Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Sjúrður Skaale, fólka­tings­ mað­ur, sum eisini er for­ mað­ur í Før­oy­a­nevnd­ini á Fólka­tingi, hevur sett danska fíggj­armálaráðharranum, Bjarne Corydon, fyr­i­spurn­ ing um fast­fryst­ing­ina av rík­is­vei­t­ing­ini. Hann vísir í spurninginum á, at blokkstuðulin til Føroya hev­ur ver­ið fast­fryst­ur í krón­um og oy­r­um síð­ani 2002 og verður tí ikki prís­ tals­við­gjørd­ur. Hann vil tí hava ráð­harr­an at upp­lýsa, hvussu stóra upp­hædd Før­ oy­ar »missa« or­sak­að av fast­ fryst­i­ng­ini av blokkinum. Eisini spyr hann, hvør út­ rokn­ing­ar­hátt­ur skuldi ver­ið nýtt­ur, um hann skuldi ver­ið prí­s­tals­við­gjørd­ur­, eins og hann spyr, hvør út­rokn­ing­ ar­hátt­ur varð nýtt­u­r áðr­enn 2002. Spurningurinv arð settur 26. ok­to­ber, og svarfreistin er fýra vikur. »Vit fáa ta stjórn, sum vit hava valt«. Hesi orð verða mangan havd á munni – ikki minst síðani Før­oya fólk síðsta leyg­ar­dag valdi borg­ar­ ligt. Fólkið valdi blokktiðnan, fólkið vald­ið at vraka ta avtalu, sum allir flokk­ar á tingi hava virt síðstu átta ár­ini um, at blokkurin skal standa í stað. Nú hevur fólkið valt, at Kaj Leo Jo­hann­e­sen saman við Fólkaflokki, Mið­flokki, Sjálvstýri og Framsókn við hatt­i­num í hondini fer niður at spyrja Helle Thorning-Schmidt og Bjarne Corydon, um vit ikki kunnu fáa tær 130-200 mill­i­ónir­nar aft­ur – sum vit ikki hava viljað havt síðstu átta árini. Fólkið valdi fullveldi og Tjóð­ veldi frá. Og fólkið gav eisini Javn­að­ar­flokk­i­num ­a­ft­ur­gongd. Við greiðari til­sip­ing til Kristin Michelsen, borg­ar­stjóra á Tvøroyri og nýggja ting­mann Javn­að­ar­floks­ ins, segði løg­mað­ur í Degi og Viku í gjá­r­kvøld­ið, at hann ikki stólar upp á nýggju ting­mann­ing­ina hjá Javn­ að­ar­flokk­i­num, sum hann millum annað tí ikki vil sam­starva við. Fólkið hevur eisini valt, at vit skulu hava eina flatskattaskipan. Eina skip­an, har eingin rindar meira enn 40 prosent í skatti. Og som­u­ leiðis hev­ur fólk­ið valt, at vit ong­ an fisk­i­vinn­u­re­form skulu hava. Vit skulu held­ur ikki hava nakran komm­un­u­re­form. Trup­ul­leik­in við at leggja komm­un­ur sam­an, hann lata vit komm­un­u­r­nar greiða sjálv­ ar – sjálv­bodn­ar, og so stríð­ast vit víð­ari. Tilfeingisgjaldið hava vit eis­ini valt frá, eins og lív­frøð­i­liga grund­ að­ar stovn­s­met­ing­ar og harav ásett veið­i­trýst. Løgmaður hevur svorið, at Sam­bands­flokk­urin stendur sum ein maður í fisk­i­vinn­u­mál­um, sum vóru við at klíva flokk­in fyri fá­um vik­um síðani. Tað man so vera fisk­i­vinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum og meirilutanum í ting­manning floksins, sum løg­mað­ ur nú hevur tikið at sær, og hesum kann allur tann borgarlig vong­ur­in nú taka undir við – uttan væl­sakt­ ans Fram­sókn. Men løg­maður hevur eisini víst á, at alt snýr seg um búskap. Og svar­ið er at fáa danska landskassan at gjalda – eitt mál sum ikki kann vera ann­að enn bluff ella ó­fat­i­liga stór og naiv undirbrotligheit. Ikki tí, alt ber til í politikki, men um hetta kiksar, so fer tað helst eisini at perla av løg­manni, sum var hann sveiptur í teflon. Pengar skulu so í kassan. Sam­ bært løg­manni, so skal javnvág helst verða á fíggj­ar­lógini longu um tvey ár, og tí verð­ur sera spennandi at frætta, hvussu borg­ar­liga al­tern­ a­tiv­ið ætl­ar, at so nógv meira skal í kass­an enn úr kassanum. Kommunu- og fiski­vinnu­ re­formar fara uttan iva í fisk Borgarliga alternativið Verður samgonga skipað mill­ um Sambandsflokkin, Fólka­ flokk­in og Sjálvstýrisflokkin – kanska stuðlað av Miðflokki og Fram­sókn, so verður hetta borg­ar­ligt alt­e­r­n­a­tiv fyri triðju ferð. Fyrsta borgarliga sam­ gong­an varð skip­að mill­um Sam­bandsflokkin og Fólk­a­ flokk­in eftir valið í 1950. Eft­ ir valið í 1954 kom Sjálv­stýr­is­ flokk­urin uppí. Næsta ferð borgarliga al­tern­a­tiv­ið slapp framat var, tá Pauli Ellefsen skip­ aði sam­gongu sam­an við Fólkaflokkinum og Sjálv­ stýrisflokkinum 5. januar í 1981 – og fer tað at eydnast hjá Kaj Leo Johannesen hesa­ ferð, so verður tað borgarliga alt­ern­a­tiv­ið fyri triðju ferð. Triðja borgarliga alternativið Sjúrður spyr um blokkin Val­ úrslitið og fiski­dagar Atli Gregersen kjak á síðu 19 Jarð­ ar­ferð Komm­unu­ skúlans Páll Poulsen kjak á síðu 18 Tað ber væl til hjá fjøl­miðl­ um at gera eitt val­kvøld meira spenn­andi. Vanliga plaga miðl­ar­nir at verða lut­ víst væl mannaðir í Høllini á Hálsi í Havn, tá talt verður. Hetta valstaðið hevur so stór­an týdning, og einki er av­gjørt, fyrr enn úrslitið á Hálsi er greitt. Soleiðis kundi Portalurin á fólk­a­tings­val­i­num 15. sep­ te­m­ber kunn­gera úr­slit­ið meir­a enn ein tíma áðr­enn al­menna úrs­lit­ið kom út – og har­við var valið avgjørt. Val­nevnd­in kann sjál­vandi ikki koma út við endaliga úr­slit­i­num, fyrr enn tað er av­stem­mað 100 prosent. Men tað kundu miðlarnir. Men hetta vildi for­ kvinn­an í val­evnd­i­ni í Havn, Bjørg­fríð Lud­vík, ikki skuldi end­ur­taka seg til løg­tings­ val­ið. Hon nokt­aði fjøl­miðl­ u­num at síggja tølini. Miðl­ ar­nir hava fyrr kunnað fylgt við, með­an tey leggja sam­an og so­leið­is loyp­andi koma við eini støð­u­mynd úr Høll­ini á Hálsi. Hvat endamálið var við hes­um, er ilt at siga. Tað kann bara vera onkur illvilji móti miðlunum, tí tað er púra end­a­máls­leyst at taka slík­ar táp­u­lig­ar av­gerð­ir  – bara fyri at forða miðl­unum ­at ar­beiða. Vónandi hugsar val­ nevnd­in seg bet­ur um eina aðru ferð. Val­ið er al­ment, og sjálv­andi skulu miðl­ar­ nir kunna fylgja við. Noktaði miðlu­num at síggja tølini Bjarne Corydon, spildurnýggi danski fíggjarmálaráðharrin, skal nú svara Sjúrði Skaale, hvussu nógv Føroyar hava »mist« av blokkniðurskurðinum