fríggjadagur 4. november 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Óli Jacobsen
200. partur
T
ey eru fá, sum minnast Jørgen á
Áarvegnum, men framvegis eru
nógv, sum vita um hann og hansara
ísinkramhandil, sum hann lat upp á
Áarvegnum í 1931.
Pápi Jørgin Frants var Jacob
Jacobsen (1846-1883), Jákup á Áar
vegnum kallaður, timburmaður úr
Havn. Abbin Joen (1804-1874) var
eisini timburmaður. Langabbin
var Jacob Christiansen (1761-1829),
bóndi á Eystara Húsagarði í Havn.
Hann festi 23.3. 1799.
Mamma Jørgin Frants var Anna
Jørgensen f. 1846 úr Miðvági, vanliga
kallað Vága Anna. Pápi hennara
Jørgin Frants Jacobsen (1811-1890)
var føddur í Havn. Kona hansara
Rachel Niclasdóttir f. 1810 var úr
Sandavági. Hetta man vera orsøkin
til, at tey eru búsett í Miðvági, har
Jørgin Frants var skúlalærari og
handilsmaður.
Fór á háskúla fyri arvin
Jørgin Frants giftist við Maren
Christinu Fredrikku Michelsen úr
Øravík. Pápi hennara var Dánjal
Jacob MIchelsen (1859-1935). Hann
var
skipari
og
timburmaður.
Mamman var Karin Maria Poulsen
(1861-1883) úr Hvalba. Hon doyði
knappliga, áðrenn Marin Christina
var ársgomul.
Marin Christina hevur verið
rættiliga frammarlaga fyri sína
tíð. Hon hevði frá mammu síni
arvað »kolarættindi« í Hvalba. Hesi
seldi hon og fór niður á Vallekilde
á Háskúla. Eisini keypti hon eina
seymimaskinu, sum hon fekk nógva
nyttu burtur úr.
Virkin í sjúkrakassanum
og nótafelagnum
Jørgen var ein virkin maður á nógv
um økjum, eisini í sjúkrakassanum
í Havn.
Í 1922 var aðalfundur í sambandi
við samanlegging av tí gamla sjúkra
kassanum í Havn og Thorshavns
Afholdssygekasse.
Í nevndini fyri samanlagda sjúkra
kassan komu, umframt Jørgen, eisini
Petur Jensen, kendur m.a. frá meiarí
num, Hans Kamban, Andreas Jensen,
Jacob Lindenskov, Jacob Jacobsen,
prentari og Anton Andrésen.
Hetta var eitt tíðarskeið við
fíggjarligum trupulleikum, og hetta
merktist eisini í sjúkrakassanum,
hóast limatalið hækkaða.
Okkurt mátti gerast fyri at spara,
og á einum aðalfundi hevði nevndin
uppskot um at seta tilskotið til
heilivág niður frá ¾ til eina helvt.
Men uppskotið fall. Jørgen var í
nevndini til hann doyði.
Hann hevði eisini onnur álitis
størv. Hann hevði roknskapin hjá
skipinum »Golden Harp«. Hann
var eisini kassameistari hjá Nóta
felagnum í Havn, og børnini hjá
honum gingu til limirnar at krevja
limagjald. Her var onkur stuttlig
misskiljing, tá ið fólk søgdu seg
einki hava við tónleik at gera. Men
hetta var eitt felag, sum átti eina
seiðanót.
Tingakrossi hevði hesi
minningarorð um Jørgen
Tað vóru sorgarboð, sum bórust út
um havnarbý 1. jóladagsmorgun
(1933), tá ið tað frættist, at Jørgen
Jacobsen, Jørgen á Áarvegnum, var
deyður. Altíð nítur deyðin meint,
tá ið hann rámar mann í sínum
fulla yrki og meinari sjálvsagt,
tess meira óvart hann kemur. Her
kom hann enntá saman við sjálvari
jólahátíðini, sum ein kaldur gjóstur
til vinir og kenningar við síni óbøt
andi sorg til tey næstu, ið eftir sita.
Fáur grunaði, at so brádliga skuldi
lívslagna hansara verða endað.
Ikki tí, hann hevði verið brekaður
leingi av sukursjúku, men hann tykt
ist ikki at virða sjúkuna. Hann var
ongantíð ein av teimum, sum gramdi
seg um seg sjálvan. Tað lá hansara
ljósa og glaða lyndi fjart. Stillfarandi
og skemtingarsamur átti hann heldur
evnini og hugin til at vekja áræði og
treysti hjá øðrum. Mótloysi og vón
loysi lá ikki fyri hjá honum.
Tað hava hansara felagsmenn í
føroyskum sjálvbjargnisstarvi so
mangan sannað, og hann var ein
ósvíkjandi starvsbróður í tí, sum
í øllum øðrum størvum, hann tók
sær uppá.
Í 25 ár var Jørgen Jacobsen í
krambúðini hjá Ludvig Poulsen í
Havn. Sum unglingur hevði hann
verið í Thomsens handli á Tvøroyri,
og var nú byrjaður sína egnu kram
búð á Áarveg. Men nú tók sjúkan at
herja við lungnabruna og svulli, og
hon gjørdi skjótt um seg.
Legan var stutt, men hansara
seinastu tímar vóru svárir. 51 ár
untist honum at liva. Í honum
hava vit mist ein góðan mann, ein
trúgvan og erligan føroying, órædd
ur og frælslyntur, ein av teimum,
vit hava minst ráð til at missa.
Heiðrað veri minni hansara.
Stuðlaði deyða manninum
á løgtingsvali
Tá ið Jørgen var deyður fór Marin
Christina at taka móti logerandi,
og har búðu nógv. Dømi er Janus
Djurhuus og eisini Rigmor, sum
hann livdi saman við.
Hoyrdi nú um dagarnar í sam
band við valið, eina stuttliga søgu
um Marin Christinu. Hon valdi
sambandsflokkin og hann sjálv
stýrisflokkin. Tey vóru bæði íðin
í síni politisku støðu. Tá ið Marin
Christina fyrstu ferð fór á val at velja
sambandsflokkin eftir, at Jørgen
var deyður, hittir hon onkran, sum
sigur við hana: »Tú fer nú kanska at
velja fyri Jørgen.« Tá kemur henni til
hugs, at hetta er kanska tann einasti
beini, hon nú kundi gera sínum
deyða manni. So hon atkvøddi fyri
sjálvstýri restina av lívinum!
Børnini hjá teimum
báðum vóru:
Jacob f. 1911. Giftist við Onnu f.
Djurhuus úr Søldarfirði.
Karin Daniella (1913-1932). Hon
doyði brádliga bert 19 ára gomul.
Hanna Betty (1916-1985). Gift við
Herluf Hansen politisti (1910-1976).
Anna f. 1918. Var í Danmark undir
krígnum. Arbeiddi nógv ár í handli
num hjá Katrinu Christiansen. Bert
hon livir eftir av systkjunum.
Jona Helena f. 1914. Hon fór
til Danmarkar áðrenn kríggið og
giftist. Hon arbeiddi nógv í KFUM
niðri.
Hákun (1921-2009). Giftist við
Marju Poulsen f. 1926 úr Nólsoy.
Keldur:
Viggo Christiansen
Karin Joensen
200. partur
Hetta er partur nummar 200 í hesi
røð, sum er nógv meira enn væntað
var frá byrjan. Nú fer kortini skjótt
at vera komið runt. Tað verða bert
nakrar greinir afturat, sum fram
yvir fara at koma triðju hvørja viku.
Er onkur, sum hevur tilfar um stein
ar, sum eftir eru, eri eg fegin um at
frætta.
Tað eru um 300 gravsteinar í
kirkjugarðinum. Av hesum eru nú
um 250 steinar umrøddir.
Ein slík grein sýnist einsamøll
ikki av nógvum. Men tilsamans man
vera talan um 600 tekstbókasíður og
um 1.000 myndir, sum lýsa fólk, sum
fingu teirra seinasta hvíldarstað á
Svínaryggi. Tað hevur eisini víst
seg, at tað hevur verið sera stórur
áhugi millum lesarar fyri hesi røð.
Jørgen á Áarvegnum:
Slapp bert at hava handil í tvey ár
Tað eru ikki færri enn tríggir við navninum Jørgen Frants Jacobsen jarðaðir í gamla
kirkjugarði. Teir tveir eru kendi rithøvundurin og abbi hansara. Jørgen Frants,
sum verður umrøddur í dag, fekk sítt navn frá abbanum í Vágum
Marin Christina og Jørgen saman við børnunum. Vinstrumegin pápan
standa Jákup og Karin. Frammanfyri tey eru Hanna Betty og Anna.
Mamman situr undir Hákuni og uttast til høgru stendur Jona
Handilin á
Áarvegnum
Í komandi parti um tríggjar
vikur verður greitt frá Sigrid
Pállson, undangongukvinna
í kvinnufráhaldsfelagnum
KAREN DANIELLA JACOBSEN
F. 8.2. 1919 - D. 7.9 1932
JESUS SAGDE: GRÆDER IKKE
HUN ER IKKE DØD MEN SOVER
MAREN C. JACOBSEN
F. 8.8. 1882 - D. 27.12 1963
JØRGEN F. JACOBSEN
F. 3.8. 1882 - D. 25.12. 1932
TAKK FYRI ALT
Lýsing frá Jørgen, tá ið hann byrjaði at handla