fríggjadagur 4. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tað var áhugavert í gjárkvøldið at
frætta, at høvuðsmálið hjá komandi
borgarligu samgonguni verður at
fara biddaragongd niður til Danmark
at fáa 200 milliónir krónur meira í
blokkstuðuli. Serliga margháttligt er
tað, at sami flokkur, sum stóð á odda
fyri blokkniðurskurðinum í 2002 er
trygdin fyri, at Sambandsflokkurin
fær hendan meirilutan. Samgong
an undir leiðslu Fólkafloksins skar
blokkstuðulin við 366 milliónum
krónum í óðum verkum – bara fyri
at prógva, at tey meintu nakað við
kollsigldu fullveldisætlanina.
Hesin
niðurskurður
varð
samtyktur við minst møguligum
meiriluta – og tað vísir, at avgerðin
varð gjørd í óðum verkum – og at
samgonguflokkarnir
púrt
einki
gjørdu fyri at tryggja alternativar
inntøkumøguleikar. Í hesum hava
Sambandsflokkurin og Javnaðar
flokkurin grein í sínum kritikki. Men
har frá og so til slíka kúvending, sum
Fólkaflokkurin og teir smáu fyrrver
andi fullveldisflokkarnir gera, tað er
sera ótrúverdugt.
Sjálvstýrisflokkurin kann enn
sum áður tilpassa seg eina og hvørja
samgongu, til høgru ella vinstru, til
loysing ella samband. Miðflokkur
in hevur verið ringur at rokna út.
Karsten Hansen, fyrrverandi tingm
aður, tykist í heilum at gloyma, at
hann ikki er tjóðvelidsmaður meira.
Hann hevur tosað sum tjóðveldis
maður í valstríðnum. Jenis av Rana
førdi fram í fólkatingsvalstríðnum,
at vit eiga 54 milliardir tilgóðar hjá
donsku stjórnini – pengar, sum Dan
mark hevur fingið í leigu frá Nato,
sigur hann.
Skilligt er, at fólkaflokkurin vil
aftur til valdið. »Framtíðin er borg
arlig«, hevur Jørgen Niclasen sagt
upp í saman. Taktikkur er sjálvandi
uppií, og kunnu vit velja at halda, at
Fólkaflokkurin tosar løgmanni eftir
munninum fyri at sleppa til valdið.
At etisku viðrini verða bannlýst
í slíkari samgongu er eyðsýnt. Mið
flokkurin – og miðflokkaveingirnir í
Sambandsflokkinum og Fólkaflokki
num fáa sín sigur við at nokta hinum
at tosa um samkynd, brennivín og
annað – í teirra eygum – ringt.
Men vit hava jú valt eina konser
vativa borgarliga samgongu. Og vit
fáa ta stjórn, vit hava valt. So veljar
in hevur einki at klaga um – um bara
politikararnir halda síni orð.
Men tað eru løgin signal, sum
koma frá samráðingunum. Eitt er,
at tey ikki vilja tosa um etisku virð
ini – ella ikki eru samd um, hvussu
tey skulu tosa um tey. Men tá tríggir
fullveldisflokkar fara við Sambands
flokkinum niður til Danmarkar
at fíggja hallið á okkara fíggjarlóg
við at vaksa um hallið á donsku
fíggjarlógini, sum frammanundan
hevur 96 milliónir í halli – tá fær
trúvirðið eitt álvarsligt skot fyri
bógvin.
Munur er á...
Meðan Tórshavnar Kommu fyrstir parker
ingspláss, so fer nýggja borgarliga samgong
an at tiðna ríkisveitingina úr Danmark.
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
ABDH-samgonga: Minkar før
oyskt hall við at økja danskt hall
Veljara
kanningar
og fakligt
trúðvirði
Dennis Holm
kjak á síðu 16
Um
Jørgen
á Áar
vegnum
hendur ið sleptu
á síðu 18
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í seinastu valsendingini hjá
Kringvarpinum kvøldið fyri
valið vórðu allir floksfor
menninir spurdir, um blokk
stuðulin úr Danmark skal
hækka. Avgerðin var púra
klár: Seks ímóti og ein fyri:
Skal blokkurin tiðna?
Jenis av Rana: Nei
Poul Michelsen: Nei
Høgni Hoydal: Nei bestemt
ikki
Kári á Rógvi: Nei
Aksel V. Johannesen: Nei
Kaj Leo Johannesen: Ja
Jørgen Niclasen: Nei
Sambært Framsókn hava
teir tríggir flokkarnir, Fólka
flokkurin, Sjálvstýrisflokkur
in og Miðflokkurin nú skift
støðu og eru fyri, at blokk
stuðulin úr Danmark skal
hækka við 200 milliónum.
Fígg jarlógaruppskotið
hjá donsku stjórnini
hevur eitt undirskot upp á 96
milliardir krónur. Umroknað
til føroysk viðurskifti hevði
tað svarað til eitt undirskot
á okkara fíggjarlóg upp á
umleið eina milliard krónur.
Kanska Føroyar skuldi lat
ið Danmark blokkstuðul?
Fáur lýgur meira enn helvt
ina, verður mangan sagt.
Nú skúlu vit ikki skíra
nakran fyri lygnara, men tá
býarmyndugleikar okkara
royna at gera so lítið av, sum
gjørligt, tá teir verða spurdir
um parkeringsmøguleikar
nir ikki verða skerdir í sam
bandi við skoytubreytina á
Skálatrøð, so kunnu vit fyri
ein ordans skuld siga, at 55
parkeringspláss verða rakt
beinleiðis av tjaldinum.
Um so nøkur fara afturat,
so er skjótt, at talið fer upp
um 60.
Tað er fínt, at kommunan
setur upp skoytubreytina,
tað er slett ikki tað. Men
sigið heldur, sum er um tal
ið av parkeringsplássum, tí
tað fara altso 55 parkerings
pláss »til spillis« av hesum
tiltaki.
55 parkerings
pláss undir ís
Trúvirði skot fyri bógvin
Ov sein fakfeløg
Vent í holuni: Frá full
veldi til blokkstuðul
Sum ketta úr høvdatrog
koma fakfeløgini nú og ávara
borgarliga samgonguna, sum
ætlar at skatta pensjónsinn
gjaldið nú, heldur enn sum
nú, at pensjónin verður skatt
að, tá hon verður útgolgdin.
Nú er tað ikki eitt nýtt
fyribrigdið, at sundurlyndi
er størri enn samanhaldið í
Føroyum, men at koma fáar
dagar eftir valið og ávara um
politisk inntriv, sum vit hava
vitað um í valstríðnum, tað
tykist ikki serliga búgvið.
Fólkaflokkurin
gjørdi
greitt fyri valið, at teirra mál
var at skatta pensjónsinn
gjaldið. Har er eingin slingur
í valsinum. Um fakfeløgini
vóru ímóti tí, so áttu tey at
gjørt vart við tað – og ávarað
limir sínar ímóti at velja Fólk
aflokkin. Tað hevði verið fak
felagspolitikkur, sum vil nak
að. Men vit skulu altíð vera so
fitt og siga tingini innballað
– vit skulu ikki ávirka.
Men
álvaratos,
hvønn
hava vit fakfeløg fyri? Er tað
ikki fyri limirnar.
Leiðandi fólkini í fakfel
øgunum áttu, sum vit siga á
vánaligum nýføroyskum, at
»traðkað í karakter« fyri val
ið og ikki eftir valið!