fríggjadagur 4. november 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur tú evnini at kveikja ein neista í
øðrum fólkum? Hevur tú evnini at
fáa fólk og arbeiðsgevarar at síggja
møguleikarnar?
So ert tú rætta fólkið til at gerast
kveikjari hjá ALS. Tað snýr seg um
at hjálpa fólki at finna eitt nýtt starv.
Tað snýr seg um at hjálpa við at
finna eina menningarleið, so til ber
at skifta starvsleið. Tað snýr seg um
at finna rætta starvið, skeiðið ella
skúlan at fara á. Ella kanska er starvs-
venjing ein møguleiki, soleiðis at
hann ella hon finnur eitt nýtt starv.
Í kveikjarastarvinum kemur tú í
samband við nógv fólk. Tú kemur at
tosa við arbeiðsgevarar, kommunur,
skúlar, stovnar og so sjálvandi eisini
tann arbeiðstøka.
ALS bjóðar tær eitt spennandi starv í
einum livandi umhvørvi. Tú kemur at
arbeiða á Tænastudeildini, har 10
fólk arbeiða. Við nýggju kveikjarunum
verða fýra kveikjarar á deildini.
Tú ert útvend/ur, dámar væl at tosa
við fólk, megnar at fáa fólk at finna tað
besta fram í sær sjálvum og dugir at
leiða onnur fram móti úrslitum.
Tú hevur møguliga eina hægri
útbúgving, kanska eina miðal langa
útbúgving, ella tú hevur royndir,
sum gera teg til tann rætta til starvið.
Í dag arbeiðir tú helst við fólki.
Tú ert kanska sølufólk. Kanska tú
ert samskipari ella ráðgevi. Tað
týdningarmiklasta er, at tú hevur
rætta lyndið og hevur evnini at fáa
góð úrslit.
Løn sambært avtalu. Størvini verða
sett skjótast gjørligt.
Send umsóknina við telduposti til
als@als.fo innan fríggjadagin 18.
november kl. 12.00. Hevur tú
spurningar viðvíkjandi starvinum,
kanst tú ringja til Høgna í Stórustovu
á telefon 299502 ella senda honum
teldupost á hognis@als.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær!
Kanst tú fáa fólk til at leypa
upp um forðingar?
ALS søkir tveir kveikjarar!
www.sansir.fo