mánadagur 7. november 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað gongur strúkandi hjá
Bakkafrost. Sølan í triðja
ársfjórðingi var 369 milliónir
krónur ímóti 178 milliónir
sama ársfjóðring í fjør.
Rakstrarúrslitið fyri triðja
ársfjóðring vísti eitt avlop á
70 milliónir krónur, og tað
svarar til ein vinning upp á
6,08 krónur fyri hvørt kilo av
laksi, sum varð tikin í triðja
ársfjóðringi ímóti 12,49 krón
ur í sama tíðarskeiði í fjør.
Úrslitið eftir skatt fyri
triðja ársfjórðing var ein
vinningur 160 milliónir. Fal
landi laksaprísurin hevur
viðført munandi niðurskriv
ingar av fiskinum, sum felag
ið hevur í sjónum, og er hetta
ført yvir raksturin, sigur
Bakkafrost í fráboðan.
Sølan
fyrstu
níggju
mánaðirnar í ár er 924
milliónir krónur ímóti 568
milliónum krónum somu
mánaðir í fjør, og úrslitið
eftir skatt er 238 milliónir
krónur ímóti 145 milliónir
krónur sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið pr. Kilo var 12,55
krónur fyrstu níggju mánað
irnar í 2011 móti 11,09 krónur
sama tíðarskeið í fjør. Og tað
sigur leiðslan seg vera væl
nøgda við.
- Bakkafrost hevur víst at
eisini við lækkandi laksaprís
um hevur felagið fingið eitt
gott úrslit. Tað er alneyðugt
at kappingarføri er gott nú
vit væntandi koma inn í eitt
tíðarskeið við lægri laksaprí
sum. Alivinnan í øðrum lond
um fer at framleiða nógvan
laks í 2012 og kappingarføri
í Føroyum kemur at standa
sína roynd. Vit eru klár
at taka við hesi avbjóðing
og eru serliga fegin um at
felagið fekk møguleika at
styrkja seg við keypinum av
Havsbrún fyrr í ár, sigur Reg
in Jacobsen, stjóri á Bakka
frost.
Positiva ávirkan
Tøkan av laksi tríggjar teir
fyrstu ársfjórðingarnar var
22.795 tons av kruvdum laksi,
og Bakkafrost setti út 6,5
milliónir smolt hetta tíðar
skeiðið. Útboðið av laksi er
økt 19% í triðja ársfjórðingi,
og tað hevur merkt mark
naðin. Tað merkir lækkandi
laksaprísir og eina harðari
kapping.
Havsbrún, ið er partur av
konsernini, hevur selt 60.819
tons av fóðri fyrstu nýggju
mánaðirnar í 2011. Hetta er
43% meir enn sama tíðar
skeið ífjør. Samlaða sølan
í 2011 væntast at vera eini
80.000 tons.
Laksaprísurin
lækkaði
meir enn 10 krónur fyri hvørt
kilo í triðja ársfjórðingi. Vinn
ingurin í vinnuni væntast so
statt at verða á einum lægri
støði enn seinasta árið.
Bakkafrost
væntar
at taka eini 14.000 tons
fjórða ársfjórðing, soleið
is at samlaða tøkan í ári
num kemur uppá 38.000
tons. Væntandi fer lækk
aði laksaprísurin at hava
positiva ávirkan á laksa
marknaðin, soleiðis at eftir
spurningurin
veksur
og
harvið gevur nýggjar møgu
leikar bæði á nær- og fjar
marknaðum.
Við keypinum av Havs
brún fyrr í ár fekk Bakka
frost eisini portiónsvirkið í
Fuglafirði. Seinastu tíðina
hevur verið arbeitt við at
dagføra virkið so tað lýkur
ymisku krøvini íð verða sett.
Nakað av nýggjari útgerð
er keypt og er ætlanin at
byrja framleiðslu fyrst í
komandi ári. Framleiðslan
á Glyvrum koyrir við full
ari orku og eftirsum felagið
hevur økt um rávørugrund
arlagið við keypinum av
alipartinum hjá Havsbrún,
verður grundarlag fyri at
økja framleiðsluna av lidnum
vørum.
Áleið 80% av framleiðslu
ni í 2012 er longu selt, og vón
ar leiðslan at tað fer at eydn
ast at selja so mikið at nokk
verður at framleiða á báðum
virkjum, sigur Bakkafrost í
fráboðan.
Bakkafrost stórt avlop
ROKNSKAPUR Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur Bakkafrost eitt avlop á 289 milliónir krónur
sammett við 156 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Ein høgur partur av langtíðar avtalum av liðugtvørum
og ein høg fóðursøla eru við til at minka ávirkanina av lækkandi laksaprísi, sigur Bakkafrost
Leo Poulsen
Vit hóma land, men eru als
ikki komnir inn á grunt vatn,
har sum skerini eru.
Tað staðfestir Kári P. Høj
gaard, komandi formaður í
Sjálvstýrisflokkinum.
Hann vil ikki siga nakað
um samráðingarnar, og tá
hann verður spurdur um
landsstýrisfólk, sigur hann,
at teir als ikki eru komnir
hartil.
Jørgen Niclasen, formaður
í Fólkaflokkinum, er líka hulin.
Vit gjøgnumganga klad
duskjalið og peila okkum inn
á tungu málini, sigur hann
uttan at vilja nevna, hvørji
tungu málini eru.
Heldur ikki bar til at
fáa viðmerking frá Jenisi
av Rana, formanni í Mið
flokkinum,
honum
fingu
vit ikki fatur á, meðan Kaj
Leo Johannesen, formaður
í Sambandsflokkinum og
løgmaður, konsekvent ikki
tók telefonina hóast nógvar
royndir.
Annars sótu flokkarnir
hvør sær í morgun og við
gjørdu kladduskjalið til eitt
samgonguskjal, og eftir døg
urða skulu formenninir í
flokkunum hittast til nærri
samráðingar.
Løgmaður hevur sagt,
at hann væntar samgongu
skjalið liðugt týsdagin ella
mikudagin.
Djúpasta tøgn um samráðingarnar
TØGN Sosialurin hevur fyrrapartin roynt at lodda dýpið viðvíkjandi samráðingunum, men hvørki Jørgen
Niclasen ella Kári P. Højgaard vilja siga nakað sum helst, meðan løgmaður als ikki tekur telefonina
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, heldur fast við, at
samgongusamráðingarnar
verða lidnar týsdagin
ella mikudagin
Tað gongur væl
hjá Bakkafrost
samtakinum