mikudagur 9. november 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Vinnu- & bilradio á
Zacharias
vann bilin
Høvuðsvinningurin á lutaseðlunum, sum B68 og Tern
an á Toftum hava selt seinastu tveir mánaðirnar, var
latin vinnaranum hósdagin 3. november á bilsøluni hjá
Reyni Service í Hoyvík.
Vinningurin var ein Toyota Aygo, sum var vunnin
av lutseðli nr. 2230. Hepni vinnarin varð listamaðurin
Zacharias Heinesen í Havn.
Zacharias Heinesen,
Ólavur Larsen frá
Reyni Service og Jan
Petersen frá B68
Kinesarar keypt Saab
Eftir at Saab verksmiðjan
hevur ligið still í umleið eitt
hálvt ár, hava tvær kinesi
skar fyritøkur keypt verk
smiðjuna. Nú eiga kines
arar báðar tær svensku
persónbilaverksmiðjurnar,
Saab og Volvo.
Kinesisku fyritøkurnar
Pang Da Automobile og
Zhejiang Youngman Lotus
Automobile
hava
keypt
svensku
Saab
bilverk
smiðjuna fyri 745 milliónir
krónur, eftir at verksmiðjan
í Trollhättan hevur ligið
still síðan mai 2011.
Málið hjá nýggju eigaru
num er at selja millum
35.000 og 55.000 bilar í 2012
og millum 75.000 og 85.000
bilar í 2013. Upp á long
ri sikt er ætlanin at selja
millum 185.000 og 205.000
bilar um árið, har umleið
65 prosent skulu seljast á
marknaðum sum Russlandi
og Kina. Ætlanin er, at Saab
skal geva yvirskot í 2014.