna, at tað er ikki so ein­falt, at fyri tað um tú hev­ur fing­ið nógv­ar at­ kvøð­ur til eitt komm­un­u­val í Havn, so er tað ikki eins­ be­týð­andi við, at tú kanst flyta somu atkvøður yvir til eitt­ løg­ting­sval – og so slett ikki, um tú skiftir flokk. Vert er eisini at leggja til merkis, at hann hann ein­ans fekk 20 atkvøður í heim­býnum Klaksvík. Bogi Andreasen end­aði sum nummar 12 á Fólka­ floks­list­a­num við 167 at­ kvøð­um. Tað vil siga, at hann fær ikki sæti á tingi. Verð­ur Fólkaflokkurin part­ ur av nýggjari samgongu, so verða tveir sessir tøk­ir, um flokk­urin velur síni lands­ stýr­is­fólk úr tingbólkini. Um so verð­ur, so fáa Rod­ mund­ur Ni­el­sen og Joen Magn­us Ras­mussen fast sæti á tingi, meðan boð verða eftir Boga Andreasen, sum fyrsti var­a­maður ikki fær møtt. Stakkals Aksel Rigmor vann – Øssur tapti Hu­g­leið­ ing­ar um kvot­ur og fiskidagar Thormund Johannesen kjak á síðu 19 Nú kann tað vera nokk Dagfinnur danbjørg kjak á síðu 19 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rigmor Dam, 270 atkvøður Tróndur Djur­huus 169 atkøður Ingolf S. Olsen, 146 atkvøður Jústinus Eid­es­ gaard, 90 atkvøður Øssur Winthereig, 75 atkvøður Ætlar tú tær á ting, so mást tú hava meira upp á hjartað, enn at vera ein reality-stjørna úr Fólksins Rødd. Tjóð­ veld­ið hevði kos­ið sær Inga Sørensen, og Sjálv­stýr­is­flokk­ ur­in Arn­fríð Vest­er­gaard Hentze, bónda, úr Sumba. Til­ samans fekk Fólk­s­ins Rødd 34 atkvøður kring land­ið. Ingi Sørensen 22 og Arn­fríð Vestergaard Hentze 12. Bummtúrurin hjá Boga Varaborgarstjórin í Havn gjørdi nógv fyri at verða valdur á ting fyri Fólkaflokkin. Men tað gekk ikki hesaferð... 34 atkvøður til Fólksins Rødd