fríggjadagur 4. november 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Manntal byrjar
í komandi viku
Leo Poulsen
Fyri einum ári síðani skipaði
Manntal fyri einari roynd
arteljing, og tað eru roynd
irnar frá hesari teljing, ið er
grundarlagið undir veruliga
Manntali, ið byrjar í komandi
viku
Tað ljóðar heilt bíbilskt,
at Føroyar skulu teljast í
manntal.
Men mánadagin ella týs
dagin fara 155 teljarar hús
úr húsi kring alt landið við
spurnarbløðunum, sum allir
føroyingar skulu svara.
Yvirorðnaða
endamálið
við Manntal er, at fáa størri
vitan um føroysku húskini og
harvið føroyska samfelagið.
– Endamálið er ógvuliga
breitt. Tað er at fáa vita um
føroyingar til føroyingar, at
styrkja føroyska fólkaræðið.
Vitan um føroyska húskið
kann brúkast í nógvum
samanhangum, sigur Heini
Hátún, samskipari í Mann
tal.
Tað ger stóran mun hjá
teimum, sum leggja til rættis
í Føroyum at kenna støðuna
hjá føroysku húskjunum.
– Tað veri seg landsstýri
og
løgting,
landsstovnar
og kommunur, instansir, ið
taka avgerðir. Men tað eru
fleiri onnur ting í hesum,
sum til dømis fólkaræði.
Skal føroyingurin finnast at
myndugleikunum, má hann
kenna til egin viðurskifti,
sigur Heini Hátún.
Vit kenna til nógv viður
skifti so sum búskapartøl og
útflutning, men einki til ta
føroysku familjuna.
– Og tað er ógvuliga týdn
ingarmikil vitan fyri, at
vit kunnu leggja til rættis
sum frægast. Granskingin
í Føroyum, til dømis, hevur
eitt manglandi ráevni, og
uttan hesa vitan ber illa til
at granska føroyska demo
kratiið, sigur Heini Hátún.
Hetta sama ger seg gald
andi innan skúlaverkið har
tað hevur týdning, at tilfarið
er føroyskt.
Byrja mánadagin
Manntal sigur, at dagurin
11. november 2011 er teljing
ardagurin, og tað merkir,
at spurningarnir í spurn
arblaðnum snúgva seg um,
hvussu støðan var júst 11.11.11.
– Vit savna spurnarbløð
inn í umleiði tríggjar vikur,
men spurningarnir taka støði
í, hvussu støðan var tann 11,
sigur Heini Hátún.
Allar Føroyar skulu spyrj
ast, og Manntal hevur eina
ætlan um, hvussu hetta skal
gerast.
– Tað fer eitt spurnarblað
út, sum kemur inn aftur.
Síðani verða upplýsingarnir
lagdir inn á teldu og kunnu
viðgerast har. Tað er í stutt
um tað, ið tað snýr seg um. Í
praksis hava vit 155 teljarar,
sum hava áleið 130 húskir
at taka sær av, sigur Heini
Hátún.
Byrjað verður at bera
spurnarbløðini út mánadagin,
og longu fríggjadagin verður
so smátt byrjað at savna inn
aftur.
– Teljararnir hava so ábyrd
fyri sínum húski, og er tørvur
á hjálp at fylla spurnarbløðini
út, so gera teljararnir tað. Tað
kann jú til dømis vera, at fólk
eru deyv, so boðar teljarin
dømisleiðaranum frá, sum
so útvegar deyvatulk, sigur
Heini Hátún.
Tá teljarin hevur savn
að spurnarbløðini inn aft
ur, verða tey latin dømis
leiðaranum,
sum
síðani
sendir tey til Havnar á Hag
stovuna.
Leo Poulsen
Tá Portalurin fyrr í vikuni
ringdi til Heðin Mortensen
fyri at vita, nær skoytibreytin
blívur klár at taka í nýtslu,
varð eisini spurt, hvussu
býráðið ætlaði at loysa tey
longu frammanundan trongu
parkeringsviðurskiftini, sum
eru í miðbýnum.
Skoytubreytin fer avstað
við einum 50 parkerings
plássum á Skálatrøð, har tað
longu framman undan er
trupult at finna eitt pláss at
seta bilin.
Men Heðin Mortensen
segði, at tað var upplagt at
skipa kommunuskúlagarðin
sum parkeringsøki, tí skúlin
stendur tómur kortini.
Hann segði, at garður
in rúmar einum 50 parker
ingsplássum – ið er neyvt
tað sama, sum skoytubreytin
fer avstað við. Og hartil
segði borgarstjórin, at eingin
tíðaravmarking skal verða í
kommunuskúlagarðinum.
Eisini
aðrar
justering
ar skulu gerast við parker
ingsøkjum í miðbýnum, so
samanlagt
verða
parker
ingsviðurskiftini betri, enn
áðrenn skoytuhøllin varð
sett upp.
Men
hendan
ætlanin
fall ikki í góða jørð hjá for
kvinnuni í Teknisku nevnd,
Marin Katrinu Frýdal.
– Tað er púra burturvið
at koyra bilar inn í ein skúla
garð, har børn spæla. Og fyri
tað næsta skal alt, sum hevur
við parkering at gera, ganga
gjøgnum teknisku nevnd,
sigur Marin Katrina Frýdal.
Hon heldur, at borgar
stjórin handlar í óðum verk
um.
– Hesi úttalilsini hjá Heðin
Mortensen loypa hvøkk á øll,
bæði lærarar og ikki minst
foreldur. Hetta er ófyrigevi
ligt, sigur Marin Katrina Frý
dal.
Tekniska nevnd hevur
fund komandi týsdag, og tá
ætlar forkvinnan at taka
hetta málið upp til við
gerðar.
Ósemja um kommunuskúlan
sum parkeringsøki
Tað fall ikki í góða jørð, at Heðin Mortensen sambært Portalinum vil kompensera fyri mistu
parkeringsplássini á Skálatrøð, við at gera kommunuskúlagarðin til parkeringsøki
Forkvinnan í Teknisku nevnd og borgarstjórin eru ósamd um,
hvørt Kommunuskúlagarðurin skal gerast til parkeringsøki
Økonomi
- fyri ikki-økonomar
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355)
Vilt tú betra um tína fatan av
økonomi og fíggjarstýring? So er
hetta skeiðið júst nakað fyri teg!
Tú situr kanska við eini fíggjarligari
ábyrgd í tínum arbeiði, og kortini tørvar
tær betri fatan av fíggjarligu saman-
hangunum á arbeiðsplássinum.
Kom og fá grundleggjandi orðingar og
meginreglur í búskapi upp á pláss.
Gjøgnum báðar skeiðsdagarnar verður
títt innlit í fíggjarstýring og fíggjarætlan-
um ment, og tú verður kunnug/-ur við
grundleggjandi orðingar og meginreglur
í búskapi.
Skeiðið er viðkomandi fyri bæði privatu
vinnuna og almenna sektorin.
Á skránni
Fá betri fatan av fíggjarligu
•
samanhangunum í tíni fyritøku/stovni
Lær trygt og einfalt at gera
•
fíggjarætlanir, sum halda
Fíggjarligar frágreiðingar
•
– les, skil og skriva tær betri
Soleiðis verður tú betri til at
•
formidla og at leggja fram
fíggjarligar spurningar
Dagar
8. & 9. desember 2011
Tilmelding
Tilmelding og les meira um skeiðið á
heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella
ring 32BELL (322355).
10,2
í miðal eftir
13'skalainum