fríggjadagur 11. november 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tróndur í Gøtu og Egil Skalla
grímsson hittast í Norður
landshúsinum sunnudagin
klokkan 19.30.
Talan er um tvey tón
leikaverk eftir heimskenda
bretska tónasmiðin Gavin
Bryars, sum er íblástur av
søguni um og kring hesar
menn.
Solistar eru Eivør Páls
dóttir og Rúni Brattaberg,
sum framføra saman við
Aldubáruni og Eystanljóði.
Tónasmiðurin
stjórnar
sjálvur báðum verkunum.
Nýggja ABDH-samgongan er við at
koma undir land. Flokkarnir hava
undirskrivað
samgonguskjalið,
politikkurin er lagdur, og semja er
um málsøkjabýtið í landsstýrinum.
Eisini er semja um, hvussu mest
týðandi sessirnir í løgtinginum
skulu býtast.
Enn er samgonguskjalið ikki
blivið alment, men ymiskt er likið
út frá samráðingunum, Edmund
Joensen hevur avdúkað okkurt í
røðu á Fólkatingi í gjár, og Dimma
lætting hevur skrivað burtur úr
einum ávegis samgonguskjali. Enn
veit eingin við vissu, hvat neyvt
stendur í endaliga samgonguskjal
inum, men sambært ábending
unum verða onkur av sentralu
vallyftunum gjøgnumførd, meðan
onnur verða slept.
Í valstríðnum førdi løgmaður
millum annað fram – og onnur tóku
undir við honum – at talið á aðal
ráðum átti at verið skert munandi.
Helst niður í 6, sum løgmaður
skjeyt upp. Men tað verður eingin
verulig minking í talinum á aðal
ráðum, tí 8 aðalráð verða í nýggja
landsstýrinum,
og
bert
longu
forfjónaða uttanríkisráðið verður
niðurlagt sum sjálvstøðugt aðal
ráð. Hetta er kostnaðurin fyri, at
smáu flokkarnir báðir skulu hava
landsstýrisfólk, samstundis sum
stóru flokkarnir vilja hava stóra
ávirkan í landsstýrinum.
Eitt av stóru vallyftunum var ein
flatskattaskipan við skattalætta,
sum Fólkaflokkurin legði fram – og
kanska vann valið uppá. Hendan
skipan skal nú eftir øllum setast í
verk. Hon fer at hava við sær stórar
skattalættar til fólk, og tað merkir
samstundis, at landskassin fær
munandi minni inntøkur – eisini
hóast økt virksemi gevur eitt sindur
meira í kassan.
Enn er ikki komið fram, hvar
tað almenna skal spara fyri at fáa
javnvág í raksturin í 2016. Tað verða
vit helst klókari upp á, tá ið vit
síggja endaliga samgonguskjalið.
Men tað tykist í øllum førum vist,
at landsstýrið ætlar sær til Dan
markar eftir meira pengum – helst
upp ímóti 200 milliónum afturat
um árið í blokkstuðli.
Harvið fara føroyingar til Dan
markar, sum lutvíst hevur tvífalt so
stórt hall sum føroyingar í almenna
rakstrinum, at biðja um meiri
pengar, so at tað ber til at geva ein
skattalætta í Føroyum – ikki minst
til tey, sum eru væl fyri.
Niðurstøðan av løgtingsvalinum
var, at fólkið vildi hava borgarligan
sambandspolitikk – og tað er líkt,
at fólkið eisini fær við nýggju sam
gonguni.
Fólkið vildi hava borgar
ligan sambandspolitikk
Seinni í hesum mánaðinum
fer Stanley Samuelsen við
teirri inniligu røddini og
framúrskarandi
gittar
spælinum, á konsertferð í
Føroyum.
Fríggjadagin
18.
nov
ember klokkan 20 verður
konsert í Ribarhúsi í Fugla
firði og leygardagin 19.
november klokkan 20 verður
konsert á Seglloftinum á
Tvøroyri. Sunnudagin 20.
november verður konsert
í Hoyvíkar Kirkju klokkan
16 og í Kollafjarðar Kirkju
klokkan 20.
Á konsertunum fer hann
at spæla sangir av teimum
trimum fløgunum, hann
hevur givið út.
Og tey, sum dáma Stanley,
kunnu gleða seg til næsta
mánað, tí tá gevur hann
út Live fløgu við tónleiki
av allarfyrstu konsertini,
hann hevði í Føroyum, sum
var í Norðurlandahúsinum
í 1996.
Á fløguni eru eisini
fleiri av hansara kendastu
sangum síðani tá, umframt
tríggir nýggir sangir, sum
ikki eru útgivnir áður.
Stanley Samuelsen er
eisini farin í holt við eina
aðra fløgu við nýggjum
musikki, sum hann hevur
sett til tekst hjá JHO
Djurhuus.
Stanley á
konsertferð
Skattalætti við donskum stuðli
Tann fyrsta september búðu
48.451 fólk í Føroyum. Tað
eru er 21 fólk færri enn 1. sep
tember í fjør, vísir ein upp
gerð hjá Hagstovuni.
Í 12-mánaða skeiðinum
1. sept. 2010 til 1. sept. 2011
vórðu 613 børn fødd og 353
fólk doyðu. Burðaravlopið
var sostatt 260.
Men samstundis fluttu
1.567 fólk av landinum og
1.286 fluttu til Føroyar.
Hetta gevur eina netto
flyting av landinum uppá 281
fólk og sostatt minkaði fólka
alið 21 fólk tilsamans.
Fólkatalið minkaði í 19
kommunum og tað vaks í 11
kommunum. Størsti vøkst
urin, sum er upp á 73 fólk,
var í Klaksvíkar Kommunu.
Størsta
minkingin,
sum
var upp á 29 fólk, var í Nes
Kommunu.
Færri fólk í Føroyum
Høvdingar hittast
Eg
eri rein
dyrkaður
kapitalistur
Finnur Jensen
Vikuskifti
síða 4-5
Sólin
skínur
altíð á
mínum
kontóri
Janus Rein
Vikuskifti síða 7
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo