mánadagur 7. november 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sum 12 ára gamal gekk Kári
Láadal í sunnudagsskúla í
heimbygdini Hvalvík, og ein
dagin blivu børnini spurd,
um tey høvdu hug at skriva
saman við javnaldrum í Dan
mark. Kári var millum teirra,
sum játtaðu.
Um sama mundið gekk
tann 12 ára gamla Lillian
Kristensen í sunnu-dags
skúla í bygdini Agger í Thy
beint norðan fyri Limfjørð
in. Ein dagin spurdi sunnu
dagsskúlalærarin, um børnini
vildu sleppa at skriva saman
við børnum í Føroyum. Tað
helt Lillian vera spennandi
og segði ja, og tað vildi so til,
at Kári í Hvalvík bleiv henn
ara pennavinur.
Í fyrstani gekk bræva
skiftið væl, og tey bæði høvdu
ymiskt at siga hvør øðrum.
Men so fekk Kári tað hugskot
at senda Lillian eina mynd av
børnunum í Hvalvík, og fyri
at vísa donsku vinkonu síni,
hvussu hann sá út, setti hann
ein kross oman fyri høvdið
á sær. Tað skuldi hann ikki
havt gjørt, tí tá Lillian sá
myndina og krossin, skilti
hon, at tað var ein drongur,
sum hon hevði sum pennavin
í Føroyum. Og tað helt hon
vera so ósømiligt, so hon
gavst at skriva.
Kári skrivaði eitt bræv
afturat, men tá einki svar
kom, gavst hann eisini, og
harvið slitnaði sambandið
teirra millum.
Sum í Sporløs
Ein dagin í fjør vóru Kári og
konan, Begga, farin á Lands
sjúkrahúsið at vitja fólk. Sum
tey sótu har, kom eitt danskt
par í somu ørindum. Kári
kom at práta við ta donsku
konuna, og tá hann fekk at
vita, at hon var úr Thy, kom
hann brádliga í tankar um
Lillian í Agger. Nei, kvinnan
kendi ikki Lillian, men lovaði
at spyrja, og seinni kunnaði
hon so Kára um, at hon hevði
funnið Lillian, sum nú æt
Henriksen og búði í tí lítla
býnum Hurup í Thy.
Kári setti seg alt fyri eitt
í samband við Lillian, og
tey samdust um, at Kári og
konan skuldu steðga í Hurup,
tá tey í summar skuldu til
Danmarkar at vitja eina
dóttur. Sum sagt so gjørt,
og tann 24. august sóu 71 ára
gamli Kári úr Hvalvík og 71
ára gamla Lillian úr Agger
hvør annan fyri fyrstu ferð.
– Hetta er sum við einum
fløskuposti, sum hevur verið
eftirlýstur í mong ár, segði
Lillian, sum tó mátti sanna, at
hon hevði ikki hugsað nógv
um Kára hesi árini. Hann
hevði
harafturímóti
ofta
hugsað um at fara til Agger at
fregnast, tá hann var komin
ígjøgnum Norðurjylland.
– Men tað bleiv av ongum,
og so tað bleiv sum í Sporløs,
helt Kári. Tey vóru samd um,
at tíðin er farin frá bræv
skriving, so nú verður sam
bandið hildið við líka við
telduposti.
Javnaldrarnir Kári
Láadal og Lillian
Henriksen skrivaðu
hvør øðrum trý brøv,
til Lillian skilti, at
Kári var drongur
Skrivaðu trý brøv í 1952
– hittust fyrstu ferð í 2011
Í 1952 gjørdust Kári Láadal og Lillian Kristensen pennavinir.
Brævasambandið bleiv stutt, men aftan á tøgn í 59 ár hittust tey í summar
Lillian og Erik, Kári og Begga