Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tey bæði Jane Dodds og John Gibson ferðast í hesum døgum kring landið og vitja stóru framhaldsskúlarnar sam­an við Katrini Ein­ars­son. Endamálið er at greiða frá um skúlan, tey koma frá í Blackpool í Onglandi, tí tey vilja fegin hava fleiri før­oy­ ingar at ganga á skúlanum. – Hetta er ein lista- og leik­ listaskúli við tónleiki leiklist og aðrari list. Blackpool er ein býur við einari ørgrynnu av fólkasløgum, og vit hava havt sera sóðar royndir við før­oyingum, sigur Jane Dodds. Katrin Einarsson kom mest­sum av tilvild fram á skúlan. – Eg leitaði á netinum og eg søkti fleiri skúlar, men ikki fyrr enn eg kom í samband við Blackpool and The Fylde College bar til, sigur Kartin Einarsson. Hon gongur á linjuni tekn­ ari, har tey eisini hava 3D og animatión. – Okkara skúli er lutfalsliga lítil og traditionellur, og har­ við er mest sum talan um familiert umhvørvi, og tá vit nú eru í Føroyum, so er tað fyri at lána næmingar, ikki taka teir, sigur Jane Dodds. Nú Katrin Einarsson er á ferð í Føroyum, er tað sum triðja árs næmingur og tað merkir, at hon verður liðug við útbúgvingina komandi summar. Men hon hevði bara verið í Onglandi eitt ár, tá bróður hennara kom henni á baki. – Rói helt, at tað ljóðaði so áhugavert, tað, eg segði frá um skúlan, at hann nú gongur á øðrum ári í Blackpool, sigur Katrin Einarsson. Persónligar dygdir Eitt annað gott við skúlanum er, at hann er góðkendur av SU, so tey lesandi fáa stuðul. – Skúlin undirvísir eisini í grafiskum design, tónleiki og leikbúnum, og pláss er fyri 600 næmingum. Oyggjafólk hava ein heilt annan hugburð og ein heilt annan verumáta, tey hava ikki tann skund, sum vit býarfólk hava, sigur Jane Dodds. Skúlin er sera áhugaður í at fáa næmingar uttanífrá, og brúkar tí fegin pengar til slíkar sjarmuherferðir, sum tey trý eru á í løtuni. – Vit eru ein lítil skúli, og vit hyggja ikki bara eftir ávís­ um dygdum, men at øllum persóninum. Tú kanst hava persónligar dygdir, sum telja meira enn reint bókligar dygdir, sigur Jane Dodds. Stóru skúlarnir tíma ikki at fáast við at umseta karak­ ter­irnar. – Hjá okkum kann ikki alt mátast í karakterum. Tað persónliga hevur stóran týdn­ing, og vit taka við í met­ ingina, talan ikki er um inn­ føddar bretar. Fyri okkum hevur umhvørvið stóran týdn­ing, sigur Jane Dodds. Hon sigur, at Blackpool er ein sera lívligur býur hjá lesandi at búgva í. – Býurin liggur út við sjógv­in, og tað verður gjørt sera nógv fyri ferðavinnuna í bý­num, sigur Jane Dodds. Vællýddir føroyingar Skúlin er til reiðar at strekkja seg langt, tá tað ræður um at rekrutera næmingar uttan­ lands frá. – Vit hava júst sett upp eina skype-skipan, so til ber at samskifta við næmingarnar umvegis skype, sigur Jane Dodds. Ætlanin við hesum er, at næmingarnir skulu sleppa undan at ferðast allan vegin til Blackpool bert fyri at gera eina samrøðu. – Vit síggja avgjørt við posi­tivum eygum at um­ søkj­arum úr Føroyum, tí royndirnar eru so góð­ar við teimum báðum næm­ing­un­ um, vit nú hava, sigur Jane Dodds og sipar til systkinini Katrin og Rói Einarsson. Umframt at vitja á skúl­ unum kring landið, skipar skúlin fyri einum almennum fundi í Miðlahúsinum hós­ kvøldið, har øll áhugað eru vælkomin at læra meira um Blackpool and The Fylde College. Mánadagin varð vitjað á Studentaskúlanum í Hoy­ døl­um, týsdagin gekk leið­in til Klaksvíkar til tekn­iska skúla og síðani til Kambs­dal. Í morgun hava tey vitjað á Nám X, áðrenn leiðin gekk til Suðuroyar og Skúla­dep­ ilin har. Og í morgin er tað tekniski skúli í Havn og Før­ oya Handilsskúli. Fundurin í Miðlahúsinum í annaðkvøld byrjar klokkan 19.30. Bjóða føroyingum til Blackpool at lesa Hesa vikuna eru umboð fyri Blackpool and The Fylde College saman við Katrin Einarsson, sum lesur har, á vitjan í Føroyum, fyri at greiða frá um skúlan Katrin Einarsson og Jane Dodds vóru inni á gólvinum hjá Sosialinum og greiddu frá Mynd: Álvur Haraldsen Blekkhjarta Nú er endiliga aftur ein bók á føroyskum eftir týsku Cornelia Funke. Cornelia Funke verð­ ur viðhvørt kall­að týska J. K. Row­lings, og eitt er vist, hon dugir ómeta­liga væl at for­telja søgur. Tað dugir pápi gent­ una Meggie eisini. Ja, hann dugir so væl, at fólk og dýr kunnu ger­ ast livandi og koma úr søguna og liva sítt fríska lív saman við okkum øðrum. Tað er ikki bara gott, tí pápin hevur eis­ ini verið atvold til, at kona hansara, mamma Meggie, er horvin inn í eina søgu og er ikki sædd síðani. So tí er hann givin at lesa søgur fyri Meggie. Kær­leikan til bókina og søgurnar hevur Meggie tó varðveitt, og tá ið pápin og Meggie ein dagin fáa óvæntaða vitjan, fær søgan ferð, og tey verða vavd inn í ein sera óhugnaligan heim, sum tey onkursvegna noyð­ast at sleppa úr aft­ ur, um tey ætla at tyggja lív. Bókin er 545 bls. og er heft við klaffum. Cornelia Funke hevur sjálv teknað permu og myndir innan. Símun av Skarði týddi úr týskum. Bókin er vælegnað til tey 12-13 ára gomlu og eldri. Mannajagstrarin Nú kemur triðja og sein­ asta bókin í røðini um Mannajastraran. Bókin eitur Fongurin hjá kannibalinum.Tað er Sonne Smith, ið hev­ur týtt tær tríggjar bøk­ urnar, sum eru sera spenn­andi at lesa. Teir tríggir manna­ jagstrararnir Ezra, Selina og Luka fara at leita eftir Veiðimannabókini. Tað er av stórum týdningi, at tey finna hana, tí við henni kunnu tey forða greivanum Dimiri at taka alt valdið í landinum. Spurningurin er so, um tey trý megna at steðga ørligu ætlaninum hjá greivanum ... Bókin er heft og er 120 bls. Ein spennandi bóka­røð til tey 7-12 ára gomlu. Sov nú Ein fitt pappbók til tey minstu børnini. Øll kenna vit hetta: barnið vil ikki sova, og tað vil lítli fílur heldur ikki. Og sjálvandi endar tað við, at mamma lítla fíl er so móð, at hon sovnar sjálv! Birde Poulsen hevur teknað og sagt søg­una um lítla fíl og mamm­ una. Bókin er úr pappi og hevur 14 blaðsíður og nógv­ar klaffar at lyfta. Ein fitt bók til teir yngstu lesararnar.