mánadagur 31. oktober 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. oktober 2011 · Nr. 126
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tað var týðiligt, at nógv
stóð á 50 ára gamla eystur
oyinginum, sum var fyri í
Eystara landsrætti fríggja
dagin, ákærdur fyri at hava
gjørt seg inn á eina gentu í
familjuni.
Føroya
rættur
dømdi
hann í summar eitt ára fong
sulsrevsing, men ákæruvaldið
helt dómin vera ov linan og
kærdi til landsrættin.
Landsrætturin staðfesti
dómin.
Ágangurin móti gentuni
byrjaði longu, tá ið hon var
níggju ára gomul, og ágang
urin helt fram í fleiri ár.
Eina ferð hevði ein onnur
genta sagt heilsusystrini frá,
at hesin maðurin hevði verið
ónærisligur
móti
henni,
og hon hevði eisini sagt, at
hann vist eisini hevði gjørt
tað sama móti tí nú 26 ára
gomlu gentuni, sum meldaði
mannin.
Politiið fekk hetta at vita,
kallaði gentuna til samtalu,
men hon noktaði.
Knýtt at teimum
Maðurin, sum gjørdi seg
inn á gentuna, var giftur við
mostir hennara, og hon vildi
einki siga fyri ikki at skapa
ófrið í familjuni.
Gentan hevur sagt, at hon
møtti meira kærleika hjá
manninum og mostrini enn
hjá foreldrunum. Tí kom hon
so nógv til teirra.
Hon var bara níggju ára
gomul, tá ið hann ein dag
bað hana koma við sær til
Havnar eftir konu hansara
og teirra nýfødda barnið.
Á veg til Havnar steðgaði
hann á og gjørdi seg inn á
hana.
Slíkt fór fram í 10 ár, og
hon tordi einki at siga av
ótta fyri, at familjan skuldi
smildrast.
Ikki fyrr enn hon sjálv
fekk eitt barn, og barnið
skuldi fara í dagrøkt, mælti
onkur henni frá at lata barnið
í dagrøkt hjá tí familjuni, tí
maðurin var kendur mis
brúkari.
Tá rann alt fram fyri hana,
og hon meldaði mannin.
Kendi seg aftur
Hon fann ikki rættiliga útav,
hvussu skeivt tað var, sum
hann hevði gjørt ímóti henni,
fyrr enn hon ein las ein grein
um siðamisbrot. Hetta var
væl fyri, at hon meldaði
mannin.
Tað var ein væl orðað
men ólukkulig kvinna, sum
fríggjadagin vitnaði móti
manninum. Hon gjørdi, tað
hon kundi, at sleppa frá at
síggja hann í eyguni.
Rætturin setti forboð fyri
at endurgeva frágreiðingina
hjá gentuni.
Sambært
ákæranum
var torført hjá gentuni at
melda frá, tí hon var so góð
við mostrina og tey, og hon
sat mangan barnagenta hjá
teimum.
Tann misbrúkta gentan
hevur áður greitt frá, at hon
varð heilavaskað av mann
inum og fataði tí ikki, at tað,
hann gjørdi við hana var
skeivt.
Maðurin viðgekk nakrar
av ákærunum, men hann
noktaði fyri at hava fullført
samlegu við gentuna.
Avmáld tíð
Hann visti væl, at hann
gjørdi nakað skeivt og visti,
at ein dag fekk hetta ein
enda. Seinastu tíðina hevði
hann ansað væl eftir ikki at
útseta seg fyri at vera einsa
mallur í stovu saman við
kvinnuni.
Tað kom fram, at kona
mannin hevur fyrigivið. Tey
eru flutt til Danmarkar, tí
konan er farin í útbúgving.
Hann segði seg ikki hava føran
fyri at arbeitt, síðan hetta
revsimálið kom fram í ljósið.
Eitt ár fyri siðamisbrot
Føroya rættur Eystari landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin
yvir ein 50 ára gamlan mann, sum gjøgnum fleiri ár hevði gjørt seg
kynsliga inn á eina gentu í familjuni. Eitt ár í fongsul
Viðgekk
at hava
verið
harðligur
Randi Jacobsen
Tað hendi beint fyri
klokkan trý sunnu
náttina, at 22 ára
gamli maðurin var
heldur
harðligur
inni á einum verts
húsi i Havn.
Sambært politi
num hevði hann
tikið
kvørkratak
um eina gentu og
hálað hana niður í
gólvið. Okkurt vitni
hevur greitt frá, at
hann eisini sparkaði
gentuna í ryggin.
Maðurin
varð
handtikin, og sunnu
dagin klokkan 17
var hann í Føroya
rætti
skuldsettur
fyri harðskap, og
tað var ikki fyrstu
ferð. Haraftrat varð
hann
skuldsettur
fyri at hava sett seg
upp móti politinum,
tí tá ið hann varð
handtikin, fekk ein
politistur
ein
al
boga á bringuna frá
honum.
Maðurin játtaði
at hava verið í bý
num, og hann við
gekk at hava hálað
í hárið á gentuni,
men ikki at hava
tikið kvørkratak.
Tað var ikki við
vilja, at albogi hans
ara fór í bringuna á
politistinum, segði
hann.
Kravið
hjá
ákæruvaldinum
var fýra vikur varð
haldsfongsling,
tí
fyri tað fyrsta er
eitt harðskapsmál
á veg móti honum,
og haraftrat hevur
hann tvær ferðir
frammanundan
í
hesum
málinum
verið
harðligur
í
býnum, upplýsir al
menni ákærin.
Nú verða øll mál
inum viðgjørd undir
einum.
Eftir rættarfund
in
varð
maðurin
fluttur
niðan
í
Mjørkadal at sita.
Randi Jacobsen
Klokkan 18.15 ringdi ein
maður til alarmsentralin.
Hann var staddur umborð
á glastrevjabáti sínu Grethy,
lá fýra fórðingar eystur úr
Nólsoynni.
Eldur var komin í bátin,
og maðurin bað um hjálp.
Politiið sigur, at tey hødu
mannin í telefonina í eitt
korter, og hann hoyrdist
ógvuliga illa.
Meðan politiið tosaði við
hann, læt hann seg í yvir
livilsisdrakt, og klokkan 18.
20 var hann í gummibáti sín
um.
Báturin hevði ligið stillur,
tá ið eldur kom í. Maðurin
bíðaði eftir sjóarfallinum fyri
at seta línu.
Eldurin var nógvur, og
maðurin gjørdi sítt besta
at sleppa frá tí logandi
bátinum.
Lív var hjá bjargingarbát
inum klokkan 18.47 og flutti
mann og bjargingarbát til
Havnar.
Tjaldrið og onnur før
umframt tyrla fóru til bátin.
Alt brann oman av honum, og
klokkan 21.45 sakk Gretha.
Hví eldur kom í, verður
tí ongantíð uppklárað, men
eldur var í motorinum.
Gretha hevði heimstað í
Æðuvík. Báyrin arein Vik
sund glastrevjabátur smíð
aður í 1978.
Eldur kom í bátin
Tað verður ongantíð uppklárað, hví eldur sunnudagin komin í
útróðrarbátin Grethu úr Æðuvík, tí báturin sakk
Lív førdi mann og bjargingarbát til Havnar
staðfesting
Ákæruvaldið vildi hava harðari revsing, men tað eydnaðist ikki