Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroyska fótbóltslandsliðið skal hava nýggjan venjara, eftir at írin Brian Kerr er giv­in sum venjari. Partarnir vóru serliga ósamdir um fíggjar­ligu treytirnar fyri ein­um frahaldandi sam­ starvi, og tí varð eingin avtala gjørd. Síðani hevur FSF havt sam­band við aðrar venjarar, og ein av teimum er danin Lars Olsen. Hesa seinastu tíðina hev­ur aftur verið ført fram – sum tað eisini varð, tá ið Brian Kerr var settur í starv – at før­oyingar hava ikki brúk fyri einum donskum venjara. Heldur skulu vit hava ein bretskan ella kanska norskan venjara. Ein av teimum, sum hevur ført hetta fram er Sigfríður Clementsen, sum er venjari og verður brúktur sum viðmerkjari hjá eitt nú Kringvarpinum. Tað tykist milt sagt løgið, at eitt heilt fólkaslag skal koll­dømast sum føroyskur lands­liðs­venj­ari. Kann ein venjarin nú ikki verða góður ella tann rætti, tí hann er dani? Hetta er generalisering av ringasta slagi. Tað finnast góðir og minni góðir, hóskandi og minni hóskandi føroyskir lands­liðsvenjarar bæði í Danmark, Íslandi, Bretlandi og Noregi. Tað ræður ikki um at finna rætta nationalitetin, men um at finna rætta venj­aran til uppgávuna, sum hon er nú. Og skuldi besta boðið júst nú verið ein dani, so skal nationaliteturin ikki forða fyri eini starvssetan. Tað er órímiligt, at fólk seta venjarar í bás eftir land­inum, teir eru úr, tí tað finn­ ast ymiskir venjarar – góðir og minni góðir venjarar – í øllum londum. Skuldu vit yvirført slíkar niðurstøður, sum byggja á órímiligar generaliseringar og klischéir, til føroysk viður­ skifti, so kundi onkur sagt, at Sigfríður Clementsen hósk­ar ikki sum venjari hjá HB. Men tað verður ein eins órímilig niðurstøða sum at siga, at ein dani ikki má verða venjari hjá føroyska fót­bólts­lands­ liðnum. Onkrar atfinningarsamar røddir hava verið at hoyrt í sambandi við veljarakanningina hjá Gallup, sum Sosialurin kunngjørdi dagin fyri løgtingsvalið. Tað sermerkta við hesi veljarakanning var, at spurt varð, hvønn persón fólk valdu, og soleiðis setti kanningin andlit á tey, sum fóru at verða vald á valinum. Veljarakanningin rakti »so mikið væl« – um vit so kunnu siga – at hon rakti plett. Hon gav flokkunum júst tað talið av løgtingsumboðum, sum løgtingsvalið gav. Viðvíkjandi persónunum, so setti kanningin røtt andlit á 28 av teim­um 33, sum vald vórðu. Tað halda vit er at raka væl. Nú hevur Dennis Holm, sum sjálvur hevur royndir við veljara­ kanningum gjøgnum Fynd, funnist harðliga at Sosialinum og Gallup. Nú skulu vit ikki leggja okkum út í, hvørjar vísindaligar metodur eru tær røttu – um Fynd dugir betur enn Gallup, men vit halda, at Gallup átti at havt neyðuga trúvirði í so máta. Men tá hann skrivar, at Sosial­ urin »válkar sær í eini so meinings­ leysari forsøgn«, so skilja vit hann ikki rættiliga. Tað stendur øllum frítt at gera og kunngera veljara­ kann­ingar. Hví skulu vit sum fjøl­ miðil ikki spyrja veljaran nær sum helst, hvønn hann hevði valt á ting? Og hví skulu vit ikki seta nøvn á? Men ein veljarakanning er ongan­tíð meira enn ein kanning. Og sjálv­andi kunnu valevni eins og veljarar brúka eina slíka kanning, so sum tey vilja. Og ja, tað kann vera, at veljarar hava avskrivað onkran við kanningini sum grundarlag, meðan onkur annar hevur verið noydd­ur at arbeitt harðari fyri at vinna sær tingsess. Ein annar demokratiskur háttur at ávirka eitt løgtingsval er tað, sum fakfeløg kunnu gera – og áttu at gjørt. Vit síggja nú um dagarnar at eini 35 fakfeløg taka harðliga til orð­ anna um uppskotið hjá Fólka­flokk­ inum um flatskatt, sum millum annað skal fíggjast við, at penjóns­ inngjaldið verður skatt heldur enn útgjaldið. Uttan at leggja okkum út í, hvat er rætt og hvat er skeivt í hes­um máli, so er tað sum ketta úr høvda­trog at koma við hesum mót­mæli nú. Fólkaflokkurin hevur klárt og týðuliga ført hetta fram í valstríðnum, og fakfeløgini hava havt allar møguleikar at roknað út, hvørja ávirkan hetta fór at fáa. Bóru fakfeløgini seg rætt at, so tóku tey tildømis hetta málið og greiddu tað út í æsir, hvørja ávirkan tað fær. Og so kundu fakfeløgini mælt sínum limum til at atkvøða út frá hesum. Tá høvdu fakfeløgini fingið ávirkan á valið – og fingu framt síni sjónarmið. Fakfeløgini áttu at mótmælt fyri valið Hóast hvørt atgongumerkið kostar 450 krónur, er áhugin fyri at fáa pláss til jóla­kon­sertirnar við íslendsku Fróst­rósum sera stórur. Konsertirnar verða í Norður­landahúsinum í Havn, og tær báðar kon­ sert­irnar, sum vórðu settar á skránna 26. november, vórðu útseldar beinan­ vegin. Síðani eru tvær eyka­kon­sertir settar á skránna sunnudagin 27. november, og har gongur eis­ini væl at selja. Tá ið blaðið fór til prentingar á mid­degi í dag, var onnur kon­sertin næstan útseld og hin hálvseld. Líkt er tí til, at Fróst­rósur fara at fylla salin í Norðurlandahúsinum fýra ferðir. Fróstrósur eru nakað av tí vakrasta og flottasta, sum íslendingar hava at bjóða í jólatíðini. Í níggju ár hava Fróstrósur havt stór­slignar jólakonsertir í Íslandi, og 10. hvør íslend­ ingur er á hvørjum ári á kon­sert við Frostrósum upp undir jól. Skiftandi, kend­ir íslendskir sangarar eru við í Frostrósum, og nú Frostrósir hava 10 ára jubileum, koma tey til Før­ oya at hava jólakonsert í Norður­landahúsinum. Tveir føroyskir sangarar verða við í ferðalagnum, sum kemur til Føroya. Tað eru sangarar, sum eru sera kendir í Íslandi, og sum vit eisini kenna væl her heima. Eivør Pálsdóttir og Jógvan Hansen fara at syngja saman við íslendsku sangarunum Hera Bjórk, Jóhann Friðgeir, Fríðrik Ómar og Margrét Eir. Meginparturin av kon­ sertini verður við sangum, sum verða sungnir á før­ oysk­um ella íslendskum máli. Umframt solistarnar verð­ur eisini serligi tón­ leika­bólk­urin hjá Fróst­ rós­um og kór við til kon­ sertina. Fróstrósur eru glóðheitar Um at ávirka valið Kolldømt fólkaslag Sam­- band við fólk í øllum land­inum Annita á Fríðriksmørk Kjak á síðu 10 Hetta lærdi eg av valinum Hergeir staksberg Kjak á síðu 12 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000