fríggjadagur 4. november 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 4. november 2011
2
VIKUSKIFTI
Tað er ikki so einfalt at skumpa
rokningina 20 ella 30 ár fram í tíðina
fyr tað, um vit eru svong nú.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður
1. Leita tær blondidúkar fram, sum
eru nøkulunda líka tjúkkir. Úrslitið
verður best, um dúkarnir eru gjørdir
av umleið sama slag av garni.
2. Keyp ein svimjibólt ella eina ballón
og blás upp.
3. Um dúkarnir eru stórir, kanst tú
klippa teir sundur í minni petti.
4. Blanda tapetklistur.
5. Legg dúkarnar á svimjibóltin og
pensla teir við klistrinum, so at teir
gerast dýggjvátir.
6. Fyll allan bóltin við dúkunum, men
lat eitt hol verða, so at tú kann taka
bóltin út.
7. Lat turka. Lampan má gerast
heilt turr.
8. Slepp luftini úr bóltinum og drag
hann út ígjøgnum holið.
9. Drag ein leidning og gløðilampu
ígjøgnum eitt av holunum og hang
upp har tað passar best.
NB! Ver ansin, so at gløði
lampan ikki kemur ov nær
blondunum. Um tað gerst ov
heitt, kann eldur koma í.
Tí stilli eg
ongantíð
upp
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Tilgjørd mynd
klumman
Inna
Törnroos
Hevur tú eisini skuffur fullar av vøkrum blondudúkum,
sum ikki verða brúktir? Nógv eru vit, sum hava tað
soleiðis, og satt at siga eru teir alt ov vakrir at
goymast vekk. Við hjálp av einum svimjibólti og tapetlími
kanst tú lætt gera eina vakra lampu av dúkunum.
Gev blondunum
nýtt lív
Løgtingsvalið er yvirstaðið fyri hesuferð. Tað
er langt síðani, at eg havi fylgt so væl við
í valstríðnum, sum eg havi gjørt hesaferð.
Kanska er tað tí, at eg eri komin í aldurin,
har nógv, sum eg kenni, hava stillað upp –
ella eru virkin í politikki.
Í ár vóru tað nógv innan miðlaheimin,
sum valdu at fara upp í politikk. Ein ikki
so einføld støða, tí dagliga arbeiði kann jú
verða at granska júst tað, man sjálvur vil
uppí. Tá ið Høgni Hoydal á fyrsta sinni kom
inn í politikk, var eg rímuliga nýútbúgvin
blaðkvinna, og eg minnist hvussu ill eg var,
at hann »útnyttaði« sína støðu sum sjón
varpsmaður og journalistur fyri at koma inn
um tingsins gátt. Nógv ár eru liðin síðan tá,
og nógv hava gjørt sum hann. Eg blívi ikki
ill longur, kanska eitt sindur kedd, tí eg haldi,
at tað er synd at okkara starv sum blaðfólk,
sum er minst líka týdningarmikið sum tað á
tingi, verður minni og minni vert.
Men tað var als ikki hendan tvístøða, sum
mín klumma skuldi snúgva seg um. Orsøkin
til at EG ongantíð fari at bjóða meg fram
er sjálvandi partvís hon, sum eg havi lýst
ovanfyri, men um eg skal verða púra erlig, so
er hon líka nógvhendan: Eg tori ikki.
Eg hevði ongantíð klárað at rópt út til alt
Føroya fólk: »VEL MEG«. Hví meg? Tað eru
óivað nógv onnur, sum klára arbeiði nógv
betri enn eg – ella?
Og hvat um eg ropi, og ongin svarar?
At bunkarnir á borðinum hava eitt tómt hol
– og tað er har, mítt navn stendur klistrað!
Bara tankin er so flovisligur, eg krimpi
tærnar.
Tí beundri eg tykkum, sum tora at stilla
upp og stilla tykkara persón og tykkara
meiningar fram. Tað má verða eitt satt
»egoboost« at fáa fleiri hundrað persónar,
sum trúgva uppá ein, men mínir tankar fara
til øll hini, sum ikki fingu meira enn nakrar
fáar atkvøður frá mammu, pápa, abbasysti og
gummusoninum…
Eg elski demokratiið, men sjálv haldi eg
meg nokk til at seta ein kross á eitt pappír
og síggja upp til tykkum øll, sum standa á
pappírinum.
So segði
hann...
lagt til rættis: Inna Törnroos
Blondudúkarnir gerast ein sera vökur lampa