Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 … í fólksins tænastu Málini Síðan Starvsmannafelagið varð stovnað fyri fimmti árum síðan, hava vit og onnur góð feløg rokkið mongum málum. Vit fegnast um arbeiðsloysisskipan, barsilsskipan, fasta løn, sjúkraløn, 6 viku summarfrí, uppsagnartíð, farloyvi og mong onnur mál, sum bert kunnu vinnast og mennast í felagsskapi. Nógv er hent, síðan einglablóðið var hot Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo, www.runavik.fo » Leiðari til Barnagarðin á Mýrunum k r e a Runavíkar kommuna søkir eftir leiðara til Barnagarðin á Mýrunum at byrja 01.01.2012. Um barnagarðin Í Barnagarðinum á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 serstova. Um- støðurnar eru góðar við ljósum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/ venj- ingarrúm og stórt felags/rørðslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavant og nær við ítróttarøkið. Um starvið Runavíkar kommuna gevur leiðarum innan barnaansingina ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum. Væntað verður, at leiðarin innan teir karmar og undir teimum treytum, sum stovnurin virkar undir, skapar eitt mennandi og trygt umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður vænt- að, at leiðarin hevur eitt gott samstarv við foreldur, í leiðarabólki, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar. Førleikakrøv • hevur námsfrøðiliga útbúgving og leiðsluroyndir • hevur góð samstarvsevni • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum. • er sjálvstøðugur og evnar at taka avgerðir • hevur góð evni at orða seg munnliga og skrivliga • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setantreytir og løn Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og verður lønt í lønastigi 26-32. » Farloyvisstarv sum leiðari á Dagrøktini í Runavík Runavíkar kommuna søkir eftir leiðara til Dagrøktina í Runavík í farloyvisstarv frá 01.01.2012 til 31.12.2012. Um dagrøktina Í Dagrøktini í Runavík ganga í løtuni 40 børn, hjá 9 dagrøktarum. Dagrøktin er væl skipað við spælistovu, spælistovu- fólkið og økispedagogið. Um starvið Runavíkar kommuna gevur leiðarum innan barnaansingina ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum. Væntað verður, at leiðarin innan teir karmar og undir teimum treytum, sum stovnurin virkar undir, skapar eitt mennandi og trygt umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður væntað, at leiðarin hevur eitt gott samstarv við foreldur, leiðarabólk, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar. Førleikakrøv • hevur námsfrøðiliga útbúgving og leiðsluroyndir • hevur góð samstarvsevni • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum. • er sjálvstøðugur og evnar at taka avgerðir • hevur góð evni at orða seg munnliga og skrivliga • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setantreytir og løn Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og verður lønt í lønastigi 24-30. Avtala kann gerast um parttíðarsetan. Umsóknir verða at senda til Runavíkar Kommunu Sosialu deild Postboks 139 Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Freist at søkja Umsóknir til størvini, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera Runavíkar kommunu í hendi 22.11.2011. Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á tel 417000.