mikudagur 9. november 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Nógv ung
flutt úr Íslandi
Síðani
bankakreppan
Íslandi tók seg upp fyri
trimum árum síðani,
hava nógvir íslendingar
valt at búseta seg í øðr
um londum, og serliga
nógvir eru fluttir til
Noregs. Hendan gongdin
hevur staðið við í ár,
hóast heldur færri eru
flutt av landinum í ár
enn í fjør.
Tøl hjá hagstovuni í
Reykjavík vísa, at tað eru
serliga ung hjún, børn og
ungdómar, sum eru farin
uttanlands at leita seg
betri umstøður. Eitt nú
vísa tølini fyri tey bæði
seinastu árini, at í 2009
fóru meiri enn 600 børn
og ungfólk yngri enn 20
ár av landinum, og at
í fjør var talið næstan
500. Samstundis er tað
ein sannroynd, at hesi
koma ikki aftur í fyrstu
atløgu.
Noreg er greitt tað
landið, sum flestu ís
lendingar flyta til, og
níggju teir fyrstu mán
aðirnar í ár fluttu næst
an 1.300 íslendingar til
Noregs, skrivar Morgun
blaðið.
Vindorka kann
skaða umhvørvið
Tað ljóðar sum tann
øvugta verð, men for
maðurin í danska bú
skaparráðnum ávarar nú
um, at ætlanin hjá stjórn
ini at seta munandi fleiri
vindmyllur upp fyri at
fáa meiri av umhvørvis
vinarligari orku kann
fara at skaða umhvørvið,
tá saman um kemur.
Hans Jørgen Whitta-
Jacobsen sigur við blaðið
Børsen, at ætlanin hjá
stjórnini at útbyggja
vindorkuna í stórum
tey næstu árini fer at
gera CO2-kvoturnar hjá
teimum donsku orku
verkunum bíligari.
– Úrslitið verður, at
tann stóra vindmylluút
byggingin Danmark fer
at gera tað bíligari hjá
øðrum ES-londum at
økja sítt CO2-útlát við
eitt nú at brenna meiri
kol á orkuverkunum, og
tí gagnar tann danska
útbyggingin ikki veður
lagnum, sigur formað
urin í búskaparráðnum.
Mist álitið
á framtíðina
Í summar vísti ein kann
ing í Noregi, at flestu
norðmenn høvdu góðar
vónir um framtíðina, og
at kreppan í evrulond
unum mundi ikki fara
at fáa stórvegis ávirkan í
Noregi. Men nú vísir ein
nýggj kanning, at nógvir
norðmenn eru farnir at
ivast um framtíðina.
Í kanningini eru fólk
spurd,
hvussu
góðar
vónir
tey
hava
um
síni egnu og landsins
fíggjarviðurskfti
tað
næsta árið, og sambært
teimum, sum hava gjørt
kanningina, hava fólk
ikki havt so ringar vónir
um framtíðina síðani í
einari tilsvarandi kann
ing í mars í 2009.
Kanningin vísir, at
fleiri bera ótta fyri, at
arbeiðsloysið
fer
at
veksa, og at mong hava
gjørt av at sleppa ella
at útseta ætlanir um at
keypa ella at umvæla
bát, bil ella summarhús,
tí tey tora ikki at brúka
pengarnar.
Tað heldur altingsmaðurin
Magnús Orri Schram, sum er
tingmaður hjá Samfylkingini
og 2. næstformaður í vinnu
nevndini hjá Altinginum.
Hann skrivar í blaðgrein,
at høvdu íslendskir útgerð
armenn goldið tað sama, sum
makrelurin fór fyri á fiska
marknaðinum í Føroyum,
hevði íslendski ríkiskassin
fingið góðar 7,5 milliardir
íslendskar krónur fyri tey
155.000 tonsini.
Tingmaðurin ásannar, at
prísurin hevði kanska verið
eini 20 prosent minni, um
øll kvotan fór á marknaðin,
men so hevði tað kortini
givið ríkiskassanum einar
seks milliardir krónur, og tær
høvdu komið væl við í hesum
sparitíðum, heldur hann.
Sambært Magnúsi Orra
Schram fekk íslendski ríkis
kasin 140 milliónir íslendskar
krónur í veiðigjaldi fyri árs
ins makrelkvotu.
Skuldu gjørt sum føroyingar
Íslendska stjórnin átti at selt makrelkvotuna í ár á uppboðssølu,
soleiðis sum føroyingar gjørdu við ein part av teirri føroysku kvotuni
Grønlendskar kvinnur
kunnu avdúka orsøk
til bróstkrabba
Bróstkrabbi var ein rættiliga ókend sjúka í Grønlandi, til vesturlendskir
vanar fingu sína ávirkan á gerandisdagin hjá grønlendingum
Tað var miðskeiðis í 1960-
árunum, og nú bendir okk
urt á, at bróstkrabbasjúkar
grønlendskar kvinnur kunnu
hjálpa granskarum við at
finna orsøkina til, at sjúkan
hevur vundið so nógv upp á
seg í Vesturheiminum.
– Okkara kanningar vísa,
at tær grønlendsku kvinnur
nar, sum fingu bróstkrabba,
høvdu munandi meiri av
teimum sokallaðu PFC-evn
unum í sær. PFC verður eitt
nú brúkt til at gera lutir
vatntættar og er tí millum
annað í regnklæðum, styvl
um og bakipappíri.
Tað kann tí hugsast, at
ein samanblanding av PFC
og øðrum evnum so sum
PCB kann órógva hormon
javnvágina og gera vandan
fyri bróstkrabba størri, sigur
Eva
Bonefeld-Jørgensen,
granskari
á
lærda
há
skúlanum í Aarhus, við grøn
lendska kringvarpið.
Tað
er
ongantíð
fyrr
prógvað, at PFC-evni økja
vandan
fyri
bróstkrabba
munamdi. Evnini verða ikki
upployst í feitti, og tí hildu
vísindafólk ikki, at tey verða
savnað í kroppinum. Men
kanningarnar av teimum
grønlendsku
kvinnunum
vísa, at tað verða tey. Nú
verða tilsvarandi kanningar
gjørdar
av
donskum
kvinnum.
Eva Bonefeld-Jørgensen,
sum hevur staðið fyri kann
ingunum av teimum grøn
lendsku kvinnunum, heldur,
at pakkitilfar, sum verður
brúkt til at pakka matvørur
við, eigur at hava upplýsingar
um, hvørji evni eru í tí, so
brúkararnir fáa høvi til at
velja aðra loysn.
Magnús Orri Schram,
altingsmaður