fríggjadagur 11. november 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið
undir Brúnni eftir einum pedagogi, fyri pedagog í
barsilsfarloyvi, at arbeiða 35 tímar um vikuna at
byrja 1. desember 2011. Starvstíðin er fram til 31.
juli 2012.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelagið.
UMSÓKN
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skulu vera hjá Býlingshúsinum undir
Brúnni, Smærugøta 9b, 100 Tórshavn, í seinasta
lagi fríggjadagin 25. november 2011.
MEIRA FÆST AT VITA
um starvið við at venda sær til Turið Horn, leiðara,
telefon 319180 ella 222905.
PEDAGOGUR
Onnur størv í Tórshavnar Kommunu
– Lesið meira á www.torshavn.fo
Starvsfólk – Býlingshúsið á Ternuryggi
Umsóknarfreist 25.11.2011
NORA søkir
samskipara til
Hallo Norden
Norrønt Atlantssamstarv
NÝTT STARV
Hallo Norden er kunningartænasta undir
Norð ur lendska Ráðharraráðnum. Hallo Norden
hevur fólk í starvi í Svøríki, Danmark, Noregi,
Íslandi, Finnlandi og Álandi. Nú letur Hallo
Norden upp skrivstovu í Føroyum. NORA skal
umsita tænastuna, tí søkja vit eftir samskipara.
Starvið, sum er hálvtíðarstarv, verður fyribils
sett í eitt tvey ára skeið. NORA miðar ímóti at
seta starvið 1. januar 2012.
Hallo Norden skal virka fyri at menna flytføri
(mobilitetin) í Norðurlondum. Tað verður gjørt
við at hjálpa privatfólkum og fyritøkum við
kunning í sambandi við flyting, starv ella
lestur í einum øðrum Norðurlandi.
UPPGÁVUR
Sum samskipari kemur tú í høvuðsheitum at
arbeiða við:
• At skriva og dagføra kunning um Føroyar á
Norden for dig-síðunum á www.norden.org
• At svara munnligum og skrivligum fyri-
spurn ingum frá privatfólkum og fyritøkum
• At vera við í arbeiðinum við frágreiðingum
um millum annað hvussu lógarverkið forðar
flytføri í Norðurlondum
• At gera Hallo Norden sjónligt í Føroyum
• At samskifta við starvsfelagar í Hallo
Nord en í hinum Norðurlondunum
Hini starvsfólkini á NORA vera – eftir tørvi –
eisini partur av Hallo Norden uppgávunum
eins og tú eisini fært møguleikan at arbeiða
við øðrum uppgávum á NORA, sum t.d. fyri-
skipan av ráðstevnum, meting og eftirlit við
verkætlan um o.a.
FØRLEIKAR
Vit vænta:
• At tú hevur eina hægri útbúgving innan eitt
økið, sum er viðkomandi í mun til arbeiðs-
uppgávurnar, t.d. innan samfelagsfrøði,
løgfrøði, sosialmál ella samskifti
• At tú hevur góðan kunnleika um føroyska
samfelagið og evni at seta teg inn í viðkom-
andi lógir og kunngerðir
• At tú ert tænastusinnað/ur og hevur evni
at miðla. Tú skalt duga føroyskt, danskt og
enskt bæði í skrift og talu
• At tú ert før/ur fyri at fáa gott samband
við viðkomandi embætisfólk og tey, sum
taka avgerðir um tær lógir og fyriskipanir,
ið privatpersónar og fyritøkur hava tørv á í
sambandi við flyting millum Føroyar og eitt
annað Norðurland
• At tú ert bæði ágrýtin og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
Lønar og setanarviðurskifti eru við støði í
viðkomandi sáttmála.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Lars
Thostrup, stjóra á 214468 ella teldupost
lars@nora.fo
Umsóknin skal sendast teldutøk til nora@nora.fo og vera NORA í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. november 2011.
Umsóknin skal skrivast á donskum og stílast til Norrønt Atlantssamstarv, att. Lars Thostrup.
Norrønt Atlantssamstarv, NORA · undir Bryggjubakka 17 · Postboks 259 · FO-110 Tórshavn · E-mail: nora@nora.fo
9. januar 2012 byrjar tannlæknin Margret Holm
í nýggjum starvi hjá okkum á Tannlæknamið
støðini, Óðinshædd 1, Tórshavn. Tlf. 315300
Vit hava tí møgulleika fyri aftur at taka ímóti
nýggjum kundum.
Á Tannlæknamiðstøðini gera vit allar nýmótans
tannviðgerðir, krúnur og brýr, implantat, kirurgi
og tannhaldsviðgerðir.
Kliniskið tannteknikarin Gunnar Wardum ger
allar protesur.
Ta n n l æ k n a m i ð s T ø ð i n
v/ Unnur Jensen, Jakku Heinesen og Eiriki Hofgaard