Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Finnur Johansen Siður er, at pensionistafeløgini halda eldradag einaferð um árið, og hesir eldradagar verða hildnir ymsa staðni í landi­ num. Í 2011 varð eldra­dagurin hildin í Vági, leygar­dagin 6. august 2011, og tað vóru bæði pensionista­feløgini í oynni, Vágs Pensionista­felag og Pensionistafelagið Høfn, sum saman við lands­felagnum skipaðu fyri eldradegnum. Meiri enn 300 pensionistar úr øllum landinu vóru komn­ ir saman í høllini í Vági henda dagin. Pensionistar úr Vágum, Eysturoynni og aðra­staðni frá høvdu bussar við suður, fleiri vóru farnir suður dagin fyri og høvdu fing­ið sær innivist í Lopra ella aðra­staðni í oynni. Tað vóru heldur ikki øll, ið fóru norður aftur sama kvøldið, men bíðaðu til sunnudagin, og tað vóru tey, ið ikki fóri avstað aftur fyrr enn mánadagin. Nakrir av luttakarunum úr Havn, onkrir sum høvdu bil við fóru suður fríggjadagin, men tey flestu úr Havn fóru suður leygarmorgunin klokkan sjey við Smyrli, tað frá­líka skipið, sum suður­ oy­ing­ar hava fingið. Vit úr Havn høvdu ikki buss við, men vit høvdu boðað Bygda­ leið­um frá hvussu nógv við vóru, og vit av­talaðu við buss­ eig­ara um at flyta okkum mill­um støðini í Vági, sum vit vitjaðu. Tá ið luttakararnir vóru savnaðir, beyð Inge­borg Wenn­ingstedt Jacob­sen, for­­maður í Vágs Pensionista­ felag, vælkomið, og fólki at fáa sær morgunmat, og Jógvan Kross­lá, vara­borgar­ stjóri flutti fram røðu. Um 10-tíðina fór sangkór at singja fyri luttakarunum, ætlanin var at tað skuldi vera eitt manskór, men feriutíð var, og nógv fólk vóru burtur, so í staðin var tað ein úr­dráttur úr sangkórinum Ljómi, ið sang, men tað gjørdi tað ikki verri. Eftir tað helt Siri Stenberg gestarøðu. Sjálvur las eg søguna um tá ið vágs­sluppin Traveller varð søkt á Føroya Banka í 1917, og sum eg sjálvur hevði skrivað eftir frásøgn frá Doriusi Jacobsen, ið var bestimaður við Traveller, tá ið hon varð søkt. Eftir skránni skuldi verða farið út á Garða­brúgv klokk­ an 11, har grinda­bátar­nir vórðu vístir fram, og tá var bussurin, vit høvdu avtalu við, til reiðar á Eiði­num. Tað vóru tó ikki bara grinda­ bátarnir at síggja heima í bygdini, tí í gamla skúlanum á Oyralagi eru skipað bygda­ savn og onnur søvn, og tað var ikki uttan áhuga. Eg havi ikki gingið í skúla­ num í Tippinum, sum var tikin í nýtslu í 1951, eg havn bara gingið í gamla skúlanum á Oyralagi, men eg má siga, at í mínum hugaheimi var hann væl rúmligari, enn nú eg sá hann aftur, meira enn tvey mannaminni seinni. Í gamla skúlanum, sum upp­runaliga er múraður upp í 1884, har ein timburhædd seinni varð sett omaná, vóru fýra skúlastovur, og tær vóru róptar: “vestara uppiá”, “uttara uppiá”, “vestara niðri undir” og “uttara niðri undir”. Harum­framt vóru skúla­stovur í øðrum húsum í granna­lagnum. Vestara uppiá var tann størsta skúlastovan, har vóru fyrstu klassarnir, og har var eisini morgunsangur. Einar Skaalum, ið var ógvuliga musik­alskur, skipaði sangin, og Johan Djurhuus, skúla­ stjórin, bað faðirvár, og tá skúlastjórin ikki var við, var tað Einar Skaalum sum bað. Johan Djurhuus bað “faðir­ vár”, men Einar Skaalum bað “fadervor”. Einar Skaalum var eisini ein góður frá­søgu­ maður, og hugtak­andi var at lurta, ikki minst, tá hann segði frá norrønu mytologiini. Áhugavert var at síggja framsýningina, sum Poul í Garði Niclassen hevði skipað við modelskipum hann sjálvur hevði gjørt og um Vág undir seinna heimsbardaga. Framsýningin var í vestara klassa niðri undir, og eg kom at hugsa um, at her vóru vit, tá ið eg gekk í fyrsta real, og eg minnist lærarar vit høvdu, fyrst Torkil Beder og seinni Eivind Vilhelm. Hvørgin teirra var prestur tá. Hetta var í 1945, Torkil Beder hevði gingið og bíðað eftir at koma til Danmarkar at lesa, og Eivind Vilhelm, sum hevði verið í Danmark stríðsárini, var komin heim eitt skifti, nú hann hevði verið burturi so leingi. Læraraverilsi var vorðið til fýrrum, ikki tí at tað, tað eg minnist, varð brúkt so nógv, í fríkorterinum gingu læraranir aftur og fram á skúlalagnum, læraraverilsið varð bara brúkt, tá ikki var verandi úti fyri veður. Vit vóru eisini inni á Ruth Smith savninum. Niðri á Garðabrúgv hjá grinda­bátunum var eg ikki, tú náddi ikki alt. Grinda­bát­ arnar kenni eg væl, vit høvdu grindapart á Svaninum, og tað býtið fór fram eitt sindur øðrvísi enn á øðrum bátum. Vanligt var at partarnir, ið býtt varð í, vórðu mettir. Fyrst varð býtt í tveir ella fýra partar og so vórðu teir býttir í helvt og so fram­ vegis. Á Svaninum vórðu tær regluligu spikfjósirnar, tað er frá kúluni og aftur á hamarstjølin og teir regluligu tvøst­lutirnir vigaðir. So varð roknað út hvussu nógv var til hvørt fólkið, og síðani varð býtt til hvørt húski. Og so var umráð­andi at fáa alt í laka sum skjótast, ikki minst spikið, sum hvørki mátti fáa ljós ella luft fyri ikki at trána. So vóru tað aðrir partar av spiki­num, rustin og annað, og beina­grindin, rivjabein, herðabløð og annað. Tað var lagt í hvør sína rúgvu, og tá fólk tóku upp sín part, tóku tey so nógv av rustinu og av beina­grind­ini, sum hóskiligt var. Eftir vitjanina í gamla skúla­num og søvnunum har varð farið vestur aftur í høll­ ini á Eiðinum, har fólk fingu døgurða klokkan 13. Tað er ikki sum at siga tað, at gera døg­urða til meira en 300 fólk, men tú fært ikki hvørja ferð so góða fleskasteik, sum vit fingu henda eldradagin í Vági. Á skránni var eisini ein stuttur túrur vestur á Eiðið klokkan 14.30, her var hugsað um lendingina har vesturi, og eg veit, at nøkur vóru har vesturi. Eg havið talað við fleiri, ið róðu út av Vágseiði í fyrru helvt av tjúgundu øld og fólk, ið arbeidu har, eisini havi eg sjálvur arbeitt har, so eg hevðu nógv eg kundi sagt frá um alt tað virksemi har var fyri einum tveimum mannaminnum síðani, men av ymsum grundum, millum annað tí at eg hevði átikið mær at skipa fyri flutninginum millum støðini vit vitjaðu, vóru tað ikki stundur til tað hesa ferð. Av somu grundum eydn­ aðist mær heldur ikki at síggja nýggja røktarheimið, sum eg hevði ætlað. Tað, sum hevur undrað meg, er at fólk valdu eitt røktarheim fram um ein útbúgvingarstovn. Ikki tí, tey óhjálpnu skulu hava tað gott, og tey skulu hava tað upp aftur betri, enn tey hava tað nú, men eg vildi hildið at hugsað átti at verið um ungdómin og framtíðina. Kanska er tað nostalgi, men sum uppvaksin á staðnum, hevði eg droymt um, hóast nógv virksemi var á Tvøroyri, so skuldi Vágur vera útbúgvingarstaðið, uni­ versitetsbýurin í Suðuroy. Havast má í huga, at tað eru tveir býir í Suðuroynni, og at Vágsfjørður er tann fjørðurin í Suðuroy, har flest fólk búgva. Flestu norðanfjørðsfólk fóru norður aftur við Smyrli, sum fór av Krambatanga klokkan hávgum sjey, og vit høvdu avtalað við Bygdaleiðir um at koma vestur á Eiðið eftir okkum klokkan hálvg­ um sex. Veðrið var gott norður, Smyril gronaði eitt sind­ur um Suðuroyarfjørð, men komin norður móti Lítlu Dímun varð púra slætt. Vit komu á Havnina fyri klokkan hálvgum níggju, og fóru hvør til sítt. Vit vóru vorðin eina uppliving ríkari suðuri í Vági, og ein góður dagur var komin at enda. Eldradagur í Vági 2011 HR-løgfrøði - fyri allar leiðarar Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355) Ein neyðug útbúgving fyri teg, sum er leiðari og hevur starvsfólkaábyrd ella er í einum HR-starvi. Ikki minst fyri teg sum er nýggjur í leiðarastarvinum. - Trý modul sum gera teg føran at taka avgerandi og røttu avgerðirnar í starvs- fólkamálum. Løgfrøðilig vitan og kunnleiki til galdandi krøv, lógir og reglur er avger- andi fyri eina fyritøku ella stovn. Hevur tú ikki neyðugu vitanina, kann tað lætt- liga ganga galið – og javnan við stórum avleiðingum. HR-løgfrøði er týðandi og viðkomandi fyri allar leiðarar. Hevur tú tí starvsfólkaábyrgd so er hetta ein útbúgving fyri teg. Fyrrverandi luttakari: Á skránni Setanarsáttmálar, eisini stjórasátt- • málar og tíðaravmarkaðar sáttmálar Lønar- og eftirlønarviðurskifti • Setanarklausular • Immateriell rættindi, tagnarskyldu og • vinnuloynidómar Yvirvaking og eftiransing av starvs- • fólki og um KT-reglur Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafráveru, • diskriminatión, barnsburð og frítíð Uppsøgn, fráfaring og endurgjald • 3 dagar 30. nov. - 07. des. - 13. des. 2011 Tilmelding Tilmelding og les meira um skeiðið á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355). 10,17 hevur skeiðið fingið í miðal eftir 13’skalainum Eg vil avgjørt mæla øllum leiðarum at luttaka á hesari útbúgvingini... “ “