Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú um dagarnar hava fleiri hundrað sjúklingar fingið skriv frá serlæknum á Lands­sjúkrahúsinum um, at teir sleppa ikki í viðtali sum ætlað. Tað er greitt eftir at ósemja hevur tikið seg upp ímillum serlæknarnar og Heilsutrygd og Heilsumálaráðið. Umframt at hava fast starv á Landssjúkahúsinum, hava fleiri serlæknar eisini privata viðali uttanfyri van­ liga arbeiðstíð. Men nú hevur Heilsutrygd sett teimum krøv, sum hava elvt til, at onkrir serlæknar hava boðað sjúklingunum frá, at tann privata viðtalan heldur upp at nú. Sostatt verða allir sjúk­ling­ ar settir á vanliga bíðilistan hjá Heilsuverkinum. Avleiðingin av hesum er, at bíðilistarnir til fleiri við­ gerðir, kannningar og viðtalur annars, fer at leingjast fleiri mánaðir, í ávísum førum upp í eitt heilt ár. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið uppspurt akkurát, hvussu nógvir og hvørjir serlæknar eru givnir við teirri privatu viðtaluni. Men vit hava verið í sam­ bandi við nakrar sjúk­lingar, sum hava fingið boð frá sínum serlækna um, at hann er givin við viðtalini og at teir ístaðin verða settir á vanliga bíðilisan. Hjá sjúklingum við ávís­ um sjúkum merkir hetta í veruleikanum, at mugu bíða upp í eitt ár, og longri, eftir at sleppa í viðtali, hóast teir av røttum eiga at vera í viðtalu nakrar ferðir um árið at dagføra heilivág o.s.fr. Hin møguleikin er, at teir verða beinleiðis innlagdir á sjúkra­húsið. Ósemja Hans Jákup Simonsen, for­ maður í serlæknafelagnum sigur, at orsøkin til, at summ­ ir serlæknar eru givnir, er, at Heilsutrygd hevur sett serlæknunum nýggj krøv, ið verða uppfatað sum sátt­ málabrot. Serlæknarnir hava arbeitt eftir eini gamlari avtalu við sjúkrakassarnar og hon helt fram eftir at sjúkrakassarnir vórðu niðurlagdir og Heilsu­ trygd stovnað ístaðin. Men nú hevur Heilsutrygd kravt, at sjúklingar skulu ikki til serlækna uttan eftir ávísing frá kommunulækna. Harafturat krevur Heilsu­ trygd at nú skulu sjúk­ling­ ar váttað skrivliga, at teir hava verið í viðtali hjá ser­ læknanum. Hans Jákup Simonsen sigur, at fyri so vítt er ongin trupulleiki at lúka treytirnar frá Heilsutrygd. – Men tað ber ikki til, at Heilsutrygd einvegis setir broytingar í gildið, tí tað krevur samráðingar við ser­ lækn­arnar. Serlæknafelagið í Før­ oyum hava tískil latið málið upp í hendurnar á danska serlæknafelagnum, sum eis­ ini er felagið hjá føroysku ser­læknunum. Longri bíðilistar Hans Jákup Simonsen sigur, at tað er læknatrot í Føroyum og tí er úrslitið av privatu viðtalini hjá læknunum, at bíðilistarnir eru nógv styttri enn teir annars høvdu verið. – Tað er avmarkað, hvussu nógvir sjúklingar teir klára í vanligari arbeiðstíð og tískil ger tann privata viðtalan, at bíðilistarnir eru nógv styttri enn teir annars høvdu verið. – Gevast serlæknarnir nú við privatu viðtalini, fara bíði­listarnir hinvegin at leingj­ast munandi, leggur hann afturat. Í Heilsutrygd fatað tey ikki nýggju krøvini sum sátt­ málabrot. Men Jan Danielsen, stjóri í Heilsutrygd sigur, at eftir áheitan frá serlæknunum sjálvum, eru krøvini útsett til á nýggjárunum. Áðrenn blaðið fór til prent­ingar eydnaðist tað okkum ikki at fáa at vita frá serlæknum, um tann privata viðtalan sostatt verður tikin upp aftur til á nýggjárinum. aki@sosialurin.fo Suður­ oyingar bíða eftir Akseli Áki Bertholdsen Enn er ikki klárt at fara undir tær báðu stór­ fingnu ætlaninar at byggja svimjihøll við 50 metra langhyli á Oyru­ num í Vági og at gera ment­anarhús í gomlu saltsilo á Drelnesi við Trong­isvágsfjørð. Tað var annars longu tíðliga í summar, at Løg­ tingið játtaði at stuðla báð­um verkætlanunum fíggjarliga. Og síðani hava suður­ oy­ingar trákkast eftir, at báðar verkætlanirnar skuldu byrja. Vit hava spurt ábyrgd­arar fyri báðar verkætlanirnar hvussu gongur og teir báðir svara sum við munn, at tað eru tey formligu við­ urskiftini í sambandi við útgjaldingina, sum enn ikki eru fingin í rættlag. Hava bíðað leingi John Hendrik Holm, sum er ein oddamaður í ætl­anini at gera nýggja svimjihøll í Vági og hann sigur, at tað er ikki fyrrenn nústani, at tey hava fingið at vita, at tað eru fleiri formlig krøv sum skulu lúkast, áðrenn peningurin kann útgjaldast. Hann sigur, at fleiri av krøvunum liggja beint fyri at lúka, men hann dylir heldur ikki fyri, at hann vildi ynskt, at boðini vóru komin fyrr, tí nú hava tey verið at kalla klár at fara undir arbeiðið síðani í summar. Men nú fara fyrireik­ ararnir til Havnar á fund við Landsverk í næstu viku og so vóna tey, at rættiligt glið kemur á. Tað er Landsverk, sum skal tryggja Fíggj­ ar­málaráðnum, at øll viðurskifti fyri stuðli­ num eru fingin í rætt­ lag. Í rættlag Ólavur Rasmussen sigur, at eins og svimjihøllin í Vági, bíðar Projekt Salt bara eftir, at úgjaldið, sum Løgtingið hevur sam­tykt, verður av­ greitt. Hann sigur, at tey eru í samskifti við lands­ stýrið og vóna at fáa við­ urskiftini í ordan sum skjótast. Heilt skjótt pening­ urin er goldin, verður klárt at fara undir sjálva verkætlanina. – Tá ið peningurin er goldin, verður ferð sett á detailprojekteringina, so at arbeiðið kann bjóðast út, so tað tekur í mesta lagi ein mánað at avgreiða. Men bæði fyri Svimji­ høllina og Projekt Salt er tað galdandi, at tíðar­ ætlanin hevur drigið út í samsvari við at útgjaldið frá landinum ikki er komið. Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Aksel V. Johannesen, lands­stýrismanni í fíggj­ ar­málum, men tað eydn­ aðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar. aki@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR OG MENTAN Bæði langhylurin í Vági og Projekt Salt á Tvøroyri bíða eftir at pengarnir, sum Løgtingið hevur játtað, verður útgoldin Ósemja hóttir fleiri hundrað sjúklingar BÍÐILISTAR Ósemja ímillum Heilsutrygd og serlæknar kann elva til, at bíðilistarnir at sleppa til lækna fer at leingist fleiri mánaðir Gevast serlæknarnir nú við privatu viðtalini, fara bíðilistarnir at leingjast munandi Træta Heilt nógvir sjúklingar hava fingið boð um, at teir sleppa ikki til lækna, soleiðis sum ætlað