Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 4 VIKUSKIFTI Interview Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Vit liva í eini flimrandi fjølmiðlaverð, har  vit fáa  eina endaleysa nøgd av neyð­ugari og óneyðgari vitan, men upp­lýsingarstreymurin verður sjáldan settur í samanhang. Vit verða ovfóðrað við upp­lýsingum, men spurningurin er, um vit ikki viðhvørt verða meira ør­ kymlað enn upplýst. Soleiðis sigur journalisturin Uni Arge, sum hevur givið út bók við 50 tekstum um fólk og samfelag. Í bókini »Framtíðin kallar« eru bak­grundsgreinir, søgugreinir, tíðar­ greinir, samrøður og vangamyndir. Grein­irnir snúgva seg millum annað um fíggjar­kreppu, fólkaræði, tolsemi, átrúnað, tilveruna, tónleik, mál og fólk, og tær flestu hava verið prentaðar í Sosialinum. – Eg havi gjørt eina roynd av per­ spektivisera tann endaleysa tíðinda­ floymin og eisini fáa aðrar samanhangir fram enn teir, sum kunnu dragast fram í stuttum tíðindum. Tað er lætt at krevja, at meira av tílíkum tilfari átti at verið í miðlunum, men um tú saknar tað og sjálvur hevur journalistiska útbúgving, kanst tú eisini bara sjálvur royna at fáa meira av tílíkum í bløðini og fáa tað út í bók. Tað havi eg so gjørt, sigur Uni Arge. Journalistikkur í blóðinum Uni Arge hevur útbúgving av Journa­ listskúlanum í Århus, og hann hevur fingist nógv við fjølmiðlaarbeiði. – Eg havi altíð havt áhuga fyri at skriva og tímdi tað best í skúlanum. Tá tíðin var búgvin, var tað natúrligt at fara á journalistskúla, serliga tí abbi og pápi fingust við journalistikk í út­varp­ inum og eisini skrivaðu bøkur, sigur Uni Arge. Pápin Jógvan Arge og Niels Juel Arge eru millum størstu profilar, sum hava verið í føroyskum útvarpi. – Onkur segði, tá eg var liðugur, at eg hevði fingið pappír upp á tað, sum eg visti, at eg dugdi. Men tað er ov einfalt sagt. Eg fekk nógvar góðar megin­reglur í journalistikki upp á pláss á journalistskúlanum í Århus. Størsti denturin varð lagdur á tíðindir, bak­grund og kannandi journalistikk, og serliga nógv varð tosað um góðar nýggj­heitir. – Men eg havi flutt meg frá stuttum tíðindum til meira bakgrundskent og viðmerkjandi tilfar. Eg havi saknað hetta tilfarið í føroyskum fjølmiðlum. Fyri nøkrum árum síðan hugsaði eg, at eg kundi ikki bara ganga runt og  grenja um hetta. Eg mátti vera við at skapa broytingina sjálvur, sigur Uni Arge. Í 2004 skrivaði hann ta fyrstu bókna, »Komin er nú onnur øld,« og hon varð væl móttikin. – Eg havi staðfest við at skriva langt og perspektiverandi, at nógv fólk tíma at lesa tílíkt tilfar. Tað er kanska ikki besta sølutilfarið hjá bløðum, men tað gevur vitan. Eg havi eisini staðfest, at tílíkt tilfar verður nógv brúkt í skúl­ unum. Næmingar skriva stílar og upp­ gávur um tekstirnar og diskutera teir, og tað gleðir meg, sigur hann. – Eg eri so ógvuliga forvitin sjálvur, og tá tú skrivar eitt nú bakgrundsgreinir og søgugreinir, fært tú nógv at vita, tá tú leitar tilfarið fram. Tað er ein fyri­ munur. Dámar at hava meiningar Ein partur av greinunum, sum Uni Arge hevur skrivað seinastu tíðina, eru greinir við upplýsandi meiningum, kronikkir, har okkurt aktuelt mál verður tikið til viðgerðar. – Mær dámar at hava meiningar. Í Føroyum hava vit kanska havt lyndi til at halda, at tey, sum taka orðið, heldur skuldu tagt. Men eg eri grundleggjandi ósamdur. Sjálvandi skalt tú ikki tosa við ongum skili og vera óneyvur, men eg haldi, at ferð allatíðina skal vera á orða­ skiftinum, sigur hann. – Hetta er ikki minst umráðandi í sam­bandi við tað, sum fer fram í politikk­inum. Politikkurin skal hava mót­spæl, tí vandi er altíð fyri skeivum av­gerðum og valdsmisnýtslu. Ofta tora fólk ikki at tala at alment. Eg havi hugsað, at um tú hevur førleikan at skriva, kanst tú eisini tosa fyri fólk. Kanska er tað neyðugt viðhvørt, sigur Uni Arge. Hann heldur, at brúk er fyri per­spek­ tiverandi, greinandi og við­merkjandi tilfari um samfelagsmál. – Einvegis politiskar útsagnir frá ymsum politikarum skulu hava kon­ struk­tivt mótspæl, og neyðugt er, at onkur av og á skoðar út yvir politiska veru­leikan. Um eingin ger tað, fáa vit serverað eini seks, sjey subjektivar politiskar veruleikar, og  tá flyta vit okkum uttan iva longri burtur frá veruliga samanhanginum, heldur Uni Arge. – Tað er ivaleyst eisini soleiðis, at politikarar og onnur við valdi hava tørv á, at onkur annar hyggur at teimum sam­felagsligu málunum, sum eru frammi, og viðmerkir tey. Tað hjálpir teim­um vónandi skilja tað, teir sjálvir fáast við. Refleksjón og kjak Viðmerkjandi greinir kunnu hava við sær, at fólk reflektera um meiningina, tey ikki taka undir við, ella fara at kjakast um hana. – Viðhvørt upplivi eg, at um eg skrivi onkra greining ella meining, kunnu fólk siga, at hon var upplýsandi, men tey vóru ikki samd. Tað er frálíkt, tí so hava tey reflekterað um tað, tey lósu í greinini, og tey hava ikki avvíst tað heilt. Og soleiðs skal demokratisk sam­røða vera. –  Tað, sum krevur mest av skriv­ing­ ini og av dirvinum, er at skriva bein­ leiðis meiningar, har tú tekur støðu til trupul, eym og kanska fløkt mál. Tá váðar tú skinnið, og tú kanst vænta tær at fáa svar upp á tiltalu. Skrivar tú eina kon­tanta meining, skalt tú eisini vera til reiðar at taka kjakið upp, tá onkur svarar tær. Men úrslitið verður vón­andi, at bæði tú og hini verða eitt sindur klókari, sigur Uni Arge. Hann heldur, at alt ov fá fakfólk í Føroyum leggja ta vitan fram, sum tey hava ognað sær, og sum samfelagið hevur tørv á. – Hvat nyttar tað, at tey hava alt í egnum høvdi, og ongin fær gagn av teirra vitan? Fakfólk mugu vera idea­ listiskari og ríka demokratiska orða­ skiftið við fleiri øðrvísi vinklum. Er til­ farið væl grundgivið, er onki at óttast, og vita eftir, um vit tá ikki eisini fáa betri politikk, sigur Uni Arge. Fólkaræði er eitt fagurt orð, men at taka orðið alment kann fyri summi vera ræðandi, tí tú varpar ljós á egnar meiningar og kanst fáa mótstøðu. Øll tey, sum tora, eiga tó at tala, tá tað krevst, so lív er í orðaskiftinum, og valdshavarar fáa konstruktivt mótspæl, heldur Uni Arge, journalistur, sum hesa vikuna gevur út bókina »Framtíðin kallar – 50 tekstir um fólk og samfelag« Tey sum tora mugu tala mynd: Álvur Haraldsen