mikudagur 9. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Tað hevur skapt nógv kjak,
at Laufey Blaasvær mána
kvøldið steig fram í Degi
og Viku og fanst harðliga
at
navninum
»Manntal«,
sum fólkateljingini kallast.
Laufey heldur, at navnið er
útihýsandi fyri hana og før
oyskar kvinnur annars. Tí
noktar hon fyri at verða við
í fólkateljingini.
Laufey hevur verið við í
arbeiðnum at fáa tey, sum
skipa fyri fólkateljingini, at
broyta navnið á fólkateljing
ini, men tað lukkaðist ikki.
Øssur Winthereig, tals
maður fyri Manntal, royndi
at verða diplomatiskur og
hevði hug at umbera, at navn
ið var blivið Manntal. Men
tað skuldi ikki forða fyri, at
fólkateljingini varð gjøgnum
førd, og at øll luttaka.
Tað er í fínasta lagi at
markera seg, tá ið fólk halda
tað verða neyðugt. Og ikki
minst kvinnurnar hava havt
brúk fyri at vinna sær rætt
indi. Tí kunnu Laufey og
onnur saktans peika á tað
óhepna við navninum Mann
tal. Men at fara boykotta
Fólkateljingina er at fara ov
langt. Spurningurin er, um tað
ikki oyðileggur meira enn tað
ger gagn fyri kvinnusakina.
Tíbetur er forkvinnan í Javn
støðunevndini so skilagóð,
at hon mælir frá, at kvinnur
fara at boykotta Manntalið,
hóast hon samstundis ger
vart við, at navnið kann
tykjast óheppið.
Tað ræður um at velja sær
síni stríð – men at fara í kríggj
við Manntal og boykotta
fólkateljingina er ikki rætta
stríðið ella stigið at taka.
Áðrenn
ársenda
verður
ákæra reist móti Jan Allan
Müller fyri at hava svikað fyri
milliónir í felagnum Injector
Trawldoors A/S. Tað upplýsir
ákærin við Sydøstjyllands
politi, Jan Østergaard, fyri
Horsens Folkeblad.
Kanningararbeiðið hev
ur vart síðani bústjórin í
konkursbúnum
Injector
Trawldoors A/S 10. Juni
í fjør meldaði Jan Allan
Müller og ein bókhaldara
fyri fíggjarligan kriminali
tet fyri eina størri millióna
upphædd.
9. november varð ákæran
víðkað til svik umvegis før
oyska felagið Sp/f FO900
Invest. Tilsamans er talan um
18 ákærur og svik fyri umleið
8 milliónir krónur. Stjórin í
feløgunum báðum, Jan Allan
Müller, og bókhaldarin vórðu
burturvístir av nevndini.
Hvørgin av teimum ákærdu
hava vilja møtt til avhoyr
ingar hjá løgregluni, ella hava
tikið støðu til ákærurnar,
skrivar Horsens Folkeblad.
Burðurin hevur verið eitt sindur
tungur, men í morgun skiltist, at
tað verður samgonga millum Sam
bandsflokkin, Fólkaflokkin, Mið
flokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Enn restar býtið av málsøkjum,
at útnevna landsstýrismenn og at
býta nevndarsessirnar í Løgting
inum. Tað er løgmaður, sum út
nevnir landsstýrismenninar. For
mansskapin og nevndirnar velur
Løgtingið. Endatalvið í samgongu
samráðingunum verður spennandi,
tí tað er nú, at flokkarnir veruliga
skulu taka og lata, og málið er sjálv
sagt at fáa so nógv ávirkan sum
gjørligt.
Tað plagar at vera togast um
málsøkini og býtið av landsstýris
monnum, og soleiðis verður tað
eisini hesa ferð. Sambandsflokkurin
segði í valstríðnum, at talið av ráðum
– íroknað løgmansskrivstovuna
– skal minkast úr níggju og niður
í seks. Tað var snilt av Sambands
flokkinum. Um tað ikki eydnast at
halda talinum niðri á seks, og talið í
staðin verður sjey ella átta, so kunnu
Kaj Leo og Sambandsflokkurin
tváa hendurnar og siga, at tað vóru
hinir, sum ikki gingu við til tað, sum
Sambandsflokkurin undan valinum
ætlaði!
Ein møguleiki er, at smáu flokk
arnir ikki fáa nakran landsstýrissess.
Miðflokkurin hevur sagt, at hann
væntar sær ein landsstýrissess.
Kári P. Højgaard hevur ikki sagt
so nógv um hetta, men møguleikin
hevur ljóðað, at Sjálvstýrisflokkurin
ikki fær nakran landsstýrissess, og
at prísurin fyri at taka undir við
samgonguskjalinum verður, at Kári
P. Højgaard skal veljast til formann
í Løgtinginum.
At hetta verður veruleiki fara vit
ikki at trúgva, fyrr enn vit síggja
avtaluna um tað. Vanliga plagar
størsti flokkur at eiga formans
sessin ella ein av teimum størstu,
um formanssessurin er partur av
samgonguavtaluni.
Síðani nýggja stýrisskipanar
lógin varð samtykt miðskeiðis í níti
árunum, hevur tingformaðurin ikki
luttikið so nógv í partapolitiska ar
beiðnum, og hann hevur ikki verið
í øðrum nevndum enn í formans
skapinum. Tað er ilt at ímynda sær,
at Sjálvstýrisflokkurin fer at góð
taka, at formaðurin í flokkinum,
sum er einsamallur at umboða
flokkin á tingi, verður meiri ella
minni settur uttan fyri politisku
telvingina.
Strikar Sjálvstýrið
seg sjálvt?
Kári P. Højgaard hevur
ongantíð verið í samgongu,
síðani hann í 2002 kom á
ting. Nú stríðist hann fyri
at vinna sínum flokki pláss
í landsstýrinum, og sam
stundis minkar hann um
trygdina undir sær sum
formaður í flokkinum.
Tað er ikki vist, at Sjálv
stýrisflokkurin fær lands
stýrissess í eini møguligari
nýggjari samgongu, men
fyri flokkin hevði tað sjálv
sagt verið optimalt at fingið
landsstýrisumboð. Harvið
hevði umboðanin verið tví
faldað.
Eitt upplagt boð upp á
landsstýrismann er Jógvan
Skorheim. Um hann verður
landsstýrismaður, so ber tað
við sær, at tað kann verða
kapping um formanssessin
í Sjálvstýrisflokkinum. For
maðurin skal vera valdur í
Løgtingið ella landsstýris
maður, og Jógvan Skorheim
hevur boðað frá, at hann er
áhugaður í formanssess
inum.
Um Sjálvstýrið ikki fær
landsstýrisess, er Kári P.
Højgaard
einasta
boðið
upp á formann í Sjálvstýris
flokkinum, sum skipanin í
flokkinum er í løtuni.
Kunnu fáa
formanskapping
Skulu tryggja sær ávirkan
Eingin orsøk til boykot
Verður ákærdur fyri svik
SSL
trupulleikin
verður
fluttur
Jan Hansen
kjak á síðu 15
Eru
børnini
bagatell?
Maud Wang Hansen
kjak á síðu 13
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000